fríggjadagur 11. november 2011síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 11. november 2011 · Nr. 131
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TØKK
Dáttliga komu boðini at
Randi var deyð, á byrjan við
sum ein skelkur – hvat var
hent?
Tað var veruleiki, Randi
var deyð náttina til týsdagin
79 ára gomul. Hon var ein
av mínum bestu vinkonum
gjøgnum umleið 60 ár.
Sum heilt ungar gentur
komu vit báðar til Havnar at
arbeiða, Randi sum arbeiðs
genta hjá Miu Trónd tann
teknikara, og eg sum klinikk
genta hjá Magnus Jensen.
Tað sum gjørdi at vit báðar
komu at kennast, var at vit
meldaðu okkum til at rógva
kapp við havnarbátinum “Síl
inum”. Vit komu at sita á sama
bekki og var øll manningin
ungar og sterkar kvinnur.
Vit róðu kapp í 2 ár. Fyrsta
kappróðrarárið
eydnaðist
tað okkum at blíva nummar
2, men seinra ári blivu vit
Føroyameistari. Minnist enn
hvussu stoltar og glaðar vit
vóru um hendan sigur.
Síðani fóru vit báðar til
Danmarkar, Randi fór á Dia
konissestiftelsen, har hon
hevði ætlan um at blíva
sjúkrarøktarfrøðingur og eg
fór á hondarbeiðaraskúlan
í Haslev. Vit sóust av og á,
vóru altíð so fegnar tá vit
møttust. Men so fór Randi
heimaftur, tað vóru ymiskar
hóttanir um kríggj, og tey
heima ynsktu tað so. Eg kom
heimaftur nakað seinri.
So gingu árini. Báðar gift
ust og vit fingu hvør síni 3
børn, sum eru næstan á sama
aldri. Sum fráleið endaðu
vit báðar aftur her suðuri í
Havn, Randi í Torfinsgøtu
og eg á Argjum. Tá sóust vit
rættuliga ofta, vóru í føð
ingardag hjá hvørjum øðrum,
umframt tá okkara børn
høvdu føðingardag.
Vit høvdu nógv í felag,
báðar høvdu sjómenn, sum
sigldu úti, so vit høvdu so
nógv at práta um tá vit hitt
ust ella tosaðu í telefon. Sum
børnini vuksu til fóru vit
útaftur at arbeiða, og sein
astu árini arbeiddu vit í nógv
ár á stovni, Randi á Frítíðar
heiminum í Skrivaragøtu og
eg á Blákrossheiminum.
Fyri 12 árum síðani var
sjavsbólkurin
stovnaður.
Tað fyrst tíðina hildu vit til á
Blákrosscaféini og nú eru vit í
Posthúskjallarinum. Eg haldi
meg kunna siga at tað frøddi
okkum báðar at verða saman
við so nógvum fittum og
fryntligum fólki, har ágóðin
fer til vælgerandi arbeiði. Vit
hava ábyrgdina annaðhvørt
týskvøld og møtti Randi
fyrst hvørt kvøld og riggaði
til. Tað verður undarligt at
koma heim aftur har nú
Randi ikki verður meir.
Randi var álítandi og ikki
eitt øvugt orð hevur verið
okkara millum. Hon var so
umhugsin um øll míni, og tí
rakk okkara vinalag til tey
eisini. Eg havi bara rík og góð
minnir.
Vinalag, ið vardi yvir 60
ár. Eg og míni koma at sakna
teg, men tað er lítið í mun til
tykkum avvarðandi sum eftir
sita. Leivur hevur mist sína
góð konu, Jónleyg, Andrea og
Lena og tykkara makar hava
mist eina góða mammu og
vermammu og ommubørnini,
sum hon elskaði yvir alt,
hava mist eina góða ommu.
Ein uggi er at tit bert
hava góð minnir og tað er
ein góður førningur at fara
víðari við. Má Harrin styrkja
tykkum øll í tíðini sum liggur
fyri framman. Góða Randi,
takk fyri títt trúðfestið og
hvíl í friði.
Kærastu heilsur frá okk–
um øllum
Sólborg
Minningarorð um vinkonu mína
Randi Joensen
f. 5 mars 1932 – d. 18 oktober 2011
ára gamal. Petur var tá stjóri
á reiðarínum p/f Hvalnes.
Hjørdis tók yvir og gjørdist
ein av fáu kvinnuligu reiða
rum í Føroyum. Men hetta
gekk upp á stás. Hetta starv
hevði Hjørdis, til hon var
langt uppi í 70-árunum.
Heimið hjá Hjørdis og
Peturi var serstakt. Her føldu
øll seg vælkomin, ikki minst
takkað blíða lyndinum hjá
Hjørdis. Hetta kom ikki minst
væl við hjá ungum bygda
fólki, sum komu til Havnar.
Hetta kann ikki minst
eg sjálvur sanna. Petur var
mammubeiggi mín, og var
komið úr Gøtu til Havnar,
var Magnus Heinasonargøta
sum eitt annað heim at koma
til.
Síðan Hjørdis fylti 90
ár, hevur hon búð á Ellis
heiminum
í
Havn.
Her
kennir hon seg væl. Hóast
okkurt ellisbrek er, so er hon
framvegis so lívsjáttandi at
koma inn á gátt hjá. Hjørdis
er altíð við tí góða orðinum.
Hon er sera vitandi um
nógv. Hetta sæst eisini í bók
hennara, Minnisbrot, sum
kom út til hennara 90 ára
føðingardag. Hennara vitan
havi eg ofta sjálvur havt gleði
av í mínum virksemi.
Virkin er Hjørdis fram
vegis sum fáur. Hon hevur
í mong ár bundið undir
troyggjur til børn í Rumenia.
Nú um dagarnar sendi hon
100 slíkar avstað. Áðrenn tað
eru fleiri hundrað farnar.
Hjørdis og Petur fingu
seks børn, Beintu, Ernu,
Jógvan Páll, Elmu, Pætur
og Maluna. Ommubørnini
eru 20 í tali, og tað eru lang
ommubørnini
eisini.
Tað
stuttliga er, at tað er javnt
kynsbýti í báðum bólkum.
Góða
Hjørdis,
tað
er
veruliga stuttligt at kunna
hava teg okkara millum enn!
Tað ber til at heilsa upp
á Hjørdis í Áarstovu, sjálva
ímyndina av Havnini, sunnu
dagin kl. 15-18.
Óli hjá Lisu
TØKK