Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. november 2011 · Nr. 131 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TØKK Nøvn Ikki vardi tað okkum, tá boð vóru send, eftir okkara høgt elskaða abba. Telefonin ringdi og vit fingu at vita, at abbi hevði fingið eina heilabløðing. Vit vónaðu og vónaðu, men tíðin vísti okkum, at har var eingin vegur aftur. Tað er ringt at venja seg við góði abbi, at tú ikki ert ímillum okkum meira. Tú vart so væl fyri – ja líka inntil...Men, tað er sum orðatakið sigur: “Eingin veit á morgni at siga, hvar ein á kvøldið gistir” Tú gjørdi altíð okkurt. Dámdi so væl, at tað var reint og ordiligt rundan um teg. Tú helt garðin vakran, spul­ aði tún og vindeygu, tá tað trongdi til. Fóðraði smá­fugl­ arnar og hagreiddi feskan fisk fyri okkum øll. Hvørt mána­kvøld gekk leiðin heim í Undirhúsið at spæla kort – ja har vart tú trúfastur. Og tvær ferðir um vikuna, fóru tú og omma so hugagóð inn á Sýnuna til fimleik. Um heysti, tá fjøllini skuldu gangast, ja tá var abbi altíð klárur við eini hjálpandi hond. Hóast høgan aldur, kann man ikki siga, at abbi gekk fyri einki. Samfelagið broytti seg nógv ta tíðina abbi livdi. Handa­kraftin sum fyrr var neyðug, fyri at fáa til dagin og vegin, bleiv avloyst av tekn­iskum tólum, hvar alt skuldi ganga skjótari og skjót­ari. Hóast hetta, var tað nakað serligt við abba, hann var altíð klárur at hjálpa og geva burturav sínari tíð. Abbi dámdi væl at koyra bil, og vóru túrarnir nógvir inn til Miðvágs/Sandavágs Havn. Sum lítlar kunnu vit minnast, at vit elskaðu at sleppa biltúr við abba. Eisini var tað so deiligt hjá ommu, bara líka at senda abba heim at keypa, og tað gjørdi hann eisini við gleði. Abbi og omma vóru altíð líka góð. Abbi hevði tað fyri, at hann segði nógv góð orð um ommu okkara. Rósti henni so at siga hvørja ferð, man fekk eitt prát í lag. Eisini dámdi teimum báðum sera væl at fara ein biltúr runt á oynni. Okkara tankar eru hjá tær góða omma. Hjá tær er saknurin størstur. Má Harrin styrkja teg í hesi sváru tíð. Ì sorgini kunnu við ugga okkum við, at abbi livdi eitt gott og langt lív saman við sínum nærmastu. Vit vóru øll líka góð við abba og hann somuleiðis við okkum. Ja, ein fyrimyndarliga góður abbi, sum vit sakna ómetaliga nógv. Eisini var abbi sera góð­ ur við øll síni langabba børn. Hetta síggja vit enn tann dag í dag. Ì heilum spyrja tey um, hvar langabbi er farin. Vit fara at enda við hesum fáu orðum, og takka fyri tíð­ ina, vit fingu saman við abba. Friður verið við minninum um abba okkara Herluf S. Thomassen. Hvíl í friði. Irdi, Ketty, Hertha, Elin, Katrin og Kristina Minningarorð um abba okkara Herluf Sigurd Thomassen F. 13.01.1929 D. 18.11.2010 TØKK TØKK