fríggjadagur 11. november 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. november 2011 · Nr. 131
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Snorri Brend
Hjálpararbeiðið byrjaði í 2008,
tá John og konan Ildiko fóru
undir hesa verkætlanina.
Hann starvast hjá NEMA
í Havn, og í 2009 setti hann
á stovn henda hjálparfe
lagsskapin saman við tveim
um starvsfelagum.
Teir gjørdu ein túr til
Rumenia í fjør og ein fyrra
árið, og hava her fingið sam
band við fleiri fólk. Gjøgnum
hesi fólkini hjálpa teir børn
um, einkjum, familjum, faðir
leysum, skúlum og sjúkra
húsum.
– Vit hjálpa ikki bara
við klæðum, men eisini við
tingum til húsarhaldið, mati,
máling, súkklum og tílíkum.
Vit ynskja at tey fáa eitt nýtt
lív, bæði her á jørð og í Himli,
greiðir John frá. Teir miða
nú eftir at gera tveir túrar
um árið til Rumenia, sum er
fátækasta landið í ES.
Til tað tørvar teimum
sjálvandi klæðir, og tí heita
teir á fólk um at senda teim
um ymiskt, ið egnar seg at
lata fólkinum í økjunum, teir
arbeiða í.
– Vit miða eisini eftir at
kunna gera ein bóndagarð
her, sigur John H. Johansen.
snorri@sosialurin.fo
Rudda bygd
arvegirnar
í vetur
Hjálpa teim fátækastu
í Rumenia
Strendur: Sjóvar komm
una og Landsverk hava
nú gjørt eina avtalu um
kavarudding á ávísum
vegateinum í bygdunum
í kommununi.
– Við at gera eina
slíka avtalu vita báðir
partar, hvat hon inniber.
Soleiðis eru báðir partar
greiðir um, hvat væntast
kann og hvat gerast skal,
tá kavin skal ruddast
burtur,
sigur
Heini
Eysturoy, deildarleiðari
hjá
Landsverki,
sum
eisini hevur líknandi
avtalur við aðrar komm
unur.
Fyri Sjóvar kommunu
er talan um bygdirnar
Selatrað, Kolbeinagjógv,
Innan Glyvur og Strend
ur.
Avtalan er galdandi
fram til 30. mai næsta ár.
Fyri kommununa kostar
hetta 10 krónur fyri met
urin. Hóast teinarnir
kunnu vera ymiskir, er
hetta bíligari enn um
kommunan sjálv skuldi
ruddað vegateinarnar.
snorri@sosialurin.fo
Tit skulu ikki
brúka peningin
hjá okkara limum
at fíggja tykkara
skattalætta við
(Majbritt Mohr, forkvinna í
Almanna- og heilsurøktara
felagnum í viðmerking)
Hoyvík: Ætlanin er at gera eina
vindmyllupark í Hoyvíkshaganum
við 13 vindmyllum. Í næstum
verður umsókn send um loyvi.
Leirvík: Næsta vikuskifti verður serstakt
Jólafjós í seyðhúsinum Innan fyri Eið
á gamla Leirvíksvegnum. Keypast
kann ymiskt heimagjørt jólaprýði.
VESTMANNA – Foreldrini hava ikki ráð at senda børnini í skúla. Og tey hava
ikki tað minimala sum krevst til eitt húsarhald. Tað vilja vit fegin hjálpa
teimum við, sigur John Holgarsson Johansen, sum er ein av monnunum
handan felagsskapin Charity to People við heimstaði í Vestmanna.
kring landið
Vestmanna: Eftir umfatandi umvæling
av turbinuni á Heygaverkinum, koyrir
hon aftur um ein mánað. Nú kann
hon brúkast minst 30 ár aftrat.
Skálavík: - Vónandi kunnu allir sandoyingar
lata klæðir til Rumenia, sigur Alice Betty
Jakobsen. Hon brennur fyri hesum, og ynskir
nú at arbeiðið verður samskipað í oynni.
FAKTA
Charity to People
Stovnaður í 2009 av John
Holgarsson Johansen, Oluf
Joensen og Eigil Andersen,
sum allir starvast hjá
NEMA.
Meiri fæst at vita um
henda kristna felagsskapin
á heimasíðuni www.
charitytopeople.com
500 BØRN
– Vit hava eitt yvirlit yvir eini 500 børn í økinum, sum vit arbeiða í, sigur John Holgarsson
Johansen sum her vitjar eina familju í vestara parti av Rumenia