Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 11. november 2011 · Nr. 131 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Týsdagin 8. novembur vóru umboð fyri yvir 30 fakfeløg á fundi við for­menn­irnar fyri politisku flokkarnar, ið sam­ ráðast um at gera samgongu. Fyri politisku flokkarnar vóru Kaj Leo Johannesen, Jørg­en Niclasen, Kári P. Høj­ gaard og Jenis av Rana møttir. Enda­málið við fundinum var at greiða politisku sam­ráð­ ingarluttakarunum frá stóra vansanum fyri bæði sam­fe­lag og eftirlønaruppspararar, um pensjóns­gjøld verða skattaði við inngjaldi ístaðin, sum nú, við útgjaldi. Umboðini fyri fakfeløgini greiddu fleiri ferðir á fund­ in­um frá, óhepnu fylgj­un­um av ætl­an­unum hjá teimum fýra polit­isku flokk­un­um. Fak­feløg­ini hava eisini áður víst á sama boð­skap í fjøl­ miðlunum. Feløgini eru væl vit­andi um, at í einum heimi, har hvør upp­sparingarkróna verður skattað við sama pro­sentsatsi í øllum upp­ spar­ingartíðarskeiðinum kann grundgevast fyri, at skattatíðspunktið er líka­ mikið. Tað skal tó undir­strik­ ast uppá tað kraftigasta, at umboðini fyri fakfeløgini staðiliga vístu á, at hetta á ongan hátt heldur í veruliga lívinum. Kortini segði Kaj Leo Jo­ hannesen, løgmaður eftir fundin, at tað varð stað­fest við 7 tumma seymi, at tað er líkamikið fyri uppsparan, um pen­sjóns­gjaldið verður skattað við inngjaldi ella útgjaldi. Og Jørgen Niclasen segði, at tað endaliga er sligið fast, frá øllum síðum, at tað einki merkir fyri sjálvan upp­ spararan nær pensjónsgjaldið verður skattað. Hesar báðar útsagnirnar eru í greiðari andsøgn við tað, ið tosað var um á fundinum. Spurningur kann tí setast við, um Kaj Leo og Jørgen lúgva og um Jenis og Kári tóku undir við hesum. Tað má vera eitt krav til politikarar, ið sita á ovastu rók, at teir vita, at allar flestu pensjónir vera skatt­ aðar sum a-inntøka við út­ gjaldi. Í uppskotinum hjá Fólka­flokkinum liggur, at ein botn­frádráttur verður umframt at eingin fer at rinda meira enn 40% í skatti. Í hesum liggur soleiðis eisini, at onkur fer at rinda minni enn 40% í skatti. Við øðrum orðum verður helst talan um pro­gressivan skattaskala. Tá kann mann í øllum førum sláa fast við 7 tumma seymi, at tað als ikki er líkamikið, um pensjónsgjøld verða skatt­aði við inn­gjaldi ella út­ gjaldi. Við botnfrádrátti og progressivum skatta­skala vil tann einstaki eftir­lønar­ uppspararin verða verri fyri um skattað verður við inn­ gjaldi. Ein annar møguleiki er, at teir fýra politikararnir hava eina heilt aðra skatta­ skipan, sum enn ikki tolir dagsins ljós. Fakfeløgini hava fleiri ferðir eftir­lýst ítøkiligu ætlanunum fyri skatting av eftirlønunum, men hetta hava teir fýra ikki viljað upp­ lýst. Politisku ætlanirnar hava eisini enn verri árin á sam­felagið og hetta kann gerast ein vanlagna fyri lands­kassan, soleiðis at allir føroyingar nú kunnu sígga eykarokningar og møguligar eyka­skattir fyri sær í fram­ tíðini, um uppskotið hjá Kaj Leo, Jørgen, Kára og Jenis kemur ígjøgnum. Undirritaðu fakfeløg fara at fylgja gongdini í málinum neyvt. Lúgva Kaj Leo og Jørgen? Føroya Lærarafelag Akademikarafelag Føroya vegna Føroya Verkfrøðingafelag Magistarafelag Føroya Føroya Byggifrøðingafelag Arkitektafelag Føroya Samtak vegna Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðsmannafelag Føroya Fiskimannafelag Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag Felagið Føroyskir Sjúkrarrøktarfrøðingar Havnar Arbeiðskvinnufelag Føroya Handverkarafelag Landsfelag Handverkaranna HK Føroya Deild Yrkisfelag fyri Trygging og Fígging Lærarafelag Handilsskúlans Føroya Tekniska Lærarafelag Starvsfólkafelagið í BankNordik Føroya Pedagogfelag Almanna- og heilsurøktarafelagið Bioanalytikarafelagið Maskinmeistarafelagið Musiklærarafelag Føroya S&K Felagið Umboðsráð Tryggingartakaranna í LÍV Starvsmannafelagið Fysioterapeutfelag Føroya Ljósmøðrafelag Føroya Kost- og føðslufelag Føroya Ergoterapeutfelagið Heilsuhjálparafelag Føroya Skipara & Navigatørfelagið Politisku flokkarnir, sum í hesum døgum eru í sam­ gongusamráðingum, ar­ beiða við einum uppskoti um at skatta eftirlønina, áðrenn hon verður sett í lívstryggingarfeløg og bankar at renta. Vanligar rentu­út­rokn­ ingar vísa, at útgjaldið til eftirlønarmóttakaran er tað sama, líka mikið um eftirlønin verður skattað við inngjald ella útgjald. Arbeiðarafeløgini hava sett føtur í spenni og vilja ikki hava broyt­ ingar. Í Degi og Viku tann 8. novembur 2011 førdi Selma Ellingsgaard fram, sum einasta veruliga argu­mentið, at í dag verða umsitingargjøldini hjá lívstryggingar­fe­løg­ unum goldin av óskatt- aðum pen­ingi, meðan umsitingar­gjøldini í fram­tíðini mugu takast av skattaðum peningi. Við hesum verður í veru­leikanum víst á, at tryggingarfeløgini kunnu taka umsit­ing­ar­ gjald av skatta­krón­un­ um, uttan at eftir­lønar­ upp­spararin merkir nakr­an mun í síðsta enda. Sostatt kemur ein duldur landskassastuðul til lívstryggingarfeløg und­an kavi, tí hesi frítt kunnu taka ein lut­fals­ ligan part av framtíðar skatta­krónunum hjá lands­kassanum. Núverandi skatt­ur­ in á útgoldnum kapi­ tal­pensjónum er 35%, og tí ber møguliga til at siga, at millum 30- 40% av inntøkunum frá eftirlønarumsiting hjá tryggingarfeløgunum eru stuðul úr lands­kass­ anum. Hevði hesin pening­ urin ikki komið betur við hjá hart sperdu føroysku familjunum sum ein skattalætti? Skulu vit ikki stuðla familjunum, heldur enn tryggingarfeløgunum? Gongur Selma Ell­ ings­gaard ørindi fyri trygg­ingarfeløgini í hes­ um føri? Limirnir í arbeiðara­ feløgunum, sum Selma Ellingsgaard umboðar, høvdu óivað heldur vilj­að havt peningin út til familjurnar og sum peningarensl í sam­ felagnum, heldur enn at leggja hann afturat egin­ognunum hjá trygg­ ingarfeløgunum. Eg ynski at takka Sambandsflokkinum, Fólka­flokkinum, Mið­ flokk­inum og Sjálv­ stýris­flokkinum fyri, at teir hava tikið evnið upp til viðgerðar. Í okkara lítla landi hava vit tørv á at finna góðar, einfaldar og langt berandi loysnir. Vit hava ikki ráð til, at peningur, tíð og tilfeingi gleppur okkum av hondum. Tey evni og tilfeingi, sum vit hava fingið, mugu fara til góð og gevandi enda­ mál. Duldur lands­kassa­ stuðul til lívs­ tryggingar­ feløg komin undan kavi? Jógvan Poulsen grannskoðari Majbritt Mohr forkvinna í Almanna- og heilsurøktarafelagnum Fingrarnar vekk … Jørgin Niclasen og løg­maður, Kaj Leo Holm Jo­hannesen, hava í út­varpstíðindunum og í Degi og Viku í gjár stað­fest yvir fyri Før­oya fólki, at tað er full­komi­liga líkamikið, um eftir­lønar­uppsparing verð­ ur skattað við inngjaldi ella við útgjaldi! Tað hava ser­ frøðingar sagt teim­um ... Serfrøðingar, sum fak­fe­ løgini hava verið í samband við, siga, at tað er ikki líka­ mikið! Í veruleikanum er tað óinte­ ressant, hvør ið hev­ur rætt. Tað týdningarmesta er, at vit framhaldandi halda fast við og gera púra greitt, at politik­ar­ar hava als einki at gera við okkara sátt­ mála­ásettu pensjóns- og lívs­tryggingar, og skulu tí heldur ikki røra tær. Vit hava fríar sátt­málasamráðingar, og í sambandi við tær taka fakfeløgini støðu til, hvussu stóran part av karminum vit brúka til pensjón. Í sátt­ málanum stendur eisini, hvønn grunn ella hvat felag vit rinda til, og við hesi gera fakfeløgini so avtalu um ymisk ting. Verður tað nú veru­leiki, at politikarar fara inn at pilka við tær av­talur, ið eru gjørdar, er hetta so stórt inntriv í okkara tryggleika, at vit kunnu als ikki kenna okkum trygg við, at politikarar ikki um fýra ár ella seinni fara innaftur at pilka við eitt­ hvørt í hesum av­tal­um, sum pen­sjóns- og fak­feløg hava. Jørgin førdi á middegi í gjár fram, at ætlaðu inn­ trivini als ikki fara at ávirka einstaka pen­sjóns­upp­ spar­aran. Hartil er at siga, at Jørgin veit ikki, hvussu fram­tíðin fer at síggja út. Við vanligum sunnum for­ nufti ber tó til at siga, at um for­treytirnar at reka pen­ sjóns­feløg broytast, og um fortreytirnar hjá politik­ arunum at reka hetta sam­ felagið um 30 ár broytast, skal tað vera sera løgið, um hetta als onga ávirkan fer at hava á einstaka pen­sjóns­ upp­spararan um 30 ár. Jørgin var á mid­degi í gjár eisini so besniss­aður enn eina­ ferð at føra fram, at hetta fer at lætta um hjá før­oysku familj­ unum. Ja, hvør ynskir ikki, at ger­andis­dagurin hjá føroysku familj­unum verður lætt­ari? Men Jørgin, løgmaður og øll tit, ið sita og royna at skapa eina sam­gongu: Tit skulu ikki brúka pen­ ing­in hjá okk­ara lim­um at fíggja tykk­ara skattalætta við. Dugnaligir, umsorg­an­ ar­fullir og ábyrgdarfullir politikarir eiga tey næstu árini at kunna lætta um okkara ger­andisdag við at gera røttu raðfestingarnar, neyð­ugu inntrivini og spara á rætta stað.