Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-11, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. november 2011 · Nr. 131 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Hilmar Jan Hansen Stóra flogbóltskappingin fyri norður­lendsku U19-landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum byrjaði longu í gjáramorgunin og helt fram til langt út á kvøldið, og somuleiðis er í dag ein long dystarskrá fyri framman. Fyrsta dystin spældu før­o­ysku kvinnurnar klokkan 9 í morgun og síðani menninir klokkan 11, og í báðum førum var mót­støðan Danmark. Í gjár byrjaði tað við, at Norra vann hjá bæði kvinnum og monnum á Íslandi, áðrenn Dan­ mark gjørdi tað sama ímóti Norra, at vinna bæði hjá kvinnum og monnum. Síðani vóru fyrstu før­ oysku dystirnir á skránni, men teir blivu eitt sindur seinkaður, tí báðir dyst­ir­n-ir millum Danmark og Norra gjørdust drúgvir fimm­ sett­arar. Hetta mundi vera ikki sørt kær­ komið hjá íslendingunum, tí teir høvdu jú spælt fyrr um dagin, so hjá teimum kom óivað hvør vunnin hvíld­arløta væl við. Tá avtornaði var tað ikki nóg mikið, tí føroysku áskoðar­arnir vóru í gjárkvøldið vitni til tveir føroyskar sigrar. Lættur kvinnusigur Serliga sá tað lætt út, tá føroysku kvinnurnar vunnu 3-0 í sínum dysti á Íslandi, og burtursæð frá tí eina setti­num, var talan um eitt sera sann­førandi og avgjørt góðkent avrik. Longu í fyrsta setti var linjan løgd við einum greiðum 25-14 sigri, og hóast munurin gjørdist væl minni í øðrum setti, 25-20, høvdu føroysku kvinnurnar fult tamar­ halda á. Tað høvdu tær hinvegin ikki ta allarfyrstu løtuna í triðja setti, tá Ísland fór framum 11-7, men so slett ikki megnaði at standa ímó­ ti, tá føroyska liðið setti ferðina upp og vann 25-16. Á føroyska kvinnuliðnum eru fleiri royndir spælarar, sum enn­tá hava fast pláss á liðnum í Eik­ligu­ni, umframt at fleiri teirra hava spælt A-landsdystir fyri Føroyar. Spæl­ ar­ar sum Eina Kalsø, Anja Daniel­ sen og Sofía Purkhús vóru mill­um tær mest spælandi, tá før­oyska A-landsliðið vann silvur á Oyggja­ leikunum í summar. Spakuliga í gongd Eisini hjá U19-monnunum var talan um ein sannførandi 3-0 sigur, men her var gongdin øvugt av tí hjá kvinn­unum, tí nú var tað í fyrsta setti, at størstu trupulleikarnir vóru, so her gjørdist sigurin bara meira meira og meira sannførandi, sum dystinum leið. Sum sagt, vóru stórir trupul­ leikar í løtum í fyrsta setti, og tað eydn­að­ist ikki Føroyum at avgera bein­an­vegin, so her endaði tað 26- 24 til Føroyar. So fór at ganga bet­ur, tí í øðrum setti bleiv tað 25-18 og at en­da í triðja setti reinur av­smurn­ ing­ur, 25-10. Ein strika í rokningini var tað tó, at fyrst Bárður Jacobsen og síðani Niels Erik Egholm Anderson máttu ber­ast av vøllinum við skaða. Ilt er at meta um, hvussu álvarsligir skað­ar­nir vóru, men vónandi eru teir so frægir, at teir eisini í dag fáa tik­ið eitt tørn saman við hinum. At menninir annars taka seg fram, hevur sæst áður, tí teir hava vunnið ímóti Íslandi fyrr, um­ framt at teir eisini hava staðið seg væl ímóti eitt nú Danmark. Spæl­ ar­ar sum Bárður Larsen, Arth­ ur Djurhuus Poulsen og Bárð­u­r Jacobsen vóru allir við á Oyggja­ leiku­num, og aðrir hava eisini roynd­ir, ið muna. hilmarjan@sosialurin.fo U19-landsdystirnir Hósdagin 10. november 09.00 Kvinnur Ísland-Norra 1-3 (19-25, 21-25, 25-20, 17-25) 11.00 Menn Ísland-Norra 0-3 (12-25, 10-25, 13-25) 13.30 Kvinnur Danmark-Norra 3-2 (21-25, 22-25, 25-15, 25-20, 15-10) 15.30 Menn Danmark-Norra 3-2 (21-25, 22-25, 25-14, 25-22, 15-11) 17.30 Kvinnur Ísland-Føroyar 0-3 (14-25, 20-25, 16-25) 20.00 Menn Ísland-Føroyar 0-3 (24-26, 18-25, 10-25) Fríggjadagin 11. november 09.00 Kvinnur Danmark-Føroyar 11.00 Menn Danmark-Føroyar 13.30 Kvinnur Ísland-Danmark 15.30 Menn Ísland-Danmark 17.30 Kvinnur Norra-Føroyar 20.00 Menn Norra-Føroyar Leygardagin 12. november 10.00 Kvinnur Finala 12.00 Menn Finala 14.30 Menn Bronsudystur 16.30 Kvinnur Bronsudystur Vunnu beinanvegin Flogbóltur Bæði kvinnurnar og menninir byrjaðu NEVZA-meistarakappingina fyri U19-landslið upp á besta hátt, tí bæði liðini bastu lættliga íslendskari mótstøðu Kvinnurnar vóru sera glaðar, tá tær høvdu vunnið seinasta bóltin í dystinum ímóti Íslandi í gjárkvøldið, tí einki hevur so nógv at siga, sum at fáa eina góða byrjan Mynd: Álvur Haraldsen FØROYSK FRØI U19-kvinnurnar 1 Bára Silvansdóttir Fleyr 2 Urd T. Traðará Mjølnir 3 Bára H. Jacobsen TB 4 Rannvá Berg í Heiðunum TB 5 Femja Mortensen TB 6 Jastrið Sivertsen Mjølnir 7 Guðrún Joensen KÍF 8 Eina Kalsø Mjølnir 9 Anja Danielsen Fleyr 10 Hanna Andriasdóttir Fleyr 11 Tóra Djurhuus ÍF 12 Sofía Purkhús Mjølnir 13 Judit Tummasardóttir Fleyr Venjari: Magnús Aðalsteinsson Hjálparvenjari: Margit G. Joensen Fysioterapeut: Gudrid Nolsøe U19-menninir 1 Fróði Bærendsen Fleyr 2 Arthur Djurhuus Poulsen TB 3 Bjarni Larsen ÍF 4 Fríði Strøm TB 5 Magnar Vang TB 6 Niels Erik Egholm Anderson SÍ 7 Rasmus Potts Fleyr 8 Patrik Johannesen TB 9 Steinbjørn Mortensen Fleyr 10 Trygvi Hansen Mjølnir 11 Bárður Jacobsen ÍF 12 Mattias Holm Andersen ÍF Ágúst Máni Hafþórsson og Alexander S. Guðbjörnsson standa hjálparleysir eftir hetta góða slagið frá Bárði Jacobsen, sum noyddist skaddur av vølli í gjárkvøldið, eins og Niels Erik Egholm Anderson Mynd: Álvur Haraldsen SÍÐSTA SMASJ