Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 11. november 2011 · Nr. 131 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Hilmar Jan Hansen Mánakvøldið fór ein teldupostur úr FSF-húsinum í Gundadali og út til formenninar í føroysku fótbóltsfeløgunum, har teir fingu soljóðandi innbjóðing: »FSF vil hervið bjóða formonnunum til fund í FSF-húsinum mánadagin 28. november kl. 17.00. Viðløgd er innbjóðing frá Christian Andreasen, FSF-forseta, umframt tvey skjøl, ið verða umrødd á fundinum.« Í fyrsta umfari sær hetta stak hugnaligt út, og tað ger tað eisini, um vit ímynda okkum, at flestu formenninir fyrst hyggja at viðløgdu innbjóðingini frá FSF- forsetanum og beinanvegin fara niðast at hyggja: »Vit byrja við at fáa ein bita. Fundurin skal verða liðugur í seinasta lagi kl. 20.00.« Veruleikin er tó ein heilt annar, tí hetta er so sanniliga ikki nakar hugnafundur, formenninir hava fingið innbjóðing til, men meira eitt slag av stóli fyri hurðina ella knívi á barkan, tí fundurin snýr seg fyrst og fremst – og næstan bara – um eina rúgvu av skrøppum krøv­um, Fótbóltssambandið veg­na UEFA fer at seta føroysku fótbólts­ feløgunum. Hetta eru fyri tað nógva krøv, ið fáa alt, ið bara minnir um sjálvboðið ar­beiði í feløgunum at síggja út sum eina sera fjara fortíð. Nú skulu skjalprógv á borðið, hvørja ferð tað allarminsta hendir innan felag­sins veggir, og fyri fleiri av feløg­u­num fer tað helst at kennast sum at bróta upp úr nýggjum, nú tey næstan skulu hugsa meira um TAKS enn um fótbóltin. Knívin á barkan Tá Christian Andreasen tann 31. august í ár skrivaði sínar sokallaðu enda­ligu viðmerkingar til málið um EB/Streym, rundaði hann av við hálvavegna at hótta øll fót­bólts­ feløgini kring landið við einum slagi av kollektivari revsing, tí komandi ár skuldu reglurnar verða munandi strangari, og nú gongur sjón fyri søgn. Hann nevndi tá millum annað, at »um eitt fótbóltsfelag hev­ur negativan eginkapital, fer við­kom­ andi felag at missa stig í fremstu kapp­ingini. Eisini skal upplýsast, at um tað til dømis verður av­ dúkað, at eitt felag ikki heldur seg til reglurnar í skattalógini, kann viðkomandi felag missa sítt lut­ tøku­loyvi.« Í veruleikanum er tað grovt undir­driv­ið, tá innbjóðingin í teldu­ posti­num líkasum bara í fartinum nevnir »tvey skjøl, ið verða umrødd á fundinum,« tí annað teirra sigur, at feløg tvær ferðir um árið við vátt­an frá TAKS skulu prógva, at tey ikki hava gjaldkomna skuld mót­vegis spælarum, venjarum ella øðrum starvsfólkum hjá feløg­ unum. Brot á hesar reglur verður revs­að við trimum stigum! FSF-forsetin sigur í síni inn­ bjóðing, at »seinastu tíðina hevur nógv verið tosað um fíggjarstøðuna hjá feløgunum, og kundi eg tí hugsa mær, at vit umrøða henda spurning, eisini við atliti til tær broytingar, sum verða gjørdar í loyvisskipanini og sum koma í gildi frá komandi kapp­ingarári.« Síðani vísir hann til ikki færri enn níggju krøv, sum fótbólts­feløg­ ini altso noyðast at yvirhalda til punkt og prikkar, og í nógvum av før-unum verður skorið út í papp, hvør revsingin er, verða krøvini ikki hildin. Kunnu missa stig At feløg í 1. deild nú skulu lata roknskap inn eftir somu treytum sum feløg í Vodafonedeildini, kann illa skiljast sum annað, at farnir eru allir »glaðir amatørdagar« í før­oysk­ um fótbólti, tí nú skal sjálvt Royn rekast eftir sama leisti sum Real Madrid – bara fyri at nevna tvey til­vild­arlig feløg! So eru eisini krøv í hópatali til feløg­ini í Vodafonedeildini, har eitt teirra er, at feløg, sum ikki hava posi­ti­v­an eginpening í innlatna árs­rokn­skapinum, missa tey trý stig og verða sett undir umsiting, um­framt at tey ikki fáa sáttmálar góðkendar fyri spælarar, sum koma úr øðrum feløgum. Og um fe­løg ikki brúka í minsta lagi 10 pro­sent av umsetninginum til ung­dóms­deild­ ina, kunnu tey fáa bót ella missa stig. Somuleiðis verður sett feløg­ unum í Vodafonedeildini tað krav, at allar lønir og samsýningar til spæl­ar­ar, venjarar og starvsfólk skulu rindast beinleiðis av felag­ num. Eisini skulu allar løn­ir ella samsýningar bókast í rokn­skapi­ num og avroknast umvegis skatta­ skipan­ina. Eitt annað krav til hesi feløg verð­ur, at kassaroknskapur og eftir­lit skal vera við atgongu­ merkja­søluni. Øll atgongumerki skulu forprentast í nummarrøð, so felagið skal kunna prógva, hvat er selt, umframt at óseldu atgongu­ merk­ini skulu goymast til grann­ skoðan. Brot á hetta kann revsast við bót ella við at missa upp til heili níggju stig! Mong bakka út Hetta var so nakað av tí, for­menn­ i­nir í feløgunum kunnu lesa uppá næstu tvær vikurnar, til teir hittast á fundi. Ikki er ringt at ímynda sær, at hetta kann verða ein fundur av tí slag­num, har fundarleiðslan minnir um læraran, ið stendur framman fyri óskikkiliga skúlaflokkinum – og kanska kann eisini nakað vera um tað! Men eftir stendur, at verður alt tað til veruleika, sum sent er for­ monnu­num, fara mong at aftra seg, ið annars gleðiliga vildu tikið eina hond í sum nevndarlimir ella ábyrgd­ar­persónar í feløgunum, tí her eru krøv og treytir, ið ganga langt út um tað, ið krevjast kann av »glaðum amatørum«. Skulu sjálvt minstu fótbóltsfeløg rek­ast sum vanligar vinnufyritøkur, kann henda, at langt verður mill­ um sjálvbodnu hendurnar, ið vil­ja hjálpa til. Kanska tíðin tá er komin til, at Fótbóltssambandið noyð­ist at fara undir nýggj skeið, ið skulu útbúgva nevndarlimir, tí ann­ars verða skjótt eingi stig eftir á stiga­ talvuni… hilmarjan@sosialurin.fo Krøv oman á krøv Fótbóltur Tað eru øgilig krøv, formenninir í fótbóltsfeløgunum skulu tosa um, tá teir mánadagin um góðar tvær vikur hittast til fundar í Fótbóltssambandinum. Í summum førum kostar tað millum trý og níggju stig á stigatalvuni, verða krøvini ikki hildin Dystir um vikuskiftið Sunset-kappingin 12/11 15.00 Stjørnan-VÍF 12/11 15.00 StÍF-VB 13/11 15.00 Tjaldur-Neistin 1 Neistin 5 165 104 61 10 2 Stjørnan 5 122 109 13 6 3 VB 4 106 96 10 6 4 Kyndil 6 144 148 -4 5 5 VÍF 4 101 105 -4 4 6 StÍF 5 110 143 -33 2 7 Tjaldur 5 123 166 -43 1 Atlantic Airways-kappingin 11/11 19.30 Team Klaksvík-Neistin 13/11 15.00 StÍF-KÍF 13/11 16.00 H71-VÍF 1 KÍF 5 143 116 27 8 2 Team Klaksvík 5 128 129 -1 5 3 StÍF 5 121 127 -6 5 4 Neistin 3 80 71 9 4 5 VÍF 4 95 102 -7 4 6 H71 5 127 134 -7 4 7 Kyndil 5 101 116 -15 2 KNÍVIN Á BARKAN Føroysku fótbóltsfeløgini fáa nú knívin á barkan, tí krøvini um fíggjarliga fyrisiting, atgongumerkjasølu, lønir og annað eru so mikið stór, at verða tey ikki hildin, kann tað í fleiri førum merkja kontanta avrokning á sjálvari stigatalvuni Savnsmynd: Álvur Haraldsen