Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. november 2011 · Nr. 131 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Uni Holm Johannesen Tað eru gott og væl 21 ár síðani, at tann tá 19 ára gamli klaksvíkingurin við reyðlitta hárinum tveitti seg fram um Jan Heintze og stýrdi bóltinum um málstrikuna í fullsettu Ítróttarparkini í Danmark. Við púra óvæntaða málinum javnaði hann fyri føroyska fótbóltslandsliðið móti Lars Olsen og dønum í fyrsta skrá­setta landsdystinum millum Før­oyar og Danmark. Nú hittust teir aftur, hesa ferð í FSF-húsinum, har føroyski lands­ liðsvenjarin Lars Olsen skrivaði undir sáttmálan við Fótbólts­sam­ bandið. Allan Mørkøre virkar eisini sum fótbóltsvenjari í dag. Stendur tað til hansara, fer hann at súgva drúgvu venjararoyndirnar hjá lands­liðsvenjaranum til sín – ein møgu­leiki, sum hann ongantíð fekk av álvara, meðan Brian Kerr var landsliðsvenjari. Tað er ein veruleiki, at konseptið við tøtt­um samstarvi millum feløgini, venj­ arar­nar, venjararnar hjá yngru landsliðnum og Brian Kerr riggaði ikki soleiðis, sum FSF hevði vónað. Tað ásannar Allan Mørkøre. – Brian Kerr var tíverri ikki serliga sjónligur millum føroysku fót­bóltsvenjararnar, og vit fingu ongantíð høvi at læra frá honum. Sum Fótbóltssambandið hevur víst á, so er neyðugt við einum lands­liðsvenjara, sum er virkin í heildarmenningini av føroyskum fót­bólti, og ikki einum, sum bara hugsar um sítt lið, sigur Allan Mørkøre. Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandinum, vissar um, at tað verður ein týðandi leiklutur hjá Lars Olsen næstu árini. Umframt at standa á odda fyri føroyska lands­liðnum, verður avbjóðingin hjá nýggja landsliðsvenjaranum at menna føroyskan fótbólt sum heild. – Hann skal verða virkin part­ur av Fótbóltssambandinum. Hann hevur drúgvar royndir sum spæl­ ari og venjari. Tað eru royndir, sum vit skulu læra av. Lars Olsen fer at samstarva við føroyskar fót­bólts­ venjarar sum ráðgevi og taka lut í okkara ungdómsarbeiði. Hann skal í nógv størri mun enn undan­ farnir venjarar vera við í til­rættis­ leggingini av øllum landsliðunum, og hann skal hava eitt nógv neyv­ ari samskifti við feløgini. Ætlanin er somuleiðs, at hann skal vera við til at undirvísa føroysku venjar­ unum, og sum heild verða nógv sjón­ligari í føroyskum fótbólti, sig­ ur Christian Andreasen, forseti í Fót­bóltssambandinum. Gott við kendum navni Allan Mørkøre ásannar, at tað hev­ ur stóran týdning fyri áhugan fyri føroyska liðnum, at føroyski lands­ liðsvenjarin er virdur í altjóða høpi. Sum spælari minnist hann ser­liga, hvussu tíðindamenninir flokk­ aðust um Allan Simonsen, tá hann var landsliðsvenjari. Tað tænir før­ oyskum fótbólti og Føroyum væl. Lars Olsen hevur roynt nógv sum spælari og venjari, og Allan Mørk­øre ber ikki ótta fyri, at altjóða press­an ikki fer at seta fokus á hann. – Virðingin fyri føroyska liðnum verður eisini størri, tá tað er ein virdur persónur, sum er venjari. Tað er umráðandi, tí Føroyar eru so lítlar, og tað er skjótt at skúgva okkum til viks. Lars Olsen er ein dugna­ligur venjari og eitt gott navn, heldur Allan Mørkøre, sum ikki hugsar stórvegis um, at tað aftur nú verður ein dani, sum skal standa á odda fyri føroyska landsliðnum. – Tað eru dygdirnar, og ikki tjóð­ skapurin, sum hevur týdning. Hann skal sleppa at vísa sítt virði, sigur Allan Mørkøre. Landsliðsvenjarin skal vera sjónligur Fótbóltur Brian Kerr var tíverri ikki serliga sjónligur millum føroysku fótbóltsvenjararnar, sambært Allan Mørkøre. Tí frøist hann um, at Fótbóltssambandið hevur greiða avtalu við Lars Olsen um, at hann skal vera virkin í heildarmenningini av føroyskum fótbólti landsliðsvenjari Dystarskipanin leggjast til rættis Tað er í næstu viku, at umboð fyri FSF stevna móti Týsklandi, at dystarskipanin fyri komandi undanbólkin skal leggjast til rættis. Føroyar eru í bólki við Týsklandi, Svøríki, Írlandi, Eysturríki og Kasakstan. Hjálparvenjarin verður føroyskur Lars Olsen hevur biðið FSF funni sær føroyskan hjálparvenjara. Orsøkin er, at hann vil hava ein, sum kennir føroyskan fótbólt. Jens Martin Knudsen, sum hevur verið partur av venjaratoyminum, vísir aftur, at hann tekur við sum hjálparvenjari. Tað verður ein stór avbjóðing hjá Lars Olsen at vera føroyskur landsliðsvenjari. Tað sigur landsliðs­fram­herjin Christian Lamhauge Holst, sum ávarar um, at hetta verð­ur ein fullkomiliga øðrvísi venj­ara­ uppgáva hjá Lars Olsen. – Hann hevur fyrr verið venj­ ari í OB, har hann var favorittur at vinna flestu dystirnar. Tað er ikki støðan nú. Tað verður ein stór avbjóðing hjá honum at standa á odda fyri einum liði, sum er sera lítið á bóltinum. Hinvegin kennast sigrarnir sera, sera væl, og tað er serstakt at vera við til slíkar løtur, sigur Christian Lamhauge Holst við tipsbladet.dk, sum bjóðar Lars Olsen hjartaliga vælkomnum í sessin sum føroyskur lands­ liðsvenjari. uni@sosialurin.fo Holst: – Hetta verður ein stór avbjóðing Nýggi landsliðsvenjarin, Lars Olsen, skal vera sjónligur Mynd: Álvur Haraldsaen