mikudagur 18. februar 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 33 - 18. februar 2004
Nr. 33 - 18. februar 2004
3
Lyndislagið hongur í
stóran mun saman
við tí, vit eta. Mangul
upp á lívsneyðug
føðsluevni kann elva
til sinnalagsbroyt-
ingar. Tíverri hevur
læknavísindin givið
hesum lítlan ans. Men
lukkutíð hava nógvir
granskarar fingist við
at kanna, hvussu
sinnislagið er bundið
at føðini, og dugna-
ligir kostráðgevarar
hava við tíðini savnað
stóra vitan og royndir
á økinum. Hetta
skrivar Carsten Vagn-
Hansen, lækni og
heilsuráðgevi, í
danska heilsu-
blaðnum, Naturli
KOSTUR OG
LYNDISLAG
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Tað eru fleiri orsøkir til, at
børn gerast órólig og torfør,
men í nógvum førum finst
orsøkin í kostinum, tey fáa.
Longu fyri 20 árum síðani,
varð í Onglandi víst á, at
mangul uppá lívsumráð-
andi feitar sýrur kundi vera
ein faktorur, sum ger, at
børn gerast ovuraktiv, oftast
nevnt DAMP ella ADHD.
Longu í 1975 evnaði ein
barnalækni í USA eina
serstaka
kostætlan
fyri
ovuraktiv børn, har ávís
føðsluevni vórðu útihýst.
Serliga vóru tað fruktir,
sum innihalda náttúrligt
evni, sum tarna umbroyt-
ingini av feitum sýrum.
Henda kostætlanin vísti seg
at minka um eyðkennini
við ADHD.
So við og við eru víð-
fevnd prógv um, at vant-
andi goymsla og fram-
leiðsla av lívsumráðandi
feittsýrum er ein av størstu
orsøkunum til eina røð av
samanhangandi
barna-
sjúkum, eitt nú orðblindni,
astma og ovurviðkvæmi.
Tað er prógvað, at ovur-
aktiv børn hava eitt lægri
innihald av sinki og jarni í
blóðinum, landinum og
hárinum. Eisini er prógvað,
at fleiri evni, sum verða
nýtt í góðgæti, lækka sinkið
í blóðinum.
Í eini gransking eru
royndir gjørdar við at geva
børnum við ADHD ískoyti
av sinki, jarni og selen, ella
teimum lívsneyðugu feitu
sýrunum.
Nógv tann størsta broyt-
ingin sást hjá teimum børn-
um,
sum
fingu
bæði
mineralískoyti og feitar
sýrur.
Ovuraktiv børn og børn
við ADHD eru ofta ógvu-
liga viðkvom fyri stórum
nøgdum av sukri. PET-
skanningar vísa, at hesi
børnini ikki brenna sukur
nóg væl. Serstakliga tað
reinsaða sukrið er stóri
syndarin.
Carsten Vagn-Hansen er
kendur, sum útvarpslækni.
Hann hevur fleiri heima-
síður um heilsu og kost; ein
av teimum er
www.radiodoktoren.dk
Matur kann broyta
sinnalagið
Børn við DAMP eru ofta ógvuliga viðkvom fyri stórum nøgdum av sukri. PET-skanningar vísa,
at tey brenna ikki sukur nóg væl. Men vón er fyri hesum børnum, um tey fáa rætta føði og
kostískoyti
Tilvildarlig mynd
Bussførarar hjá
bygdaleiðum eru í
øðini um skuldset-
ingar frá løgregluni í
útvarpinum í gjára-
morgun um at teir
bróta ferðslulógina í
heilum og at teir
ávara hvønn annan
ímóti løgregluni
FERÐSLUTRYGD
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hatta eru ógvuliga harð-
ar skuldsetingar.
Kristian Davidsen, stjóri
á Strandferðsluni er ógvu-
liga ørkymlaður av skuld-
setingini frá løgreglumann-
inum, Jan Fossaberg í út-
varpinum í gjáramorgunin.
Í
sendingini
"Góðan
morgun Føroyar" kom hann
við skuldsetingum ímóti
bussførarum hjá Bygda-
leiðum, sum hevur gjørt
nógvar bussførarar í øðini.
Samanumtikið
segði
hann, at tað var vanligt, at
bussar hjá Bygdaleiðum
koyra ov skjótt.
Men orsøkin til, at tað so
sjálvdan eydnast løgregluni
at taka bussførarar fyri at
koyra ov skjótt, er, at teir
ávara hvønn annan í tele-
fonini um, hvar løgreglan
er stødd.
Bussførarar, sum vit hava
verið í sambandi við eftir
skuldsetingarnar
eru
í
øðini, tí teir vísa staðiliga
aftur, at teir ikki vísa
størstu ábyrgd í ferðsluni.
Serliga er tað fallið teim-
um fyri bróstið, at hesar
skuldsetingarnar
verða
settar fram, nakrar fáar
dagar eftir, at ein syrgilig
ferðsluvanlukka, har ein
bussur var uppi í, kravdi
eitt mannalív.
Teir halda ,at hetta kann
fáa fólk at gera sær ov bráð-
ar niðurstøður um orsøkir-
nar til ta vanlukkuna.
Taka ábyrgdina í
fullum álvara
Kristan Davidsen, stjóri á
Strandferðsluni og arbeiðs-
gevari hjá teimum, sum
koyra fyri Bygdaleiðir, er
eisini rættiliga ørkymlaður
av skuldsetingunum.
– Hetta eru ógvuliga
harðar ákærur, heldur hann.
Hann sigur, at eftir skuld-
setingarnar frá løgreglu-
manninum í gjára-morgun-
in var ein kraftig reaktión
frá teimum, sum koyra
bussar.
Hann sigur, at bæði
Strandferðslan og teir, sum
eiga og teir, sum koyra
bussarnar hjá Bygda-leið-
um, taka sítt arbeiði í full-
um álvara.
Hann sigur, at tað er
prentað niður í teir, sum
eiga bussarnar og teir, sum
koyra bussarnar, at ferðslu-
lógin skal haldast.
– Tað er tað ongin ivi um,
at ferðslulógin skal haldast,
tí hetta er eitt mál, sum vit
taka í størsta álvara.
– Men vit vænta sanni-
liga eisini, at løgreglan ger
sína skyldu og tekur sínar
ábyrgd í størsta álvara,
leggur hann afturat.
Hann leggur dent á, at er
løgreglan varug við, at
bussførarar
ikki
halda
ferðslulógina, væntar hann
avgjørt, at hon ger sína
skyldu í tí sambandinum og
fylgir málinum upp.
– Vit hava lagt stóran
dent á, at hava góðar og
tryggar bussar. Vit hava
eisini lagt dent á, at hava
góðar bussførarar og at teir
hava
trygdarskeið.
Og
sjálvsagt skulu teir eisini
halda ferðslulógina.
– Halda teir ikki ferðslu-
lógina, er tað eitt brot á
sáttmálan og verður við-
gjørt hareftir, leggur hann
afturat.
Hvørjar avleiðingar tað
hevði fingið fyri ein buss-
førara, er hann tó ikki førur
fyri at siga nakað um í
løtuni.
Hann leggur eisini dent á,
at ferðaætlanin er løgd so-
leiðis, at tað ber til at halda
ferðslulógina,
men
er
ferðaætlanin ov trong, er
tað ein trupulleiki, sum má
takast upp.
Tað er kortini ikki hans-
ara fatan, at ferðaætlanin er
ov trong.
Tað er eisini hansara
fatan, at bæði teir, sum eiga
bussarnar og teir, sum
koyra bussarnar, taka sína
ábyrgd í fullum álvara.
Men nú hesir skuldset-
ingarnar verða settar fram,
verður tað enn einaferða
lagt bussførarum eina við
at halda ferðslulógina.
Góðtaka ikki harða ákærur
frá løgregluni
Bussførarar góðtaka
ikki skuldsetingar frá
løgregluni um, at tað
er vanligt, at teir
koyra ov skjótt. Teir
taka sína ábyrgd í
størsta álvara, men
teir vænta eisini
avgjørt, at løgreglan
tekur sína ábyrgd í
størsta álvara
C
M
Y
K
3
2