Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-11, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2011síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 131 ·11. november 2011 5 VIKUSKIFTI Lætta og einfalda tilgongdin er eisini tað, sum hevur gjørt Páll Finnur Páll til fólkaogn millum føroyska ungdómin, stóð at lesa í Sosialinum fyrr í ár. – Teir hava sera gott hegni at gera einføld og fangandi løg. Tekstirnir eru hvassir – ofta í so hvassir, metir onkur. Og tað er á føroyskum. Hetta blandið ger, at vøran gongur reint inn hjá føroyskum ungdómi, skrivaði Oddur á Lakjuni millum annað í um­mæli av konsertini, bólkurin hevði á Summar­ festivalinum. Vilja hava harðskap og bróst Páll Finnur Páll verður ofta lýstur sum ein frekur og fúlur tónleikabólkur. Pedofilar, blottarar, heimleys bumsar, samkynd og sigoynarar eru bara nøkur av evnunum, bólkurin hevur fingið túsundtals føroyingar at syngja í kór til. Finnur Jensen ásannar, at tað er hesar sangir, bólkurin oftast verður settur í samband við, men hann heldur, at bróðurparturin av teirra løgum eru óskyldig, sum hann tekur til. – Hinvegin vilja fólkini altíð hoyra fúlu sangirnar. Eg veit ikki heilt hví, tað er so. Men í øllum førum skal alt í dag vera so pent og polerað, tú skalt sita pent, tá tú etur, ikki prumpa, ikki ropa og so framvegis. Men einaferð um árið er grindaboð og fólk sleppa teym­ unum, blaka slipsið og sláa seg leys, sigur Finnur Jensen og sipar til, at hes­ ir sangir snúgva seg um evni, sum vit illa nokk tosa um vanligt og so als ikki syngja um. – Men vit vilja hava slíkt, hóast vit kanska ikki ynskja at viðganga tað. Soleiðis eru vit innrættað. Hyggur tú eftir Portalinum og mest lisnu grein­ unum har, so er tað altíð søgur um boppur, sum verða mest lisnar. Fólkið vil lesa um vold og boppur, ikki um sam­gongur og fiskivinnupolitikk. Tað sama er galdandi við Oyggjatíðindum. Ongin hevur nakrantíð lisið blaðið, men øll vita hvat stendur í tí , hugleiðir Finnur Jensen. Hesar tankar, at Páll Finnur Páll setur orð á tað ósagda, er eisini júst tað, sum ummælari hjá Sosialinum hefti seg við fyri sløkum hálvumøðrum ári síðani. – Teir syngja um alt tað, eingin hevði droymt um at torað at fýrt av fyri bara tíggju árum síðani. Men tað er fan­tastiska gott og gleðiligt at síggja og hoyra, at tíðirnar eru broyttar, og at vit eru um at førka okkum inn í modernitetin. Tað var eisini upp á tíðina, skrivaði Sissal Kampmann í Sosial­inum 19. juli í fjør. Ikki fúlir longur Í samrøðu við Rás2 tann 20. oktober í ár, søgdu limirnir í bólkinum, at nýggja útgávan ikki fór at líkjast undanfarnu fløgunum. Henda fløgan verður meira búgvin og tekstirnir bera brá av, at høvundarnir hava leitað inn í seg sjálvar, heldur enn at hyggja út eftir, varð sagt tá. - Í øllum førum eru eingir fúlir sangir á fløguni. Kortini eru onkrir stoytandi tekstir, um eitt nú sjálvmorð og rúsdrekkamisnýtslu, sigur Finnur, tá vit spyrja inn til hetta. Við øðrum orðum er líkt til, at bólkurin fer at øsa og arga, sum teir plaga, hóast teir ikki syngja um at fáa pissilingar í rumpuna. Hetta er sambært Finni ikki eitt tilvitað val sum so, men heldur ein gongd, sum hevur verið. - Vit hava flutt okkum. Tær báðar fyrstu fløgurnar høvdu fleiri fúlar sangir. Triðja fløgan hevði ógvuliga fáar og hendan, sum nú kemur, hevur ongan fúlan sang, greiðir Finnur frá. Hann leggur tó aftrat, at hóast hetta er gongdin, er eingin vandi fyri, at bólkurin fer at hava beinleiðis politiskar ella fosturlandssangir. - Alt gott um Frændur. Teir hava gjørt nógv gott, og eftir mínum tykki burdi sangurin »Føroyar« verið okkara tjóðsangur. Tað er besti fosturlandssangurin, sum er gjørdur á føroyskum. Men tað liggur ikki til okkum. Vit taka onnur evni upp og brúka eitt heilt annað mál. Nei, okkara tekstir koma ongantíð at standa í nøkrum hefti til midnáttarsangin á ólavsøku, metir Finnur Jensen. Greitt er tó, at tónleikabólkurin megnar at savna líka nógv fólk í Vágsbotni ólavsøkudag, sum felagssangurin á Vaglinum megnar á midnátt. Hetta er av sonnum ein staðfesting av, at føroyingurin hevur tikið teir frísku, freku, fúlu og – nú – vaksnu fýrarnar í Páll Finnur Páll til sín. Hetta gjørdi tónleikaummælarin hjá Kringvarpinum og Norðlýsinum, Niels Uni Dam, eisini greitt í Sosialinum 15. juli í ár. - Eg havi ikki livað nóg leingi til at gita, hvønn týdning tónleikur hevur um 20 ár. Eg haldi tó, at tónleikurin hjá Páll Finnur Páll hevur somu støðu í dag, sum tónleikurin hjá Frændum hevði fyri 20 árum síðani, segði Niels Uni Dam tá. Myndirnar eru frá húsanum, sum Bárður Dal Christiansen hevur gjørt. Páll Finnur Páll plaga at gera nógv burtur úr húsunum til ymsu útgávurnar, og »Kom við mær« er einki undantak í so máta Fakta Páll Finnur Páll: Finnur Jensen, Páll Oddur Lamain Rubeksen, Páll Hammer, Ísak Sambleben, Høgni Fagraberg og Halgir Arge Útgávur: Bermenn (2003) Førist (2005) Fram á hermótið (2007) Du ved at gjort er gjort (2009) Kom við mær (2011)