Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-11, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2011síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 131 ·11. november 2011 4 VIKUSKIFTI ÚTGÁVA Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo – Eg eri reindyrkaður kapitalist. Eg trúgvi upp á útboð og eftirspurning. Men eg hevði forsvorið, at eftirspurningurin upp á okkum var so stórur. Orðini eigur Finnur Jensen, sangari og gittarleikari í Føroya suverent best umtókta bólki seinastu mongu árini. Tað eru tólv ár síðani, at lunnarnir undir Páll Finnur Páll, vórðu lagdir. Síðani hevur bólkurin havt óteljandi framførslur. At byrja við sum partur av DJ-showum, sum Mark Joensen skipaði fyri í ítróttarhallum kring landið, men seinnu árini eisini framman­fyri risastorum stórum fjøldum. Túsundtals fólk hava savnast á sand­inum á G!, á Vágsbøi í Klaksvík á Summar­festival­ inum og í Vágsbotni í Havn á ólavsøku, tá Páll Finnur Páll hava sungið, spælt og undirhildið. Bólkurin hevur hevur givið tríggjar fløgur út, umframt eina savnsfløgu og fløguna, sum kom á gøturnar í dag. Fólkið hevur ikki bara tikið hvørja einastu fløgu til sín, men eisini so at siga hvønn einasta sang. Hetta og mongu, stóru konsertirnar, bólkurin hevur hildið, fekk tónleika­ ummælara hjá Sosialinum, at gera hesa niðurstøðu, eftir at Páll Finnur Páll hevði havt enn eina væleydnaða kon­sert á Summarfestivalinum. – Meira enn nakað annað stóð tað eftir hjá mær, at teir eru eitt serstakt fyri­brygdi í føroyskum tónleiki. Næstan líkamikið, hvør útlendskur bólkur kemur á vitjan, verður kon­ sertin hjá Páll Finnur Páll ein tann best vitjaða. Teir eru av sær sjálvum eitt høvuðs­navn, ásannaði Oddur á Lakjuni í ummælinum av konsertini, Páll Finnur Páll hevði hóskvøldið tann 4. august í ár. Ummælarar og tónleikakøn hava eisini ymisk boð upp á, hvussu tað ber til, at fríski og freki tónleikabólkurin hev­ur vunnið so stóran tokka millum manna, men hetta venda vit aftur til seinni. Hava góðan smak Søgan um Páll Finnur Páll er søgd áður, men hon tolir at vera endurtikin. Árið er 1999 og staðið er aulan í Studentaskúlanum í Hoydølum. Tað er kvøldseta og millum mongu næm­ ing­arnar, sum skulu framføra, eru Páll Oddur Lamain Rubeksen og Páll Hammer. – Framførslan var ikki serliga góð. Eg minnist eitt ótrygt klaver, ein ótryggan gittara, og eina klæna rødd; men lagið var gott, teksturin hevði ein speis­kleika, sum rakti øll í salinum og Páll Oddur hevði eina sannførandi útstráling, sum segði »fuck you«. Eg visti beinanvegin, at teir vóru á rættari kós, og eg vildi vera við, greiddi Finnur Jensen frá í Sosialinum 15. juli í ár. Í dag endurtekur Finnur somu søgu. Hann leggur áherslu á, at honum dámdi tað, hann hoyrdi hetta kvøldið í Hoy­ dølum. Og onkursvegna hevur tað eis­ini grundarsteinurin undir øllum arbeið­ inum, tá Páll Oddur og Finnur síðani hava smíðað løg og skrivað tekstir. – Vit hava altíð lagt dent á, at vit sjálvir skulu dáma at hoyra løgini. So vit mugu hava góðan smak, sigur Finnur skemtandi, men kortini við ein­ um ávísum álvarsemi í røddini. – Vit eru rættiliga old school og fáa nógvan íblástur frá til dømis The Beatles. Vit fylgja heldur ikki so væl við í tí, sum fyriferst á altjóða tónleikapallinum júst nú. Í so máta eru vit nokk so óspiltir. Vanliga mannagongdin hjá hevur verið, at Páll Oddur og eg hava sitið hvør í sínum lagi og gjørt løgini við kassa­ gittara og okkara egnu rødd. Síðani eru vit farnir í studio, har restin er komið aftrat sum við eini lagkøku. Bass, trummur og so framvegis. Men kassa­gittarin og teksturin hevur altíð verið tað, vit hava grundað alt á, greiðir Finnur frá. Teir savna fólk betri enn nakar annar føroyskur bólkur ger í løtuni. Teir fáa túsundtals føroyingar at syngja í kór, um pedofilar, sigoynarar og bøssar. Føroya suverent best umtókti bólkur seinastu árini gevur í dag fjórðu fløguna út. – Har er einki fúlt á, men onkrir tekstir skulu nokk vera stoytandi kortini, sigur oddamaðurin í Páll Finnur Páll, Finnur Jensen Fólk skulu nokk verða stoytt Nei, okkara tekstir koma ongantíð at standa í nøkrum hefti til midnáttarsangin á ólavsøku