Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-11, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2011síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 131 ·11. november 2011 7 VIKUSKIFTI Var tað ein barnadreymur at gerast flogskipari? Ja sum hjá so nógvum børnum og ungum var tað eisini ein barndómsdreymur hjá mær Hvat er tað besta við starvinum? Eg havi fantastiskar starvsfelagar, upplivi ein hóp, og so skínir sólin altíð á mínum kontóri; tað er balsam fyri sálina. Hvat fekk teg at fara upp í politikk? Eitt er heilt vist: tað var ikki vegna lønina ella tí at eg manglaði eitt arbeiði, at eg stillaði upp! Eg valdi at fara uppí politikk, tí at eg var blivin troyttur av evnunum hjá farnu samanseting á Tingi, at gera breiðar semjur um neyguðu broytingarnar, ið minnilutar blokeraðu. Haldi at føroyskur politikkur er alt ov stirvin, alt ov nógv vanahugsan, sær út sum um, at tað næstan er forboðið at hugsa nakað nýtt. Tí valdi eg ar fara upp í politikk Hvussu heldur tú teg í form? Hmm, hesin var verri. Eg svimji. Havnar Svimjifelag hevur nakað tey kalla rørslusvimjing; í mínum hugaheimi ein sera góð rørsluskipan. Ert tú til føroyska náttúru ella suðurlendskar strendur? Mær dámar væl at vitja og uppliva onnur lond og aðrar mentanir, men at liggja á eini strond er ikki akkurát eg, tað eri eg alt ov aktivur og ótolin til. Í summar havi eg ’ferðast í egnum landi’, m.a. verið uppi á Skælingsfjalli á ársins longsta degi, svomið yvir um Trongisvágsfjørð á Jónasøku, verið í Hvannhaga, og verið á festivalum í campingvogni – eg fari avgjørt at ferðast meir í egnum landi og uppliva meir av tí føroysku náttúruni! So eitt sindur av hvørjum er helst besta blandingin. Ein suðurlendsk strond í nakrar dagar er eisini super, tað kann neyvan nakar Føroyingur siga ímóti. Hvat er tað besta tú fær at eta? Tað er helst ein moyrur reyður búffur. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Øllum – og egentliga serliga tónleiki, sum eg kann syngja við til! Men generelt ferðist eg sera víða tá tað kemur til tónleik. Er tú veiðimaður (fisk, fugl, harur o.l)? Plagdi at gera nógv við tað fyrr tá eg var yngri enn nú, men nú er nakað síðani seinast. Serliga góðveðursdagarnar kundi eg ofta tonkt mær at gjørt tílíkt, men eg havi ikki umstøður. Ein vinmaður tosaði tó herfyri við meg um at koma teirra haruhaga pulju; tað kundi eg gott tonkt mær, tí so fær mann gongutúrðin við samstundis. Hevur tú nøkur húsdjór? Ein grannaketta plagar at snýkja sær inn, um hurðin stendur opin, men annars havi eg eingi húsdjór. Hvør bók liggur á náttborðinum? »Tey sóu reytt«, nýggja bókin hjá Páll Holm Johannesen. Sera áhugaverd bók, og tildeils kanska eisini eitt sindur undirhaldandi. Hon lýsir ein annan heim, ið var galdandi tá. Gevur eina góða mynd av hvussu samfelag og vit sum menniskju broyta okkum við tíðini. Verður tú framvegis við í politikki um 10 ár? Tað velst um dómin frá veljarnum fyri míni avrik. Eg ætli mær so í øllum førum at gera mítt til at hetta landi kemur fram á leið sum nýmótans og kappingarført samfelag. mynd: Álvur Haraldsen Stórtíðindi fyri stuttum vóru, at nú verða vit skjótt og nú eru vit og nú vóru vit sjey milliardir her á knøtt­inum. 7000000000. Eitt øgiligt tal, hóast níggju av tíggju tølum í stóra talinum eru 0. Men nullið telur við, tá tað er saman við øðrum. Tí eru so nógvar eltibløðrur allastaðni. Sum altíð, tá slíkar stór­hend­ ingar, sjey ferðir milliardin, eru á veg, sleppa øll at spæla við. Til bar til dømis at fáa at vita, hvar tú ert í røðini av øllum heims­borgarum. Tað visti teldan. Svarið kom eftir fáum sekundum. Við at trýsta á nakrar knøttar bar til at fáa at vita, nummar hvat tú ert á knøttinum. Sjálvur gjørdist eg heims­ borgari nummar 2561666634. Og fekk eisini at vita í sama høggi, at eg eri nummar 75749040431 eftir Adam, sum var nummar eitt. Hvussu ber til at rokna út mítt tal, uttan at spyrja, nær á degnum, eg varð føddur? Ella eru vit øll, sum eru fødd 19.februar í 1951 nummar tvær milliardir 561 milliónir og so the Number of the Beast og 634 afturat? Spurdi ikki telduna um tað. Uttan iva hevur hon svarið. Men tað er gott at telja við, at vera so at siga ein av mongum. Og tann, sum nú gjørdist heimins borgari nummar sjey milliardir, kann takka mær fyri, at hann ikki bleiv nummar 6999999999. Eina ferð var eitt annað slíkt teldubragd at siga fólki, nær tey doyggja. Tað var sama manna­ gongd, skriva nøkur tøl og so roknaði teldan út eitt, tvey, trý, nær tú doyrt. Eg royndi tað ongantíð, so eg veit ikki, nær eg doyggi. Men sambært einari lýsingarherferð ella -jarðarferð kann tað vera, áðrenn eg havi vent mær. Vónandi vendi eg rætt, tá tað hendir. Eg eri so nummar 2561666634 av teimum, sum vóru á lívi, tá numm­ar sjey milliardir kom bólt­andi. Talið spillir ongan. Tøl eru nógv snildari enn nøvn, tí so nógv eita tað sama. Vit hava ikki sjey milliardir og nøkur afturat nøvn. P-talið er ein fantastisk upp­finning. Annars dugi eg ikki at finna logikkin í hasum tølunum. Fólk doyggja alla tíðina, og júst í teirri løtu, eg bleiv kroystur út í heimin, eru nógv deyð. Tá var eingin telda, so hvussu hildu tey skil á talinum? Her hjá okkum er eisini mann­tal, og menn verða spurdir um alt. Big Brother er komin til Føroya. 12.12.12 verður konutal, og tá kemur Big Sister. Síðani Adam lærdi at telja, hevur tað verið ein passjón at telja alt. Longu fyri 2011 árum síðani taldu teir menn. Teir vóru enntá so heidnir at hava manntal á jólum. Onkur telur regndagarnar í Føroyum. Tað mátti verið lættari at talt teir sjey ella átta dagarnar, sum tað ikki regnar. Vit hava nógv fleiri tøl enn orð. Okkara mentan er ein talmentan. Í Nonnuskúlanum lærdu vit eisini at telja longu í fyrsta flokki: eitt, tvey, trý, fýra, fimm, ljótt, sjey, átta og so framvegis. Men rokning gjørdist ongantíð mín lærugrein. Helt alla tíð uppá, at eg fór ongantíð at fáa brúk fyri meira enn lítlu tabell. Og tað havi eg ikki havt enn, og fái tað neyvan nú, roknimaskinan er uppfunnin. So hví brúka dýrmætar skúla­ dagar til at royna at rokna? Men tað skiltu lærararnir sjálv­andi ikki. Tað sama var gald­ andi fyri evnafrøði og alisfrøði. Annars er hent at duga tøl. Tað ræður um at ansa væl eftir tølum. Tey eru ofta skeiv. Men ókey, tað er altíð gott at telja við í onkrari teljing. Tá vit sparkaðu í skúla­garð­ inum, taldi eg ongantíð við. Tey, sum stilla upp til val, verða eisini tald og ikki bara eina ferð, tey verða eisini fíntald. Umafturafturum høgni djurhuus Janus Rein lagt til rættis: Leo Poulsen Sólin skínir altíð á mínum kontóri Janus Rein livdi barnadreymin og gjørdist flogskipari. Nú er hann eisini vorðin politikari Ein av mongum