Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-11, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2011síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 131 ·11. november 2011 8 VIKUSKIFTI Søgan um føroysku kommunistarnar hugleiðandi ummæli Tórbjørn Jacobsen Tey fæstu ivast í, at Karl Marx var ein stórur teinkjari. Hugmyndafrøðingur og flogvit, sum betri enn nakar hevur greinað kapitalistisku búskapar­skipan­ ina. Hann var politiskt virkin á ytsta vinstra­veinginum, sosialistur og komm­unistur, og saman við Engels hevði hann eitt boð uppá, hvussu menn­iskjan skuldi skipa seg í einum nýggj­um samfelag, táið kapitalisman fór á ør­mundarhús. Tey fæleysu skuldu vera ørvagarpar í stríðnum fyri javnrættindum, felags­ ogn og linkandi sosialum spenningum. Bara tey, sum lítið og onki áttu av jarðiskum góðsi, kundu verða álitið í byltingini áfram inn í »jarðarinnar paradís.« Tað sigur ikki so lítið um hendan tíðarleysa kapasitetin, at Kapital­urin alt meira verður brúktur sum frá­lærutilfar á lærdum háskúlum í USA, og at Kommunistiska Manifestið (sum tá­verandi málsligi puritanarin, André Niclasen, flutti yvir í føroyskt há-mál) gongur sum heitt breyð í Sam­veldis­statunum í hesum døgum. Heim­urin leitar aftur einaferð eftir ein­um alternativi til ta illa sperdu kapitalismuna. Í fororðunum til ta einu útgávuna av grundbókunum verður sagt, at hevði Marx vitað til sín aftur, um allan tann trega, tey dráp og tann tramansskap, sum skotin hevur verið í skógvar hans­ ara, síðani hann fór higani, hevði hann roterað mangar ferðir í grøvini. Brúktur og misbrúktur. Mistulkaður í eirinda­ leysari øði eftir persónligum valdi hjá despotum, ið misnýttu ástøðið hansara og arbeiðaraklassan sum rambukk í lynnanini fyri egnum valdi. Samfelagsfrøðingurin Páll Holm Johannesen hevur skrivað eina bók um eitt sjáldsamt søguligt tíðarskeið í Føroyum. Hon líkist eini politiskari krimi. Men í mun til eitt nú Coq Rouge hjá Jan Guillou fært tú at vita, hvørjir persón­arnir eru, sum hava ferðast ytst á vinstraveinginum, so langt úti, at vápnaða kollveltingin var ein ratio­nellur møguleiki í stríðnum fyri at skipa lítla oyggjasamfelagið eftir marx-leninistiskum leisti. Teir flestu eru fram­vegis á lívi og ganga ímillum okkum dag og dagliga sum miðal hampa­menn á alfaravegi. »Tey sóu reytt«, er heitið á bókini. Nú vita vit ikki, um høvundurin hevur brúkt nakra serskilda søguliga metodu, táið hann hevur skrivað. Helst ikki, tí okkurt bendir á, at hon heldur er skriv­að sum eitt samankókað referat av teimum samrøðum, ið gjørdar eru. Tá kann ein vandi vera, at tær mest infor­mativu keldurnar stjórna kósini í frásøgnini. Vit vita, at fleiri av teimum, sum vóru aktivistar á vinstraveinginum í teimum døgum, hava verið tøtt sum tunn­ur, tá roynt hevur verið at fregnast um, hvat tað var sum fyrigekst í hesum mýtu­varda umhvørvinum. Høvundurin sigur í fororðinum, at hansara politiska sannføring varð stoypt langt eftir, at Berlin­múrurin fall. Hesin setningurin hongur í alt ov stóran mun í leysum lofti. Hann átti at sagt okkum, hvør politiski observansur hansara er, tí lesarin situr eftir lestrarlok við einum grummum mistanka um, at meginkeldurnar eru Framamenninir, FS'arnir, sum seinri gjørdust innkarneraðir samríkjamenn og javnaðarmenn. Teir eru hesi seinru árini mest kendir fyri at hunddálka alt og øll, sum ikki hava gingið og ganga í takt við teirra politiska gongu­lagi. Er hetta gitið eftirfarandi, so er tað sjálvsagt, at teir rivaliserandi bólk­ar­nir á vinstraveinginum, serliga loysingar­ segmentið, standa eftir í myndini sum Dýrið í Opinberingini. Vit, sum eru farin gott og væl um hálvan aldur, hava upplivað hesa tíðina. Vóru har, táið tað hendi. Í hvussu er periferiskt. Tey flestu, sum nevnd eru í bókini, eru okkara javnaldrar. Sjálvur kenni eg fleiri teirra heilt væl, hóast eg ongantíð havi verið organiseraður í øðrum politiskum felagsskapi enn Tjóð­ veldisflokkinum. Tað forðaði mær tó ikki í at abonnera uppá bæði Framan, Arbeiðið og Fríu Føroyar. Undirtøkan fyri hesum litteraturi í broddi vinstra­ fylkingar mundi vera so sum so, í hvussu er úti á bygd. Minnist meg rætt vóru vit bara tríggir haldarar av Framanum í Runavíkar-økinum. Frægi komm­unu­læknin Poul Olsen, hárskerin Jógvan Hansen og eg sjálvur. Helst er tað trupult at seta hesar rørsl­urnar inn í ein samtíðar sam­felags­ ins kontekst. Páll ger tað ikki, tí kann tað skjótt enda sum ein Bjørnu-banda skrøna, leys av øllum kringumstøðum, har menn í skýmingini lúra seg fram á geilarhorn og durastólpar við skamm­ byrsum, klárir at gera bart, ósagt av hvørjari orsøk. Í grundini átti søguliga orsøkin at verið týdningarmeiri enn hesir tilvildarligu persónarnir, sum blitzað verður eftir í bókini. Vóru objektivu og subjektivu fyritreytirnar tíðar­skotnar hálvthundrað ár annan vegin, vóru alternativu personasjurnar sjálv­andi tað yngri ella eldri, og harvið ikki ein partur av høpinum. Hóast ama­ tørur sum ummælari, ber tað tó til at gera eitt legg í søguliga radaran, fyri at vita hvør orsøkin er til allan hendan turbu­lensin, sum er meira og minni støðugur í eina stóra fjórðingsøld, – í seksti, sjeyti- og í áttatiárunum. Ja, heilt fram til tann dagin, táið hetta monstrið av einum múri verður sorað sundur í Berlin, og ein bara 40 ára gamal national­statur – DDR – krakelerar og foykist burtur. Einaferð fyrimyndin og jarðiska paradísið hjá ungum før­ oyskum kommunistum. Tað er eftirhondini vorðin ein klass­isk traditión, at studentar í ein­ um hjálandi gerast politiskt virkn­ir og vaktir, táið teir oftast nema sær út­búgving á lærdum háskúla í hjá­ landa­veldisins evsta metropoli. París, London, Lissabon, Madrid og Keyp­ manna­havn. Síðani flyta teir prosessina og seg sjálvar heimaftur, og tá kann alt henda. Kjansurin fyri spontanari bylting í landi sum Føroyum er lítil, sosialur ójavni kann gera tað, og táið tú verður álopin uttaneftir, sum eitt nú táið Lækna­stríðið herjaði, og norðyingarnir vardu seg manniliga. Táið ungir føroyskir studentar stovna Oyggjaframa í 1962, eru bara 17 ár gingin síðani allur heimurin hev­ur staðið í einum eldi. Tann stóra avkolo­nialiseringin fer fram hesi árini. Fidel og Ché fara niðan í Sierra Maestra fjøllini. Teir høvdu neyvan rokkið Havanna umvegis eitt hugnaprát við ameri­kansku mafiuna og leigusveinin Fuelgencio Batista á onkrari hissini barr í Santiago ella í Santa Clara. Tað, sum tó er vegamótið og meginlunnurin undir hes­um reyða ráki, er helst mannavonda ameri­kanska engasjemangið í Vietnam. Moral­kodeksið vestanfyri skeiklast, Minnist, at tað fall litterera ummælaranum hjá Framanum rættiliga fyri bróstið, táið hann metti um bókina »Í Grønlandi við Kongshavn«, at Magnus tók soleiðis til á blaðsíðu 79: »Marxistarnir royna at fáa fótafesti. Sorgarsøgan endurtekur seg. Tankarnir hjá Karl Marx eru vorðnir ein nýggj kirkja, líka so fanatisk og intolerant, sum tann gamla, og líka so frelst sum tær villastu kristnu sektirnar. Ístaðin fyri kristna humanismu seta teir socialistisku materialismuna, kristindómurin verður skýrdur teirra ringasti fíggindi.« Marxistiskt samkomulív