Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-11, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2011síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 131 ·11. november 2011 9 VIKUSKIFTI fer heilt úr spónalagnum, tí tað er ikki til at skilja, at superveldið USA so systematiskt fer í holt við at knúsa hetta lítla landið í Asiu sundur og saman – í stumpar og stykkir. Allur tramansskapur – uttan kjarnorka – verður brúktur, napalmeitrið avskeplar tey skeivoygdu, og andstygdin er tiltakandi, eisini millum føroysku ungmennini í Keyp­ manna­havn og seinri í Føroyum. Heim­urin gerst alt meira tvíbýttur, svart/hvítur, og stórveldini skáka hvørt annað tvørturum Jarntjaldið við eini vaksandi rúgvu av avanseraðum hernaðar­ísinkrammi. Kapitalistiska skipanin ræður vestanfyri og eitt slag av statskapitalismu eystanfyri, – hendan seinra hevur annars lítið við marxismu at gera. Upp úr hesum øllum vellir hin nýggi musikkurin. Beatles, Rolling Stones og Bob Dylan. Torv­royk­urin stendur í nasarnar, og seinri brestur ungdómsuppreisturin á í Frak­landi, hóast Charles de Gaulle í nýggjárs­ røðuni gamlaárskvøld í 67 segði, at so langt sum hann sá fram í tíðina, var ongin ófriður at hóma nakrar staðir. Nakað út á várið kemur tó eldur í, táið Cohn-Bendit og fylgisneytar hansara byrja byltingina á Universitetinum í Nanterre. Skjótt stendur eisini háborgin Sorbonne í ljósum loga, og hetta rákið fer sum ein grasvallabrandur um allan vesturheimin. Hetta er uppgerðin við hýggjuskotnar skipanir, autoriteturin skal missa valdið, og Rudi Dutschke tosar um marchin, sum nú skal fara ígjøgnum stovugongirnar á almennu institutiónunum. Fólk taka støðu. Ongin sleppur undan at taka støðu í hesum svart/hvíta heimi. Í Føroyum liggur harumframt ein annar latentur trupulleiki og úlmar stútt og støðugt, tað er spurningurin um loysing ella samband. Burturúr hesum øllum grør hetta rákið, sum Páll Holm Johannesen hevur givið okkum eina briefing um – eina rímiliga trivaliga flís av - í bókini um víðgongda vinstravongin í Føroyum 1962-1990. Hóast konseptið undir bókini kundi verið eitt annað, meira greinandi enn beskrivandi, so kemur høvundurin sær framat at kalla hvørjum króki í før­ oysku marxistisku kringekjuni. Talið á fraktiónum er vaksandi, sum árini ganga, her er næstan ongin savning um nakað sum helst, og søgur, sum eg havi hoyrt á fyrstu parkett, siga frá meiri at kalla láturligum savningarroyndum, har vaksnir menn hava spolað runt í Havnini í bivreið, við bindi fyri eyg­ unum, soleiðis at teir ikki skuldu vita hvør ið lokaliteturin var, har teir vóru endaðir og ráðini skuldu leggjast um bylting og broyting. Teir avnokta mestsum borgarligu parla­mentarismuna, sum helst er mik­ ið verri fenomen í Føroyum enn aðrar staðir, tí soleiðis sum viðurskiftini nú eru vorðin, verður Løgtingið ikki ann­að enn ein slags pedellur hjá donsku maktini í Føroyum. Tí skilji eg avgerðina hjá DP, um ikki at stilla upp­aftur fyri Tjóðveldisflokkin í 58. Hann radikaliserast við árunum, men situr ógviliga einsamallur við Roðanum og filo­soferar um, hvussu rósureytt alt kundi verið, um samfelagsskipanin var samanskrúvað øðrvísi – á annan hátt eftir marxistiskum meginreglum. Trupul­leikin er bara, at onnur, so mong onnur, vilja fremja tann nýggja til­standin á heilt annan hátt, hóast terminilogiin er marxistisk – komm­ un­istisk. Framamenninir tykjast blikna við árunum, sosialdemokratiserast, og teir flestu enda sum undirbrotligir sam­ ríkjamenn í Javnaðarflokkinum, hóast sjálvstýri og sosialisma var uppruna endamálið. Komm Ú'arnir tykjast onkursvegna at brúka felagsskapin sum dagdvølju í studentikosari øði, tað er lítið meira enn, at teir hava stigið fótin á land aftur í Føroyum, so sita teir á topp­postum í Sjónvarpi, í peninga­ stovn­um, í íverksetarahúsum, í Norður­ landa­ráðnum, á Umhvørvisstovuni, á Almannastovuni, á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og sogar á Løgtingi. Mesti komikkurin stendur tó og guvar upp frá Socialistiska Loysingarflokkinum. Fáar dagar fyri, at Danny skuldi verja ætlanir floksins í sjónvarpinum, legði eitt ferða­mannaskip frá bryggju í Tirana. Ávegis út í Adriatarahavið hingu fólk í vantrum, uttan á hvalabakinum, niður frá hekkuni og onkur hekk og spraklaði uppi á kókandi heita skorsteininum, bara fyri onkursvegna at sleppa burtur úr hesum jarðiska helvitinum, sum odd­ viti teirra, Enver Hoxha, hevði reitt ból fyri hjá sínum undirsáttum. Táið seyrv­ ingurin helt fyri við Dagmar, at Føroyar skuldu skipast eftir albanskum leisti, um flokkur hansara fekk makt sum hann hevði akt, tá bleiv gálgaskemtið so graverandi, at ongin longur kundi taka hesa fraktiónina fyri fult. Tann mest makabra fraktiónin, sam­ bært bókini, er tó Oyggjaframi ­(m-l), sum helt til úti á Reyni. Í Fólkabúðini. Helst uppkallað eftir fólkakommununum í slaraffenlandinum Kina. Har var ein bókahandil, sum vit onkuntíð vitjaðu. Minnist at ein bringumynd stóð og slotaði oman ímóti Tinganesi í tí eina vind­eyganum. Kinesiski bóndasonurin. Eina­ferð, í fullveldisins fagra blóma, koma vit tríggir Høgni, Finnbogi og eg gang­andi niðaneftir frá einum fundi í stjórnar-skrivstovunum á Tinghelluni. Orðaði við Finnboga um teir góðu gomlu dagarnar, og hann var sjálvandi mein­kunnugur við hesi stræti, hann sat jú í landsstýrinum, táið marx-lenin­ istarnir høvdu sína stórheitstíð í sjeyti­ árunum. Hann spískaði seg rættiliga, táið hann so sarkastiskt segði, mest fyri at arga Høgna, at: »Táið mann legði leiðina hendan vegin í gomlum døgum, tá sá mann í fjesið á Mao Tse-Tung, tað er vorðið meira heimligt í okkara tíð, nú Kjartan Hoydal hevur loyst hann av ímillum sprossarnar!« Sambært Pálli var tað her, at menn í djúpasta álvara tosaðu um at fremja vápnaða bylting í Føroyum. Her hús­ aðist ein politisk frímúraralosja við strongum aga. Ongin varð fluttur út á av­rættingarpelotongina, men makk­ aði tú ikki rætt, hugsaði tú ikki sum politbureau'ið, kjarnin, var eksklu­ siónin vís. Jósup Stalin var fyri­ myndin par excellence, ongin rakk hon­um til kníggja, og so var hann ein so avbera stórur teoretikari eisini. Hansara greining av dialektiskari materi­alismu bar av øllum. Hann hevði eisini definerað leninismunnar abso­lutta grundarlag. Men Mao, Pól Pot og Hoxha kundu eisini brúkast. Hetta vóru menn sum vildu nakað, teir høvdu lagt ein massivan løgregluring kring um sítt egna fólk, kannaðu alt úr høvdi í reyv, bara fyri at landsmenn teirra kundu stórtrívast undir teirra vælgerð og fjálgu hondum. Øll onnur litbrigdi í marxistiska ælaboganum vóru óbrúkilig. Tito, Fidel, Enrico Berlinguer og aðrir eurokommunistar vóru revisionistar og renegatar. Írasáð til søgunnar øskudunga. Sambært Pálli vóru hesir nationalu apologetarnir hjá Mao á byltingarlegu í Oslofjørðinum, fyrireikingin til eina føroyska guerilla var farin av bakkastokki, men ólukkutíð duttu teir útí í flogfarinum, nervarnir av loftturbulensinum spældu teimum eitt puss, og føroysku fjøllini hava staðið politiskt/kollveltingarliga spillnakin síðani. Nú alt verður lagt á blik um hesar ætlanir, hevði tað kanska verið eitt hugskot, at onkur teirra opinberaði fyri okkum, hvussu guerillan í heila tikið var løgd til rættis, og hvussu samfelagið annars skuldi skipast, eftir at ein partur av fólkinum var fyribeindur ávegis inn í kommunistiska paradísið. Bókin er áhugaverdur lesnaður. Hon er væl skrivað og løtt at lesa. Havi bara sæð eina kladdu, tí vóni eg, at alt ov mongu stavivillurnar eru rættaðar í einum seinasta rættlestri. Sum sagt, hongur hon tó í so nógv í leysum lofti, tí hon verður ikki sett í ein veruligan søguligan kontekst, – samanhang. Tað fer onkur annar kanska at gera, nú rámaterialið fyriliggur dokumentariskt. Tá tað hendir hevði rættast verið, at vit samstundis fingu eina psykologiska meting av hesum merkiliga tíðarskeiði og hvørjar orsøkirnar eru til, at menn í ávísan mun fara at ganga í politiskum ørviti og grópa í kirkjugarðsmoldini hjá Stalin. Sum so fingu hesar marxistisku sektir­nar onga politiska ávirkan á før­oyska samfelagið. Magnus Dam Jacobsen var helst á nógv rættari leið, enn hann sjálvur visti, táið hann í 1976 skriv­aði orðini, ið standa sum preludium til hetta hugleiðandi ummæli. Onkur ávirkan er sjálvandi transformerað út í flokk­arnar á tingi, treyðugt so, nakrir av samkomulimunum hava sitið og onkur situr á Føroya Løgtingi, sum berarar av eini postkolonialari borgar­ligari parlamentarismu. Restin mundi bara vera dagdvølja og líka so hysteriskt samkomulív, sum í teimum vill­astu kristnu sektunum. Eitt kom tó burturúr hesum øllum. Eitt ríkt mentanarlív. Í so máta hava m.a. teir, sum Rói Patursson rópti fyri uttangarðsmarxistarnir, ikki livað til fánýtis. At kalla allur skapandi og pro­gress­ivur vøkstur í føroyskum mentanar­lívið er komin úr politiska um­ hvørv­inum vinstru megin miðjuna. Hin síðan er ísakøld og hjartaleys, Mammon er Guð og Guð er Mammon. Gloymi ongantíð, táið Hilmar Jan á einum peppingarmøti fyri Nato, sum fascista­ vinurin Óli Breckmann skipaði fyri í gongugøtuni fyri fleiri árum síðani, advo­keraði fyri hesum krígsgalna felagsskapi brummandi lagið hjá Bob Dylan, – The times they are a'changing. Tá fór bukkan undan reyvini. Kortini mega vit ikki gloyma, at tað vóru tveir partar í hesum málinum. Vit, sum við áhuga lósu Dagblaðið í sjeyti- og áttatiárunum, vita, at tann kyndarin lempaði av dýru makt, fyri at halda stásinum ímillum politisku útriðurnar við líka. Partarnir treytaðu hvønn annan. Aktión – reaktión megin liggur latent ímillum okkum, bara onkur tímir at brúka hana. Tað kann ikki vera ósagt, at eg kenni nógvar av hesum monnunum heilt væl, sum nevndir eru í bókini. Kenni eg teir rætt, kundi ikki ein einasti teirra funnið uppá, at gjørt haltari hønu mein, eitt kettlingadráp er kanska undantakið, tí velji eg at lata ivan koma teimum til góðar, táið teir vera pumpaðir upp sum harðhjartað militer brótaraross, ið ætlaðu at drepa frá hond, fyri at fáa valdið yvir Føroyum. Sum ein teirra segði, táið eg spurdi hann: »Jamen, Harraguð, hvønn skuldu vit gjørt av við, her er so lítið at taka av framman­ undan, at tað hevði verið nonsens at skotið burturav, bara fyri at fáa valdið yvir ongum.« Góðan lestur, somikið áhugaverd er bókin, at eg las hana í einum strekki, og tann mest paradoksali tankin við lestrarlok var tann løgna búskaparliga støðan, at í dag er tað í stóran mun tann kinesiski kommunistaflokkurin, ið er stabilisatorurin í heimsbúskapinum, meðan superveldið vestanfyri spaku­ liga gongur til grundar. Ástøðið hjá Rósu Luxemburg um parasittarnar er kanska røtt. Kapitalisman hevur íborin evni at hevja seg sum fuglurin Fønix úr øskuni aftur, hvørja ferð, og hesaferð bendir okkurt á, at tað verð­ur kinesiski bróðurflokkurin hjá Oyggjaframa, – marx-leninistum, sum bjargar heiminum undan tí heilt stóra skrædlinum. Ikki eftir ástøðini hjá politiska skurðguðinum Mao, men eftir pragma­tisku nýskipanarleiðini hjá Deng Xiaoping, sum ikki var í krit­húsinum hjá reyðdæmdu politisku sam­komu­limunum úti á Reyninum fyri 30-40 árum síðani.