Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-11, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2011síða 42

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 131 ·11. november 2011 10 VIKUSKIFTI Sprotin Navnleysir vegir er seinasta skaldsøga í einari trilogi um, hvussu lívið hilnast hjá einari fátækari familju í Íslandi í fyrru helvt av undanfarnu øld. Bókin er um tey vesælu í eini tíð, tá ið stórar kollveltingar vóru. Søgan er sólin, ið skínir á kavan, meðan vit ganga móti bjartari tíðum. Tað var einaferð, tá ið íslendingar einki annað ljós kendu. Tey trý trilogiverkini eftir Einar Már Guðmundsson – Fóta­spor á luftini, Dreymar á foldum og Navnleysir vegir – spretta úr slíkum tíðum. Már sigur ikki frá stórum og týðandi hendingum, men um lívið hjá almúguni, sum líður nógva sorg, og frá tíðini, sum tey livdu í. Hóast bøkurnar hjá honum snúgva seg um lívsins døpru síður, so eru bøkurnar bjartskygdar, tí høvundurin dugir so væl at meitla út djúpar persónar, at lýsa hendingar við humori, ið sprettir úr íslendskum ævintýrum, og at seta síni eymleikans fingramerkir, ið gerast sum ein trá afturundirgerð, á allar tríggjar bøkurnar. Tann fyrsta bókin í trilogiini – Fótaspor á luftini – endar við, at gubbarnir hjá frásøgufólkinum, ið nevnir seg Ravn Ólavsson, eru vaksnir til mans og fullir av framfýsni og hugi at hertaka, um ikki allan heimin, so í øllum førum Reykjavík. Síðani kom Dreymar á foldum sum eitt slag av lýriskum millumspæli og snúði seg mest um systur teirra, Sæunn, ið vit eisini hitta í Navnleysum vegum. Dreymar á foldum er mest órógvandi bókin av teimum trimum, skrivað við kenslubornari poesi, sum lyftir tekstin upp og blæsir anda inn í hann og gevur honum vald og ávirkan. Væl er, at Navnleysir vegir ikki hevur somu sterku poesi sum Dreymar á foldum, men harafturímóti hevur hon sterkari, litmiklari og fjølbroyttari persónar Bókin Navnleysir vegir snýr seg um tey litmiklu skyldfólkini, sum Einar Már skapti í undanfarnu skaldsøgunum Fótasporum á luftini og Dreymum á foldum. Søgugongdin er í Íslandi í kríg­ num. Landið er hertikið, og barakkir eru bygdar, og lesarin verður tikin við av øllum hendingunum, ið lýstar eru við rámandi humori. Úr stóra syskina­ flokkinum fylgja vit aloftast Ragnari og Ívari. Ragnar er taxasjafførur, Spania­landsfari og kommunistur, og Ívar er náttúruheilivágsfrøðingur. Einar Már borðreiðir sum altíð fyrst við teirri hjartanemandi søguni hjá einstaklinginum og fer síðan yvir í eina meira samfelagsliga niðurstøðu. Enn ein heilarívandi íslendsk tjóðarsøga, javnvigað millum søguligar heimildir og hugflog, frá meistarans hond. Skrivistílurin hjá Einari Már er at blása upp ímyndaðar persónar til at gerast mynd á okkurt meira universelt og samfelagsliga viðkomandi, uttan tað, at hesir gerast parodiir, tí tað gerast teir undarliga nokk ongantíð. Og her hitta vit Julius Blomberg, ella Júlla Blomm, sum er ímyndin av einum pengasjúkum jøda. Ein kann undrast á, hvussu væl Már klárar at lýsa samfelagsligar trupulleikar, sjálvt fleiri ár áðrenn teir, sum nú, komu fram og elvdu til altjóða kjak. Er Júlli Blomm ikki ein nágreinilig lýsing av Evelyn Rothschild, kann verða spurt? Miðilin hjá Einari Már til hetta undarliga stað í sálini, sum hann rakar so væl og sum eitur: at síggja støðuna, sum hon veruliga er, er gjøgnum humor, sum sprettir úr tí harða og ógvusliga íslendska gerandisdegnum, tá ið fíggjarlig kreppa er, á sama hátt sum ímyndin av føroyingum, sum velta og bróta upp úr nýggjum, seigliga, dag fyri dag og ár fyri ár. Tó er tað skeivt at bera Már í skaldsligu viðgerð síni saman við eitt íslendskt ross, tí tá fært tú ikki humorin við, tó at tú fært tað stigjavna strevið. Már er av allarstuttligastu og gløggastu norðurlendsku høvundum. Navnleysir vegir er ein undarliga heilarívandi bók, sum fevnir um fleiri lagnur, sum kundu verið okkara egnu ella tann hjá okkara børnum, søgd við innlivingarstíli og merkiliga spádómsligum samfelagsligum og søguligum varhuga. Vilt tú verða íslendingur, ella seta teg inn í tað samfelagið og tann hugburðin og ta tjóðarsøguna, so mást tú lesa Már, og serliga Navnleysar vegir. Eg havi ofta havt lyndi til at bera Már saman við tann franska høvundan Michel Huellebecq, men skal eg taka annan fram um hin, so taki eg Már framum, av tí at hann er jarðbundnari og hevur ikki tað sama av samfelagsligari vreiði og anti- islamistiskum svávulprætikaríi, men altíð samkenslu við øllum. Ummælarar eru samdir um, at stílurin hjá Einari Már er sermerktur og minnir um tann hjá Günther Grass og Gabriel García Marquez. Men í hesum trimum verkum ger Einar tó onga roynd at gera lesaran ovfarnan við sínum vali av sjónarhorni. Frásøgurøddina eigur her Ravnur Ólavsson, ið kann skiljast sum høvundans alter ego. Hetta gevur bókunum dám av per­ són­ligu familjusøguni hjá Einari Már, lyft upp til fiktión. Frásigarin gerst miðdepil í Dreymum á foldum. Hann sigur seg hvørki vera filosoff ella rit­høvund, men einans ein, sum skjalfestir eftirtíðini hendingar fyri at »geva teimum, ið noydd vórðu at tiga, eina rødd og at minnast tey gloymdu.« Hesin eyðmjúkleiki er tann sami, sum íslendskir søguhøvundar nýttu. Hvørja ferð søgan hjá teimum kom upp í hæddina, pilkaðu teir hana niður fyri at leggja størri dent á hendingina og geva henni trúvirði. Skrivistílurin hjá Einari Már er í hesum trimum bókum eins og stílurin í íslendsku søgunum. Hann er beinrakin, samrøðurnar stuttar og greiðar, og lítið uttanumtos er. Í s sigur frásøgurøddin eisini um Ragnar gubba sín, ið ferðaðist gjøgnum lívið sum ein melduródn, at »Hann var ikki meir enn komin, so fór hann avstaðaftur.« Men tann einfaldi stílurin er bara eitt av serkennunum hjá Mári. Hann kann sigast vera ágrýtnari enn flestu rithøvundar at royna at strika burtur mørkini millum stílir og sjangrur. Áðrenn tú veitst av, so lesur tú onkra blending millum rámastu sosialrealismu og evni úr fólkaævintýrum og søgum um huldufólk, sagnum, dreymum og profetium. Hetta er magisk realisma av besta slag, sum vit kenna frá millum øðrum Williami. Siðbundna saga-søgusigingin skiftir pláss við modernaðan stíl við vakrari lýriskari symmetri. Og tó eru hesar tríggjar bøkur eisini politiskt tilvitaðar. Einar Már lítir á analýtiskan hátt at urbaniseringini, sum er í Íslandi, og mótsett flestum ís­lendskum høvundum, so heldur Einar tað vera gott við eitt sindur av urbanisering og roynir ikki at koma við heiðurslovsongum um tað heiðurliga bóndalívið. Einar Már kemur heldur ikki við síni egnu politisku áskoðan, men tó hevur hann altíð sosialistiskan samhuga við teimum fátæku. Bøkurnar hjá Einari Már eru odur til tey fólk, sum ganga á odda fyri at fáa modernitetinum innrás í Íslandi, teirra offur, teirra samanhald og kærleika. Sum tú lesur hesa frálíku bókarøð, gerst tú meir og meir varur við, hvussu nógv Einar Már tekur úr íslendska skald­skapinum av mannamunni. Søgur verða endursagdar í einum smá­broyttum frábrigdi, og persónarnir koma afturumaftur eitt sindur broyttir í lyndi og hami, men altíð við ser­ merktum frásøgustíli. Einar Márs skaldsøgur eru søguligar skaldsøgur av teimum allarbestu. Tey sýna okkum per­sónar, sum bæði eru evni í sjálvum søgunum, eins væl og virknir luttakarar í hendingunum. Navnleysir vegir leggur fyri við einum sitati eftir Karl Marx: »Menn skapa sjálvir sína egnu søgu, men teir gera tað ikki, sum teir sjálvir høvdu viljað.« Hesi orð hava ongantíð verið so sonn sum her, og tað prógva skaldsøgurnar hjá Einari Már til fulnar. Navnleysir vegir er ein lýrisk søga úr tjúgundu øld, skrivað við evnum, skili og inniligum ansi fyri perspektivi. Navnleysir vegir – 3. verk í trilogi hjá Einar Már Guðmundsson – Kemur út á Sprotanum Navnleysir vegir