Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-11, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2011síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 131 ·11. november 2011 11 VIKUSKIFTI Men eg sigi: at fiktión er at leita í uttara heiminum eftir innaru meining, og í innara heiminum eftir uttaru meining. Tað snýr seg alt um samband, samløg og kærleika. All you need is love Einar Már Guðmundsson Menn skapa sjálvir sína egnu søgu, men teir gera tað ikki, sum teir sjálvir høvdu viljað Karl Marx Navnleysir vegir snýr seg mest um brøðurnar Ívar og Ragnar, ið vaksa upp undir hørðum korum, men klára seg. Ívar lænir pengar út og gerst ríkur og íðin forsprákari fyri náttúruheilivág, og Ragnar gerst veteranur úr spanska borgarakrígnum og virdur stríðsmaður fyri proletarar. Men hvørgin teirra megnar at gerast lukkuligur. Teir vita ikki, at kærleikin krevur persónlig offur, og tí vísa teir kærleikanum burtur. Ívar finnur burturvilstu dóttur sína, men vísir henni frá sær av tí, at hon ikki vil akta hann í øllum. Og Ragnar tekur seg aftur frá familju síni og fer at drekka, tá alt ikki gongur sum ætlað. Navnleysir vegir er tí líknilsi um kærleiksloysi. Men søgan snýr seg eisini um familjusamanhaldið, sum er tað, ið bjargar Ragnari og fær hann á føtur aftur. Einar Már Guðmundsson er mest týddi íslendski rithøvundur av teimum, ið eru føddir eftir kríggið. Hann skrivar skaldsøgur, stuttsøgur, og hann yrkir. Frásøgustílurin hjá honum er á tremur við rámandi humori og hevur lýriskan dám, og hann loddar dýpið í Reykjavíkar urbana miljøi við sínum persónum, ið altíð eru sum meitlaðir úr íslendskum vulkangróti. Einar Már Guðmundsson varð føddur í Reykjavík í 1954. í 1979 tók hann prógv í bókmentum og søgu frá Lærda Háskólanum í Íslandi og flutti til Danmarkar á Lærda Háskúlan í Keypmannahavn at granska víðari í bókmentum. Eftir tað ferðaðist Guðmundsson eitt skifti. Hann býr í dag í Reykjavík saman við konu og fimm børnum.