Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-11, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. november 2011síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 131 ·11. november 2011 14 VIKUSKIFTI Val og tøl Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað eru fyrst og fremst Kaj Leo Holm Johannesen og Jørgen Niclasen, ið eru arkitektar aftan fyri samgonguskjalið, sum varð undirskrivað gjáranáttina. Felags fyri teir báðar er, at teir lyftu sínar flokk­ar fram til sigur á løgtingsvalinum, og at teir eru oddvitar í stóru borgarligu flokk­unum, sum mest sum vunnu helm­ingin av tingsessunum. Talan er um fjórðu borgarligu sam­gonguna. Tvær vóru í fimmti ár­ unum, og ein var fyrrapartin av áttati árunum. Myndugleikin hjá løgmanni er størri hesa ferð, enn hann var, tá ið Kaj Leo Holm Johannesen 26. september 2008 setti seg í løgmanssessin. Nú er hann toppskorari hjá Sambandsflokkinum, nú er hann fyrst valdur av øllum 33 tingmonnunum, og nú hevur hann royndir av at vera løgmaður. Kaj Leo hevur aftur og aftur undir­ strikað týdningin av, at øll, sum skulu arbeiða saman í samgongu, kenna seg eiga ognarskap í samgonguskjalinum. Hóast tað ivaleyst hevur kenst darvandi at so nógv hava verið uppi í á gamla apoteki, so eigur tað at hava sín týdning. Higartil hevur einki verið at hoyrt um misnøgd í samgonguflokkunum, og tað er merkisvert, nú tað eru so nógvar konfliktlinjur í politikkinum, og nú flokkarnir standa veikari, enn teir áður hava gjørt. Jørgen Niclasen hevur verið illa sperdur, men tað kann fara at vísa seg, at samgonguskjalið er lopfjølin til nýggja politiska styrki. Uttanríkisráðið var barnið hjá Fólkaflokkinum, og Jørgen Niclasen var fyrsti og higartil einasti uttanríkisráðharrin, sum Føroyar hava átt. Tað er synd at siga, at talan var um glæsuligt tíðarskeið hjá Jørgeni at vera uttanríkisráðharri, og í valstríðnum og samgongusamráðingunum hevur einki verið at hoyrt um, at Fólkaflokkurin var áhugaður í tí, sum áður var ein av eygnasteinunum. Hesa ferð gjørdi Fólkaflokkurin flatskattin til sítt høvuðsevni í val­stríð­ num. Valúrslitið sigur, at tað riggaði væl. Jørgen Niclasen var fremsti talsmaðurin fyri broytingini í skatt­inum, og tað hevur eydnast honum at fáa flatskattin at vera eitt av høvuðs­málunum í nýggja sam­gongu­skjalinum. Persónliga valúrslitið hjá fólkafloks­ formanninum var ikki tað sama, sum tað var hjá fleiri av hinum floks­for­ monnunum. Men gongdin í sam­gongu­ samráðingunum hevur styrkt um støðuna hjá A formanninum, sum tað nú verður torførari at sleppa uttan um, tá ið Fólkaflokkurin seinni í mánaðinum skal velja formann, hóast ­Fólkaflokkur­in nú hevur undirskrivað samgonguskjal, sum boðar frá, at landsstýrið skal venda sær til ríkismyndugleikarnar við umbøn um at dýrtíðarviðgera blokkstuðulin. Hetta smakkar ikki væl hjá summum fólkafloksmonnum, sum júst nú hugsa bæði um Framsókn og Tjóðveldi. Gongdin í hesum málinum er gott dømi um, hvussu tað broytist í politikki: Tað var táverandi formaðurin í Fólka­flokkinum, Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum í 2001 saman við Høgna Hoydal var høvuðsmaður, tá ið løgtingið sam­tykti at lækka blokkstuðulin við meiri enn trý hundrað milliónum, og at blokkurin skuldi fastfrystast. Karsten Hansen var fíggjarmálaráðharri, og Kári P. Højgaard, sum í gjárkvøldið varð afturvaldur til formann í Sjálv­ stýris­flokkinum, taldist millum teirra, ið atkvøddu fyri. Hann sat tá á tingi sum varamaður fyri Sámal Petur í Grund, sum var landsstýrismaður. Nú fara gomlu fullveldisflokkarnir – Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin – saman við Sam­ bandsflokkinum og Kaj Leo Holm Johannesen løgmanni til Danmarkar at samráðast um at dagføra blokk­ stuðulin! Ósemjurnar At finna semjur í politikki er ikki vorð­ ið lættari, enn tað hevur verið. Kon­ fliktlinjurnar eru nógvar, tær gerast alt fleiri, og harvið verður tað torførari at finna semjur bæði millum flokkar og eisini í flokkum. Eitt er spurningurin um býtið av sam­felagsvirðunum ella tað, sum van­liga verður rópt vinstra og høgra politikk­ur og harvið spurningarnir um væl­ferð og skatt og vinnu. Eitt annað er fullveldið, sambandið og/ella samstarvið við Danmark, og eitt triðja er virðisspurningurin. Tað vil siga spennið millum traditionellu og meiri nýmótans fatanina av etisku og moralsku málunum, eitt nú fosturtøku og støðuna hjá samkyndum, sum eru mál, ið støðugt spøkja. Fjórða økið, sum ofta er orsøk til politiskar spenningar, er miðstaðurin mót­vegis útjaðaranum, tá ið tað snýr seg um plaseringar av almennum stovn­ um, rakstrarútreiðslur og íløgur. So eru tað fatanin av, hvussu burðar­dygga menningin skal røkkast, og sum ser­ frøðin og tey í vinnuni oftast eru ósamd um, og so er tað kynspolitikkurin, sum tað stútt og støðugt verður mint á. Nú er samgonguskjal undirskrivað millum fýra flokkar, sum ber parla­ mentariska trygd fyri, at Kaj Leo Holm Johannesen heldur fram sum løgmaður, og at tingið tekur til eftirtektar, at løg­ maður hevur mannað landsstýrið av nýggjum. Samgonguskjalið sigur meiri og minni ítøkiligt, hvørjar ætlanirnar eru. Hvussu tað fer at eydnast at røkka málunum, snýr seg nógv um álit og kemi millum tey, sum eru í sam­gong­ uni. Fyrsta takið verður at fáa fíggjar­ lógina fyri 2012 at hanga so frætt saman, sum tað ber til, tá ið havt verð­ ur í huga, at undirskotið skal hvørva í seinasta lagi í 2016. Longu í tí arbeið­ num fæst at síggja, hvørjar aðrar sam­ gongur verða. Undanfarnu árini hava vit sæð fíggjarnevndarsamgongu, makrel­samgongu og t. d. samgongu í etisk­um spurningum. Tað er luturin hjá andstøðuflokk­ unum at syrgja fyri mótspæli til tey, sum sita við valdinum. Ein partur av hesum spælinum plagar at vera at skipa alterna­tivar samgongur. Høgni Hoydal og Poul Michelsen kenna leiklutin, men tað verður fyrsta ferðin, at Aksel V. Johannesen skal royna seg sum and­ støðupolitikara. Ein av prinsipiellu spurningunum hjá teimum er, hvussu tað stendur til við langtíðarsemjunum. Eitt nú í Dan­ mark verður tað gingið høgt uppí, at flokkarnir halda politiskar av­talur, hóast talan er um skifti í samgongu­ samanseting. Avtalubrot verður mett at vera sera álvarsligt. Seinni hálvleikur Einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, og tað er undir landi, at tað er vandamiklast at sigla, tí har eru flúrarnir, bogarnir, íðurnar og strongirnir, plagdi Anfinn Kallsberg at siga. Eftir døgurða í gjár settu sam­ gongu­flokkarnir seg at býta málsøkini og harvið at finna útav, hvussu lands­ stýrið skal mannast. Saman við hesum hongur býtið av nevndarsessum og formanssessum í tinginum og eitt nú um­boðanin í norðurlandaráðnum. Hetta plagar altíð at vera torført ar­ beiði, og tað verður tað eisini hesa ferð. Flatskattin eigur formaðurin í Fólkaflokkinum, og hjá løgmanni eydnaðist tað at fáa gomlu fullveldisflokkarnar at ganga við til at fara til Danmarkar at samráðast um hægri blokkstuðul Fjórða borgarliga samgongan farin av bakkastokki