fríggjadagur 11. november 2011síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 131 ·11. november 2011
15
VIKUSKIFTI
Royndirnar siga, at tað ikki er fyrr enn
í síðstu løtu, at hetta fæst frá hondini.
Tað er møguleiki fyri, at alt er avgreitt,
tá ið hesar reglur verða prentaðar, men
sannlíkt er tað, at tað verður leygarnátt
og kanska leygardagur, áðrenn telvingin
verður heilt liðug.
Smærru flokkarnir
Løgmaður ætlaði at halda fast við
útspælið upp á sjey landsstýrismenn
– íroknað løgmann – sum Sambands
flokkurin spældi út við í valstríðnum.
Hetta er ynski, sum ikki gjørdist veru
leiki. Tað er á landsstýrisfundum, at
avgerðirnar verða tiknar, og harvið
hevði tað tyngt um politiska arbeiðið,
um ein samgonguflokkur ikki var í
landsstýrinum. Tí fáa smáu flokkarnir
ein landsstýrismann í part.
Tað er bara eina ferð komið fyri, at
ein flokkur hevur verið partur av lands
stýrissamgongu uttan at eiga umboð í
landsstýrinum. Sjálvstýrislandsstýrið
frá 1963-1966 var mannað við umboðum
fyri Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkin og
Sjálvstýrisflokkin. Framburðsflokkurin
hjá Kjartani Mohr var partur av parla
mentariska grundarlagnum uttan at
eiga landsstýrissess. Harafturímóti
var Kjartan Mohr leskaður við týdn
ingarmiklum nevndarsessum í løg
tinginum.
Bill Justinussen, sum áður hevur
verið landsstýrismaður í heilsumálum,
er besta boðið upp á landsstýrismann
hjá Miðflokkinum, og Jógvan Skorheim,
varaborgarstjóri í Klaksvík, er besta
boðið upp á landsstýrismann fyri
Sjálvstýrisflokkin.
Tað er áður sætt, at tað ber væl
til at rokera við málsøkjum og so at
siga uppfinna nýggj aðalráð. Soleiðis
kann tað eisini ganga hesa ferð. Tá ið
fullveldissamgongan varð skipað í 1998,
setti Sjálvstýrisflokkurin upp á at fáa
tveir landsstýrismenn. Tað eydnaðist,
og oljumálaráðið varð seymað til
Eyðun Elttør at umsita.
Rósa og løgmaður
Hjá Sambandsflokkinum verður Kaj
Leo Holm Johannesen løgmaður við
styrktum mandati sammett við tað, sum
hann hevði fyri trimum árum síðani.
Hóast hann tykist duga væl at lurta og
laga seg til ynskini hjá valfeløgunum
kring landið, so eigur hann hesa ferð
at hava nógv størri leiklut í at gera
av, hvør verður landsstýrismaður fyri
Sambandsflokkin.
Tað ber ikki til hjá løgmansflokkinum
at vera við í samgongu uttan at hugsa
um javnstøðuna. Rósa Samuelsen hevur
verið landsstýrismaður í almanna
málum, og hon fekk dygga álitisváttan
á løgtingsvalinum. Tað er mest beint
fram, at hon heldur fram í tí sess
inum ella í øðrum landsstýrissessi, um
Sambandsflokkurin ikki fær almanna
mál. Hetta málsøkið er tað tyngsta av
øllum. Tí átti tað at verið áhugavert at
umsitið. At tað er sera krevjandi og
tyngjandi, og tískil ber nógva umrøðu
við sær – og hon verður ikki minni
um stórar sparingar skulu fremjast –
so kann tann møguleikin hugsast, at
Sambandsflokkurin ynskir at avreiða
almennamálini fyri at fáa okkurt annað
at umsita.
Hvør triði landsstýrismaðurin hjá
Sambandsflokkinum verður valdast um,
hvat málsøkið verður. Tveir kandidatar
eru í tingbólkinum: Jóhan Dahl, sum í
løtuni umsitir vinnumálini – íroknað
fiskivinnuna – og Bjørn Kalsø.
Um støðið verður tikið í uppgerðini
um fiskivinnupolitikkinum, sum undan
valinum var í løgtinginum og innanhýsis
í flokkunum, so er eingin ivi um, at ein
partur av Sambandsflokkinum heldur
vil hava Bjørn Kalsø enn Jóhan Dahl
til landsstýrismann í fiskivinnumálum.
Jóhan Dahl til fyrimunar telur, at hann
og løgmaður higartil hava drigið somu
línu í fiskivinnupolitikkinum.
Bjørn Kalsø er boðið, um Sambands
flokkurin fær mentamál at umsita.
Jørgen í fíggjarmálaráðið
Fýra tingfólk í Fólkaflokkinum eru upp
á tal til at manna landsstýrið.
Jørgen Niclasen eigur at vera
sjálvskrivaður sum landsstýrismaður í
fíggjarmálum. Skuldi tað hent, at hann
ikki verður fíggjarmálaráðharri, so kann
ikki sigast annað, enn at samgongan fer
haltandi frá kai! Tað er fyrst og fremst
Jørgen Niclasen, sum hevur spent seg
fyri uppskotið um flatskatt, og tað hevði
verið undarligt og lítið sannførandi, um
nakar annar fór í Fíggjarmálaráðið at
fyrireika broytingarnar í skattalógini
og øðrum lógum, sum neyðugt er at
broyta, um flatskatturin ikki skal verða
annað enn valflesk, nú tað verður Excel
rokniarkið, sum Aksel hevur sitið við,
ið skal hjálpa ella stýra Jørgeni.
Jacob Vestergaard hevur verið
bæði uttanríkismálaráðharri og fiski
málaráðharri, og hann er besta boðið
hjá Fólkaflokkinum upp á fiskimála
ráðharra.
Annika Olsen er sjálvskrivað sum
landsstýriskvinna. Hon var toppskorari
á valinum, og tað hevði borið illa til hjá
Fólkaflokkinum onga kvinnu at havt
í landsstýrinum. Annika hevur verið
landsstýrismaður í innlendismálum,
og hesa ferð er hon boð upp á henda
sama sessin umframt mentamálini, um
tey fella til Fólkaflokkin.
Síðsti fólkaflokstingmaðurin, sum
brennur fyri at vinna landsstýrissess,
er Jákup Mikkelsen. Hann var upp á tal
fyri trimum árum síðani, men tá leyp
hann av. Síðani tá hevur hann verið
formaður í tingbólkinum. Tað plagar
at vera góð lopfjøl til landsstýrissess.
Jákup og norðoyingar kunnu vísa á,
at aftur hesa ferð var úrslitið í Norð
oyggjum glæsuligt og ikki minst
merkisvert, nú Anfinn Kallsberg ikki
var á listanum.
Fleiri av bygd
Hóast valfeløg kring landið treingja á
at fáa júst teirra umboð í landsstýrið,
so bendir alt á, at tað vera tey við
parlamentariskum royndum, sum
fara at manna sessirnar kring fundar
borðið í Tinganesi. Undantakið verður
landsstýrismaðurin hjá Sjálvstýris
flokkinum.
At sjey av teimum valdu fara úr
tinginum og í landsstýrið ber við sær,
at sjey, sum í fyrstu atløgu dumpaðu,
nú fáa boð um at møta á tingi. Seks
av hesum eru av bygd, og ein er úr
høvuðsstaðnum. Talan er um eina
kvinnu – úr høvuðsstaðnum – og um
seks bygdamenn.
Í
Fólkaflokkinum
eru
tað
Rodmundur Nielsen í Saltangará,
Joen Magnus Rasmussen í Leirvík og
Brandur Sandoy, borgarstjóri á Sandi.
Ongantíð áður hevur Fólkaflokkurin
havt so stóra politiska umboðan úr
Eysturoy. Umframt Jógvan á Lakjuni
vera Rodmundur Nielsen og Joen
Magnus Rasmussen úr Eysturoy á tingi
fyri Fólkaflokkin.
Rodmundur hevur verið eykamaður
síðsta valskeið. Hetta er fyrsta ferðin,
at Joen Magnus Rasmussen og Brandur
Sandoy koma á ting, og úrslitið hjá
báðum er merkisvert. Hvørgin hevur
áður verið uppstillaður. Joen Magnus,
sum er stjóri í Tavuni í Leirvík, fekk 255
persónligar atkvøður – ikki bara í Leirvík
og Eysturoy – og Brandur Sandoy
fekk 228 persónligar atkvøður. Fyrst
og fremst í Sandoy, har atkvøðurnar
í fólkafloksbygdini Húsavík hesa ferð
fluttu til Brand Sandoy og frá Gerhardi
Lognberg, sum so at siga lænti tær í
2008.
Í Sambandsflokkinum koma trý
spildurnýggj fólk á ting: Eivin Jacobsen
í Sørvági við 228 persónligum atkvøðum
(197 úr Vágum), Reimund Langgaard í
Leirvík við 168 persónligum atkvøðum
og Jóna Mortensen í Havn við 161 per
sónligum atkvøðum. Reimund verður
fjórða sambandsumboðið úr Eysturoy,
har Alfred Olsen, Helgi Abrahamsen
og Edva Jacobsen eru vald, og Eivin
Jacobsen verður annað umboðið í
Vágum, har Rósa Samuelsen býr. Sam
bandsumboðanin úr høvuðsstaðnum
er lutfalsliga lítil. Umframt løgmann
verður Jóna Mortensen næsta sam
bandsumboðið úr Havnini á lands
politiska pallinum.
Um Bill Justinussen verður lands
stýrismaður, so kemur Karsten Hansen
á ting. Hann var tólv atkvøður aftan fyri
Bill á valinum 29. oktober, og Karsten
var tann, sum átti flestar persónligar
atkvøður, 416, uttan at verða valdur.
Royndirnar
Fyri einari viku síðani kom okkurt
skeivt fyri, tá ið víst varð á, hvussu
nógvar royndir politikarnir hava.
Tveir tingmenn eru, sum fyrstu
ferð vórðu valdir í 1984. Teir eru Poul
Michelsen, sum var tingmaður 1984-
1990 og aftur síðani 2002, og Henrik
Old, sum sat frá 1984 og fram til 2008,
og sum nú er afturvaldur. Jenis av Rana
hevur sitið á tingi síðani 1994, tá ið
eisini Bjarni Djurholm fyrstu ferð varð
valdur. Hann hevði verið varamður
fleiri ferðir frammanundan.
Hvør skal vera tingformaður er
partur av samgonguavtaluni. Tað hevur
ljóðað, at Kári P. Højgaard skuldi verða
nýggjur tingformaður. Soleiðis verður
tað ikki. Sjálvstýrisflokkurin gongur
ikki við til, at tign og løn á sama stigi
sum hjá løgmanni skulu vera orsøk til,
at flokkurin politiskt verður heilt vong
brotin, og størru flokkarnir halda seg
eiga rættin til tignarliga sessin.
Fyri viku síðani varð tað nevnt í
hesum teigi, at mest uppløgdu boðini til
formanssessin eru Jógvan á Lakjuni og
Bjarni Djurholm úr Fólkaflokkinum og
Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum.
Tað verður ein av hesum, sum verður
valdur, tá ið Poul Michelsen sum ellis
formaður fyrrapartin í morgin fer at
skipa fyri vali av formansskapi í nýggja
løgtinginum.
Fjórða borgarliga samgongan er nú
farin av bakkastokki. Kaj Leo og Jørgen
skipa fyri flatskatti og hægri blokki, og
nú endar greinarøðin um val og tøl í
hesum umfari.
Punktum fyri hesi greinini varð sett
seinnapartin hósdagin.
Føroya Landsstýri 15. des. 1950 - 18. des. 1954
Sambandsflokkurin
og Fólkaflokkurin
Kristian Djurhuus, løgm., sb.
Thorstein Petersen, lstm., ff.
- 1951-54: Hákun Djurhuus, lstm., ff.
Richard Long, lstm., ff.
Føroya Landsstýri 18. des. 1954 - 9. jan. 1959
Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin
og Sjálvstýrisflokkurin
Kristian Djurhuus, løgm., sb.
Hákun Djurhuus, lstm., ff.
- 1957-59: Ole Jacob Jensen, lstm., ff.
Edward Mitens, lstm., sj.
Føroya Landsstýri 5. jan. 1981 - 10. jan. 1985
Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin
og Sjálvstýrisflokkurin
Pauli Ellefsen, løgm., sb. - Uttanlands-,
ídnaðar- og arbeiðsmarknaðarmál
Olaf Olsen, vløgm., ff. - Fiskivinnu- og
handilsmál
- frá 1983: Anfinn Kallsberg, lstm, ff.
Eilif Samuelsen, lstm., sb. - Skúla-,
almanna- og orkumál
Páll Vang, lstm., ff. - Landbúnaðar-,
heilsu-, samferðslu- og løgmál
Tórbjørn Poulsen, lstm., sj. - Fíggjar-,
kommunu- og mentanarmál
Borgarligar
samgongur
VAL OG TØL