Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2011síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hevur tú evnini at kveikja ein neista í øðrum fólkum? Hevur tú evnini at fáa fólk og arbeiðsgev ar ar at síggja møguleikarnar?   So ert tú rætta fólkið til at gerast kveikjari hjá ALS. Tað snýr seg um at hjálpa fólki at finna eitt nýtt starv. Tað snýr seg um at hjálpa við at finna eina menningarleið, so til ber at skifta starvsleið. Tað snýr seg um at finna rætta starvið, skeiðið ella skúlan at fara á. Ella kanska er starvs- venjing ein møgu leiki, soleiðis at hann ella hon finnur eitt nýtt starv. Í kveikjarastarvinum kemur tú í sam band við nógv fólk. Tú kemur at tosa við arbeiðsgevarar, kommunur, skúlar, stovnar og so sjálvandi eisini tann arbeiðstøka. ALS bjóðar tær eitt spennandi starv í einum livandi umhvørvi. Tú kemur at arbeiða á Tænastu deildini, har 10 fólk arbeiða. Við nýggju kveikjarunum verða fýra kveikjarar á deildini. Tú ert útvend/ur, dámar væl at tosa við fólk, megnar at fáa fólk at finna tað besta fram í sær sjálvum og dugir at leiða onnur fram móti úrslitum. Tú hevur møguliga eina hægri útbúgv ing, kanska eina miðal langa útbúgving, ella tú hevur royndir, sum gera teg til tann rætta til starvið. Í dag arbeiðir tú helst við fólki. Tú ert kanska sølufólk. Kanska tú ert samskipari ella ráðgevi. Tað týdningar miklasta er, at tú hevur rætta lyndið og hevur evnini at fáa góð úrslit. Løn sambært avtalu. Størvini verða sett skjótast gjørligt. Send umsóknina við telduposti til als@als.fo innan fríggjadagin 18. november kl. 12.00. Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum, kanst tú ringja til Høgna í Stórustovu á telefon 299502 ella senda honum teldupost á hognis@als.fo. Vit gleða okkum at frætta frá tær! Kanst tú fáa fólk til at leypa upp um forðingar? ALS søkir tveir kveikjarar! www.sansir.fo