Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-14, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Klokkan 10 í morgun hevði Kaj Leo Holm Johanne­sen, løg­maður, boðað til tíðinda­ fund­ar, har sam­gongu­skjalið skul­di undirskrivast. Og tað vóru fýra væl­upp­ lagd­ir floksformenn, sum møttu til fundin. Løgmaður legði fyri við at greiða frá í stutt­um, hvat stendur í sam­gongu­ skjalinum, og síðani fingu Jørgen Niclasen, Kári P. Høj­gaard og Jenis av Rana orðið, og teir greiddu frá, hvat hevði týdning at fáa við í sam­gonguskjalið fyri teirra við­kom­andi. Nógvir politikarar vóru møttir upp til tíðinda­fund­in, og bæði Aksel V. Johanne­ sen og Høgni Hoy­dal vóru komnir at fregn­ast um, hvat stendur í sam­gongu­ skjalinum. Løgmaður legði dent á, at búskapurin stendur fremst á breddanum, og við Rás2 sigur Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen, at nýggju lands­stýris­fólkini fara at savnast til ein dag­ lang­an fund onkunstaðni eitt sind­u­r avsíðis, sum til dømis á Gjáargarði ella á Viðareiði, at viðgera politisku støðuna og leggja landsstýrisarbeiðið til rættis. Løgmaður sjálvur heldur ikki, at tað hevur verið ser­ liga trupult at góðtaka ynski frá hinum flokkurum, og tað positiva vigar nógv meira enn tað negativa í sam­ gonguskjalinum fyri Sam­ bands­floksins við­kom­andi. Skattur við inngjald Eisini Jørgen Niclasen er væl nøgd­ur við samgonguskjalið. Flokkurin hevur fingið flat­ skatta­uppskotið við í sam­ gongu­skjalið, og tað er tað týdn­ing­armiklasta fyri Fólka­flokkin. - Tað er við ringum tanna­ biti, at vit hava góðtikið at tið­na blokkin, men vit hava fingið við í samgonguskjalið, at fer tað at ganga so væl í føroyska samfelagnum, sum vit vóna, so verður blokk­ stuðul­in skorin tilsvarandi nið­ur, sigur Jørgen Niclasen. Annars er formaðurin í Fólka­flokkinum væl nøgdur við samgonguskjalið, sum legg­ur upp til, at virksemið í landi­num skal økjast. Tað skal loysa seg at arbeiða, var eitt av slag­orð­ unum hjá Fólka­flokki­num upp til valið, og hetta sæst eisini aftur í sam­gongu­skjali­ num. Pensjónsnýskipanin verð­ ur sett í gildi 1. januar 2013, tó verður lóg um inngjaldið sett í verk 1. januar 2012, stendur í samgonguskjalinum sum eisini staðfestir, at pensjónin verð­ur skattað við inngjald, so sum Fólkaflokkurin legði upp til í valstríðnum. Fólkaflokkurin fær fiski­ vinnu­mál at umsita, og held­ ur óvæntað valdi flokk­urin at seta Jákup Mikkelsen út í Tinganes heldur enn Jacob Vester­gaard, sum fólk hava roknað við. Flokkurin og nýggja sam­ gongan leggja dent á, at vinnulívið skal hava tað gott, og greiðir karmar skulu ger­ ast fyri alla vinnuna, bæði á sjógvi og landi. Útróðurin betur kor Kári P. Højgaard, ný­vald­ur formaður í Sjálv­stýris­flokki­ num, er eisini fegin um at sam­gonguskjalið er komið undir land. Flokkurin hevur lagt serligan dent á, at fáa gjøgn­ um­skygni í eigara­við­ur­ skiftu­num í fiskivinnuni, og at allir ungdómar mill­um 15 og 17 ár skulu fáa trygd­ar­ skeið og Bláu bók ókeypis. - Hetta er nakað, vit bóru fram undan valinum, og tí er tað gleðiligt, at tað er komið við í samgonguskjalið, sigur Kári P. Højgaard. Formaðurin í Sjálv­stýris­ flokki­num er ógvuliga harm­ur um viðferðina, sum útróðrarmenn hava fing­ið, og hann ætlar, at reglan um at avreiða fyri 400.000 krón­ ur um árið skal endur­skoð­ ast. - Tað letur seg als ikki gera hjá snellubátum, og tí mugu vit hyggja nærri eftir hesari áset­ingini, so flotin ikki mink­ar meir. Hann er nú bert ein brotpart av tí, hann var, sigur Kári P. Højgaard. Hann sigur, at tað, sum he­v­ur verið truplast at svølgt, er flatskattaskipanin og blokkurin. - Men fyrimunirnir eru fleiri enn vansarnir. Vit kundu valt at staðið uttan­ fyri, men vit meta, at vit hava størri ávirkan innan fyri, og vit boðaðu frá undan vali­ num, at vit vildu royna at koma í eina samgongu. Eg haldi, at vit hava fingið okk­ ara sjónarmið við, og valskrá og stevnuskrá floksins sæst aft­ur í samgonguskjalinum, sig­ur Kári P. Højgaard. Ongan hug til ráðharrasess Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, er eisini nøgd­ur við samgonguskjalið. - Vit fóru til val upp á at fáa gongd aftur á sam­felagið, og tað avspeglar sam­gongu­ skjal­ið. Vit skulu ikki spara okk­um burtur úr kreppuni, men vit skulu framleiða okk­ um burtur úr henni, sigur Jenis av Rana. Tað er serliga at fáa til høld­ar tað tilfeingi, sum ikki verður gagnnýtt í dag. - Vit hava nógvar arbeiðs­ leys­ar hendur, og vit hava nógv tilfeingi, sum ikki verð­ ur gagnnýtt, og við at kom­ bine­ra hesi bæði loysa vit tveir trupulleikar í senn, sig­ ur Jenis av Rana. Hann fegnast eisini um, at vit nú kunnu fáa eina fíggj­ ar­liga uppgerð við danir, so greiða fæst á, hvør gevur hvørj­um hvat. - Vit eru glaðir um, at tað fleiri ferðir verður staðfest í sam­gonguskjalinum, at vit skulu taka okkum av teimum veiku í samfelagnum, og vit skulu styrkja um ráð­gev­ing­ ina til tey, sum ikki halda at tey megna, at fáa eitt nýtt barn í heim, sigur Jenis av Rana. Formaðurin í Mið­flokki­ num sigur, at tað alla tíðina var greitt, at teir skuldu hava eitt landsstýrisfólk. Men tað er ikki alt í sam­gongu­ skjalinum, sum hóvar Mið­ flokki­num so væl. - Flatskattin eru vit ikki glað fyri. Tíbetur fingu vit inn í ætlanina, at inntøkur yvir 600.000 krónur rinda 5% eyka í skatti, og inntøkur yvir eina millión rinda 10% eyka í skatti, sigur Jenis av Rana. Miðflokkurin skal umsita heilsu­mál, men hóast Jenis av Rana er lækni, hevur hann ongar ambitiónir um at gerast heilsumálaráðharri. - Nei, mær dámar væl ar­ beið­ið í Tinginum, og mær dám­ar væl arbeiðið sum læk­ni, og so fái eg eisini ta frí­tíð sum skal til, eisini til ann­að enn tingarbeiði og lækna­gern­ingin, sigur Jenis av Rana. Samgonguskjalið varð undirskrivað av teimum fýra formonnunum í morgun Mynd: Álvur Haraldsen Leggja nú frá landi í Mykinesi SAMGONGUSKJAL Teir fýra floksformenninir skrivaðu í morgun undir samgonguskjalið, sum er 12 síður langt. Allir eru nøgdir, sjálvt um allir siga seg hava noyðst at slúkt kamelar. Løgmaður hevur tosað um, at teir hava siglt Sørvágsfjørð og hava lagt at landi í Mykinesi. Nú skulu teir so leggja frá landi aftur