Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Talan er um dekanar til nýskipaðu megindeildir Fróðskaparsetursins, t.e. megindeildina fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi og megindeildina fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi. Dekanarnir hava leiðsluna á síni megindeild og skulu tryggja dygd og samanhang millum gransking og útbúgving. Dekanarnir hava eisini ábyrgd av, at gransking, undirvísing og annað virksemi á megindeildini er sambært teim reglum og málum, sum Fróð­ skaparsetur Føroya hevur sett sær. Dekanarnir mynda harumframt leiðslu Fróðskaparsetursins saman við rektara og fyrisitingarstjóra. Leiðslan skal tryggja gott samskifti og samstarv á øllum stovninum, eins og hon leggur til rættis og fremur menningarætlanir stovnsins. Dekanarnir vísa beinleiðis til rektaran. Førleikakrøv Umsøkjarar skulu hava skjalfestan granskingarførleika og við­ komandi granskingarroyndir. Góður førleiki at skriva og tala føroyskt og enskt er ein fyritreyt, og fyrimunur er at hava leiðsluroyndir frá vitanarstovni. Setanartreytir og umsóknir Starvið sum dekanur verður lønt ájavnt við lønarflokk 37 hjá Tænastumannafelagnum, uttan tó at vera tænastumannastarv. Verður professari settur í dekanstarv, verða 2.000 kr. um mánaðin latnar aftur at grundlønini. 15% verða latin í eftirlønargjaldi. Størvini verða áramálssett í 5 ár. Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum skulu sendast til rektaran á sigurdj@setur.fo ella til: Setursskrivstovan att.: Sigurð í Jákupsstovu J.C. Svabos gøta 14 100 Tórshavn Umsóknarfreistin er 16. desember 2011. Meiri kunning Meiri kunning fæst við at venda sær til rektaran á sigurdj@setur.fo ella á 352500/352503. Á heimasíðuni setur.fo/um_setrid/regluverk ber eisini til at kunna seg við viðkomandi skjøl. Vitan er pallurin. Forvitni er drívmegin. Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya er sambært løgtingslóg at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. Dekanar til Fróðskaparsetrið Tvey størv sum dekanar á Fróðskaparsetri Føroya eru leys at søkja. TEL 34 59 00 WWW.SMYRILLINE.FO FONN FLOG, TEL 47 63 63 · FAROE TRAVEL, TEL 34 26 00 · 62ºN, TEL 34 00 00 1 ferðandi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .kr. 1.145,- Aftur og fram í couchettu og uttan bil 1 ferðandi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .kr. 1.605,- Aftur og fram í deildum 4-koyggjukamari og uttan bil 1 ferðandi v/bili . . . . . . . . . . . . . . . . . . .kr. 2.785,- Aftur og fram í deildum 4-koyggjukamari 2 ferðandi v/bili . . . . . . . . . . . . . . . . . . .kr. 5.290,- Aftur og fram í 2-koyggjukamari 2 vaksin + 2 børn v/bili. . . . . . . . . . . . .kr. 6.290,- Aftur og fram í 4-koyggjukamari Hugsa ikki um viðførið – við Norrönu er pláss fyri øllum HEIM Á JÓLUM HEIM 17. DESEMBER – NIÐURAFTUR 5. JANUAR BÍLEGG Á NETINUM