mánadagur 14. november 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
At liva sum stakur uppi
haldari í Føroyum er ikki
altíð líka lætt . Baldur
H. Bjørnsson er einsa
mallur við tveimum børn
um í barnagarðsaldri, og
til tíðir er torført at fáa
endarnar at røkka sam
an. Hóast hetta so liva
hann og børnini ikki nógv
øðrvísi enn aðrar familjur,
heldur hann.
Líða onga neyð
Baldur H. Bjørnsson býr í
Nólsoy saman við sínum
tveimum børnunum, ið eru
fýra og seks ára gomul.
At fáa endarnar at røkka
saman hjá einum støkum
uppihaldara kann mangan
vera ein avbjóðing, men
Baldur heldur ikki, at
hann og børnini eru verri
fyri enn aðrar familjur:
– Vit líða absolut onga
neyð. Eg haldi, at tað snýr
seg í stóran mun um rað
festing, og soleiðis er tað
vælsaktans
hjá
øllum
familjum, greiðir Baldur
frá, sum er íslendingur,
men hevur búð í Føroyum
seinastu trý árini. Hóast
hann heldur, at hann og
børnini hava tað gott, so
dylir hann ikki fyri, at ger
andisdagurin er strævin
og krevur planlegging, tí
dagliga lesur hann sam
felagsfrøði á Setrinum og
ferðast tískil millum Nóls
oy og Havnina:
– Tað hevði verið mun
andi lættari hjá mær at
búð í Tórshavn, men eg
havi sum nú er ikki ráð
at leiga íbúð ella hús í
Havnini, tí leigan er alt ov
høg til mína fíggjarætlan,
sigur Baldur, sum kundi
hugsað sær at havt eina
lutaíbúð ella okkurt ann
að, har møguleiki var
fyri langtíðarleigu. Hann
harmast
um
vánaligu
møguleikarnar at fáa lán
sum stakur uppihaldari:
– Eg kenni eitt par við
børnum, sum skulu hava
11.000 krónur eftir um
mánaðin fyri at kunna
lána pening frá bankanum.
Sama upphædd verður
kravd av mær, um eg skal
biða um lán, og tað er hol
í høvdið, tí munur er á
einari og tveimum inn
tøkum.
Umráðandi at
raðfesta
Hann kennir seg ikki altíð
aftur í trupulleikunum hjá
støkum
uppihaldarum,
sum fjølmiðlarnir javnan
varpa ljós á:
– Sjálvandi eru tað
nógv, sum veruliga hava
torført við at fáa endarnar
at røkka saman sum stak
ir uppihaldarar, men í
summum førum er tað
eisini bara grenj, tí stýrir
mann ikki sínum forbrúki
alt eftir inntøku, so endar
galið, sigur Baldur og vísir
á, at hann mangan má velja
býtúrar, fínari døgurðar
og nýggja telefon frá, tá
børnini til dømis skulu
hava kavadrakt. Tá allar
tær føstu útreiðslurnar
eru goldnar hvønn mán
Stakur uppihaldari:
– Ov nógvir stakir
uppihaldarar
grenja
Tað heldur 25 ára gamli Baldur H. Bjørnsson, sum er stakur uppihaldari við tveimum børnum.
Barnafamiljur við tveimum inntøkum
hava tað mangan verri enn stakir
uppihaldarar, heldur Baldur H. Bjørnsson