Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 að, hevur Baldur umleid 4.000 krónur eftir til sín og børnini. Hann heldur ikki, at børnini merkja stór­vegis, at tey liva í einum heimi, har tað bert er ein inn­tøka: – Eg vil siga, at óvænt­ aðar útreiðslur eru harð­ ar, men eg haldi, at børn­ ini hjá mær hava tað eins og flest onnur børn, og eg haldi ikki, at teim­um manglar nakað, greiðir Baldur frá. Tað, at hann ikki ofta kann keypa sær sjálvum ella børnunum nýggj og dýr klæðir, er ikki nakað, hann heldur einans er galdandi í familjum við stakum uppi­haldara: – Tað er vanligt, at eg má siga við meg sjálvan og eisini børnini, at hatta hava vit ikki ráð til, men tað mugu jú tey allarflestu í hesum tíðum, sigur Bald­ ur. Hann fegnast um, at fólk í familjuni og vinfólk við jøvn­um millumbilum koma við klæðum, sum hans­ara børn kunnu brúka: – Børnini hava arvað nógv klæðir, og í mínari verð tykj­ast tey líka glað fyri hesi klæð­ini, sum tey høvdu verið, um talan var um nýggj, kostn­aðar­mikil klæðir, heldur Bald­ur og legg­ur afturat, at tað ger stór­an mun í hansara fíggjar­støðu, at børnini kunnu arva klæðir. Summarið er strævið Hóast Baldur heldur, at tað ikki er so torført at vera stak­ur uppihaldari í Før­oy­um, sum summi vilja vera við, viðgongur hann, at ávís­ar tíðir á árinum kann tað veru­liga vera trupult og strævið. Serliga juli-mánaður er tor­førur at koma ígjøgnum, tí tá fær Baldur ongan lestr­ar­ stuðul. Hann vildi ynskt, at hann kundi arbeitt nógv um summarið, men av tí at dagstovnarnir ofta eru stongd­ir um hetta mundið, ber ikki til hjá honum at arbeiða eins nógv og hann kundi hugsað sær, tí børnini skulu jú ansast av onkrum. Hann fegnast um, at familja og vinir mangan hava ansa børnunum tær vikurnar, dag­stovnarnir hava verið aft­ur­latnir, men tað er ikki altíð líka lætt: – Tá er tað øgiliga trup­ ult, tí næstan øll onn­ur arbeiða, og sjálvt um míni nærmastu ofta hjálpa, so er tað ikki altíð, at familja ella vinfólk kunnu traðka til og vera barna­ gent­ur, sigur Baldur og greiðir frá, at hann til tíðir hevur ynskt, at hann kundi arbeitt meir um summarið, soleiðis at fleiri pengar vóru til sín og børnini restina av árin­ um. Hóast lívið sum stak­ ur uppihaldari kann vera stræv­ið, so leggur hann dent á, at mann ikki skal gera tað verri, enn tað í veruleikanum er: – Eg haldi, at tað eru summi, ið traðka fram í fjøl­miðl­unum og vilja hava onnur at taka synd í sær. Eg kann bara siga, at eg veit um fleiri barna­ familjur, har tað eru tvær inntøkur, og har tey veru­ liga hava tað hart fíggjar­ liga, nógv harðari enn eg, sum eri stakur uppi­ haldari, fortelir Bald­ur. Sambært honum er tað av alstórum týdningi, at stakir uppihaldarar hava góð fólk rundan um seg: – Nú eri eg so heppin at hava foreldrini, tríggjar beiggjar og góð vinfólk, sum altíð hava hjálpt mær nógv, so eg kann bara ímynda mær, hvussu strævið tað er hjá teimum, ið ongan hava at hjálpa sær, sigur Baldur at enda. Sjálvandi eru tað nógv, sum veruliga hava torført við at fáa endarnar at røkka saman sum stakir uppihaldarar, men í summum førum er tað eisini bara grenj, tí stýrir mann ikki sínum forbrúki alt eftir inntøku, so endar galið Eg haldi, at tað eru summi, ið traðka fram í fjølmiðlunum og vilja hava onnur at taka synd í sær. Eg kann bara siga, at eg veit um fleiri barnafamiljur, har tað eru tvær inntøkur, og har tey veruliga hava tað hart fíggjarliga, nógv harðari enn eg, sum eri stakur uppihaldari