Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Seinastu fimm árini er tal­ið av fiskimonnum við før­oysk­ um skipum minkað úr 1.087 í 2006 niður í 775 í 2010. Hetta er ein minking við tilsamans 312 monnum.

 Tað vísir rokn­skap­ar­ grein­ing, sum grann­skoðara­ fela­gið Nota hevur gjørt. Tað eru línuskipini, sum framvegis hava flestu menn­ i­n­ar umborð, næstir teimum koma partrolarar og síðan uppi­sjóvarskip.

 Stór minking - Ársverkini eru minkað á hvørj­um ári, og tað er talið av skipum eisini. Tað segði Bjarni Arnason, ið stóð fyri framløguni vegna Nota.

 Hann legði aftrat, at bara árini 2009 til 2010 er tal­ið av størvum í føroyska fiski­ skipa­flotanum minkað við 11,1%.

 Í 2006 vóru tilsamans 86 skip við í greiningini hjá Nota. Í 2010 er talið bert 67 - ella 19 færri.

 Greiningin fevnir um fiski­skip, sum eru størri enn 110 tons - ella skip, ið hava eina maskinorku, sum er yvir 400 HK. Sæst aftur Jan Højgaard, formaður í Før­oya Fiskimannafelag, held­ur, at hetta eru keðilig tøl, nú felagið, sum hann um­ boð­ar, fyllir 100 ár í dag. - Ja, gongdin í fiski­skipa­ flota­num við færri skip­ um og færri fiski­mon­num sæst aftur í bú­skapi­num. Tað eru færri herðar at bera samfelagsraksturin, og minkandi talið av fiski­mon­ n­um sæst eisini aftur í inn­ tøku­num hjá felagnum. Formaðurin í Føroya Fiski­mannafelag vísir á, at eitt eru tey størv, sum eru í fiski­veiði á havinum. Annað eru teir ringvirkningar, sum fyrsta liðið í fiskivinnuni skap­ar kring um seg í sam­ felag­num. Stríð og strev - Tosað verður um at aktivera fólk og kanska serliga ung­ dóm, men tað nyttar so lítið bara at fylla hesi inn á al­ menn­ar stovnar og skriv­ stov­ur. Fyri samfelagið hevði tað ver­ið betri, um hesi fólk – ella fleiri teirra – vórðu aktiverað í vinnuni sum framleiðir. Eg trúg­vi, at høvdu vit 200 fólk aftr­at í veiði-og fram­leiðslu­lið­num, hevði hetta givið ring­virkn­ ing­ar til eini 400-500 fólk aftr­at. Jan Højgaard heldur tað vera trupult at spáa um fram­tíð­ina, nú felagið, sum hann varðar av, fyllir 100 ár í dag. - Men vit gera okkum í øllum førum út til at stríð­ast og strevast, sigur felags­for­ maðurin í stuttari við­merk­ ing á 100 ára degnum hjá Føroya Fiskimannafelag. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Tá Sosialurin í morgun tosaði við Jan Højgaard, formann í Før­oya Fiski­man­na­felag, trúði hann ikki rættiliga, at Jacob Vestergaard veru­liga er skippaður sum lands­ stýris­mað­ur og fiski­mála­ ráð­harri. - Lat meg fyrst fáa tað vátt­að, áðrenn eg geri nakrar ser­lig­ar viðmerkingar til, at hann ikki longur skal um­sita fiskivinnumál í lands­stýri­ num, segði felags­for­maðurin. Virðing um mannin Jan Højgaard hevði kortini hug at siga, at tað er slíkum monn­um, sum Jacobi Vester­ gaard, ið føroyska samfelagið hev­ur brúk fyri í løtuni. - Jacob er ógvuliga skila­ góð­ur og djarvur, og í sínum star­vi sum fiskimálaráðharri var hann heitur talsmaður fyri, at fiskimenn og reiðarar ganga hond í hond og fáa sum mest burtur úr. Tað eru ”typur” sum Jacob, ið sam­ felag­ið hevur brúk fyri í løtuni, og eg havi stóra virð­ ing fyri manninum, sigur Jan. Hann legði aftrat, at Jacob Vester­gaard avgjørt eigur sín stóra lut í, at Fólkaflokkurin fekk eitt so gott løgtingsval. - Ja, eg trúgvi, at tað ikki min­st var hansara arbeiði, áhald­ni og treiskni sum fiski­mála­ráð­harri, ið gjørdi, at flokkurin kom so væl burt­ur úr valinum, sigur Jan Høj­gaard, formaður í Føroya Fiski­mannafelag. vilmund@sosialurin.fo Færri fiskimenn og f - Tað sæst aftur í búskapinum, at færri herðar eru at bera samfelagið, nú talið av fiskimonnum er so nógv minkað. Hetta sæst eisini aftur í inntøkunum hjá felagnum, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag Jacob djarvur fiskimála - Eg hevði stóra virðing fyri Jacobi Vestergaard sum fiskimálaráðharra. Hann er djarvur, ógvuliga skilagóður og heitur talsmaður fyri, at fiskimenn og reiðarar draga somu línu fyri at fáa sum mest burtur úr, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag tað eru »typur« sum Jacob Vestergaard, ið samfelagið hevur brúk fyri í løtuni JAN HØJGAARD - Vit gera okkum út til at stríðast og strevast, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag á 100 ára degnum hjá felagnum tosað verður um at aktivera fólk, men tað nyttar so lítið bara at fylla hesi inn á almennar skrivstovur og stovnar JAN HØJGAARD