mánadagur 14. november 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Føroya
Fiskamannafelag
varð stovnað í 1911, og er
sostatt næstelsta fakfelag
í Føroyum.
Símun Pauli úr Kunoy
úr Gøtu gjørdist fyrsti
formaður,
og
Rasmus
Rasmussen
gjørdist
skrivari í felagnum. Tað
sermerkta er, at báðir vóru
lærarar.
Símun Pauli hevði í des
ember árið fyri hjálpt fiski
monnum úr Gøtu at skriva
bræv til fiskimenn úr øllum
bygdum í Føroyum um at
stovnað eitt felag fyri fiski
menn. Hetta var harðliga
tiltrongt, tí fiskimenn vóru
sera bundnir at reiðarunum
og keypmonnunum.
Úrslitið av brævinum frá
gøtumonnum í desember
1910 var stovnanin av fiski
mannafelagnum.
45 menn úr 24 sóknum
møttu á fundinum fyri 100
árum síðan.
Vilmund Jacobsen
Almenna móttøkan, sum
Føroya
Fiskimannafelag
skipar fyri á sjálvum 100
ára degnum, verður millum
klokkan 14 og 17 í hølum
felagsins á Bryggjubakka
í dag.
Jan Højgaard, felags
formaður, sigur seg vóna,
at fólk fara at nýta høvi
at støkka inn á gólvið og
heilsa felagnum á stóra
degnum.
- Í dag er nógv á skránni,
nú nýtt landsstýri verður
skipað, men eg vóni, at
fólk eisini fara at geva sær
stundir at støkka inn á
gólvið.
Veitsla
Í samband við, at Føroya
Fiskimannafelag nú er 100
ár, verður eisini skipað fyri
veitslu á Hotel Føroyum.
Veitslan verður hin 16. des
ember klokkan 19 og er fyri
limir felagsins við maka.
Kostnaður fyri hvønn er
250 krónur, og tilmelding
fer fram á tlf. 311569 ella við
telduposti: fo-fisk@olivant.
fo í seinasta lagi hin 30.
november 2011.
ærri inntøkur
ráðharri
Almenn
móttøka
Í dag – hin 14. november 2011
– eru 100 ár liðin, síðan Føroya
Fiskimannafelag varð stovnað
Søgan
Eitt lítið kut úr søguni um
Føroya Fiskimannafelag
Jan Højgaard heldur nógv av Jacobi Vestergaard, fyrrverandi fiskimálaráðharra