Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stig verða nú tikin til at økja um tryggleikan í náttar­lívi­ num í Suðuroy. Tað hendur, nú ætlanin er at stovna Nátt­ ar­ravn­ar í Suðuroy. - Seinastu 12 árini hava Nátt­ar­ravnarnir havt ein týð­andi leiklut við at økja um trygg­leikan í náttarlívinum fyri ung í Norðurlondum, sig­ur Niels Hammer av Tvør­ oyri, sum er stigtakari. Hann sigur, at í løtuni hava Náttarravnarnir feløg í Tórshavn, Grønlandi, Dan­ mark, Noregi og Svøríki v.m. - Tað hevur víst seg, at har sum Náttarravnarnir eru til­ staðar í náttarlívinum, er eini 50% minni av herverki, harð­ skapi og øðrum ólevnaði. Fríggjakvøldið 18. novem­ ber klokkan 17 verð­ur kunn­ andi fundur í Mið­náms­skúla­ num í Hovi um at stovna Náttar­ravn­ar í Suðuroy. Á fundinum fara Dan Tax­bølm, vegleiðari hjá donsku náttarravnunum og Niels Hammer, at greiða frá hvussu Náttarravnar ar­ beiða. Leygardagin verður so skeið fyri teimum, ið vilja vera náttarravnur í Suðuroy. Áðr­enn skeiðið byrjar, verð­ur Náttarravnarfelagið í Suður­ oyn­ni stovnað. Hugsjónin hjá Náttar­ ravn­unum er, at hava eitt lið av sjálvbodnum, sum skapa trygg­leika hjá børnum og ung­um í nærumhvørvinum. - Náttarravnar hava fimm ófrávíkiligar treytir, sum teir arbeiða eftir. Ein tummils­regla er, at teir legg­ja aldrin upp í bardagar og ófrið, men heldur royna teir fyribyrgja hesum við at vísa ábyrgdarfullan atburð og vanligt skynsemi. Er tørv­ur á tí, senda teir boð eftir pro­fessionellari hjálp. Ein on­n­ur treyt er, at teir læna ongan­tíð pening og teir fylgja ongan­tíð fólki til hús - Ein náttarravnur er úti í náttar­lívinum 5-10 ferðir um ár­ið, og hvør túrur varir 3-4 tím­ar, sigur Niels Hammer. Áki Bertholdsen - Eg skammist og vamlist við hasa avgerðina hjá einum meiri­luta tingmanningini hjá Fólka­flokkinum. So bersøgin og beiskur er Wil­helm Nygaard á Facebook, nú tað er komið undan kavi, at Jacob Vestergaard fer ikki at endurvinna starvið sum lands­stýris­maður í fiski­vin­ nu­m­álum. Ístaðin hevur flokkurin valt Jákup Mikkelsen í Klaks­ vík í tann sessin. Wilhelm Nygaard var val­evni hjá Fólkaflokkinum á løg­tings­valinum og hann git­ar á Facebook, at tað er Anni­ka Olsen, sum er arki­ tekt­u­r­in aftranfyri at fáa Jacob Vestergaard úr Tinga­ nesi, tí hon stúrir fyri, at Jacob vestergaard skal verða ov sterkur í flokkinum. - Annika vil verða for­kvin­ na kosta hvat tað vil. Men hon kemur aldrin at kun­na savna flokkin. Ein av­leið­ ing av hesi svikagerð kann væl verða, at flokkurin fer í tvíningar, sigur Wilhelm Ny­ gaard. - Hetta er allarhelst ein for­smakk­ur á, hvat vit kunnu væn­ta okkum av Anniku um hon gerst forkvinna, leggur hann afturat. Ein beistagerð Nú ásannar hann fyri Sosiali­ num, at hetta er skrivað mest­sum í sinnismuni. Men tað broytir ikki ta sannroynd, at hann heldur framvegis, at tað er ein beistagerð at vrak­að Jacob Vestergaard sum landsstýrismann í fiski­ vinnu­málum. Leggjast kann afturat, at í stuttari viðmerking av­san­n­ ar Annika Olsen giting­ar­nar hjá Wilhelm Nygaard. Wilhelm Nygaard sigur, at eftir hansara tykki er hevur Jacob Vestergaard staðið seg av­bera væl. Hann er høgt virdur bæði í Fólkaflokkinum og aðra­ stað­ni og tað er ein týðilig ábend­ing um, at hann eigur heið­ur­in av, at flokkurin fekk so gott val. - Tí er tað øgiliga stór ónøgd við, at hann var telv­ að­ur av borðinum Kortini viðgongur hann, at ætlanin um at hækka ríkis­veit­ingina, er tann stóri kamel­ur­in, Fólka­flokkurin svølg­di fyri at fáa æt­lan­ina um flatskatt setta í verk. Men hann helt, at hetta var ringt at sleppa uttanum. - Sambandsflokkurin fór til val við einum høvuðs­ punk­tið um at hækka blok­k­ in úr Danmark, so tað ynski var ringt at sleppa uttanum fyri at fáa allan hinan po­li­ tikk­in settan í verk. Men Wilhelm Nygaaard ivast ikki í, at hóast Jørgen Nicla­sen er landsstýrismaður í fíggjarmálum, verður tað helst løgmaður sjálvur, sum fer at samráðast um ríkis­ veit­ing­ina. Út í kuldan Eisini aðrir kendir fólka­ floks­menn geva ilt av sær. Árni Dam sigur, at Jacob Vester­gaard hevur víst slíkt støðu­festi í sínum starvi sum landsstýrismaður í vinnu­ mál­um, at hann spyr rætt og slætt, hvat ting­mann­ingin hjá flokkinum hugsar fyri sær, tá ið tey nú blaka Jacob Vester­gaard út í kuldan Og hann leggur afturat: Eitt orðafelli sigur, at lumpar tú meg einaferð, er skommin tín, men lumpar tú meg tvær reis­ir, er skommin mín. Við húgvuni í hondini Ein triði fólkafloksmaður, sum gevur harmaljóð frá sær, er Viberg Sørensen, sum hevur verið ein av odda­fólk­ um hjá flokkinum í Suðuroy í eitt mannaminni. Eisini hann staðfestir, hvus­su væl Jacob Vester­ gaard hevur staðið seg sum lands­stýrismann. Hann er eisini sannførdur um, at ein høvuðsorsøk til, at Fólkaflokkurin hevði so gott val, var nettupp tann, at Jacob Vestergaard hevur ver­ ið so støðufastur. - Men hvat hendi? Jú hann bleiv vrakaður í flokkinum sum sigur seg vilja einar fræls­ar Føroyar. - Ístaðin ferð Fólka­flokk­ ur­in saman við ein gongu nið­ur til Danmarkar við húgv­u­ni í hondini, grátandi um at fáa meiri pengar, sigur Vi­berg Sørensen. Hetta heldur hann, er bein­leiðis pínligt fyri før­oy­ ingar. - Guð náði okkum føringar Før­oy­ar, leggur hann afturat. Við Sosialin sigur hann, at hevði fiskivinnupolitikkurin hjá Jacob Vestergaard verðið sett­ur í verk, høvdu vit tvørt­ ur ímóti sloppið undan dons­ ku ríkisveitingini eftir nøkur heilt fá ár. aki@sosialurin.fo Jacob Vestergaard sparkaður út í kuldan Í ØÐINI Fólkafloksfólk eru í øðini um, at Fólkaflokkurin hevur vrakað Jacob Vestergaard sum landsstýrismann í fiskivinnumálum. Valevni hjá flokkinum siga, at tey hava fingið vaml Vilja hava Náttarravnar í Suðuroy Eg skammist og vamlist við hasa avgerðina hjá tingmanningini hjá Fólkaflokkinum Hann spyr rætt og slætt, hvat ting­ manningin hjá flokkinum hugsar fyri sær Sparkaður út Jacob Vestergaard er sparkaður út í kuldan. Tað er kenslan, sum nógv í Fólkaflokkinum sita við, nú Fólkaflokkurin hevur vrakað Jacob Vestergaard sum landsstýrismann í fiskivinnumálum