Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvannasund: - Ritan er góð, men tað eru fleiri viðurskifti kring siglingina, ið ikki eru í lagi, sigur Katrin Næs, borg­ ar­stjóri í Hvannasunds kom­ mu­nu. Saman við borgar­stjóra­ num í Klaksvík, Gun­vá við Keldu og øðr­um borg­ar­stjór­ um í Norð­oyggj­um hevur hon sent eina áhetan á myn­ dug­leikar­nar um at gera okk­ urt við hesi viðurskifti. - Her eru fleiri viðurskifti, ið als ikki eru hóskandi í dag, slær Katrin fast. Víst verður millum ann­ að á, at atløgubryggjan er ikki forvsarlig at liggja við, og at einki bíðirúm er til tey ferðandi. Tey ynsk­ja haraftrat, at øki við havna­ lag­ið verður asfalterað. Íløgurnar til hesar batar ligg­ja um 3,3 milliónir krónur, og verður vónað, at ein kann gera hetta arbeiðið komandi ár. Betri umstøður til Rituna Skálavík: Trettandakvøld, 14. januar 2012, verður serligt tiltak á Keldu við føroyskum dansi og dansispølum. Dansifeløgini í oynni skipa fyri. Havn: Edith Jónsdóttir skal samskipa ”Jól í Miðbýnum” í ár. Hetta er eitt tað størsta mentanartiltakið í landinum. Klaksvík: Fríggjadagin kl. 11.11 byrjaði eitt lokalútvarp sína fyrstu sending. Tað er Johnny Olsen sum stendur fyri hesum. Sendast skal 10 tímar um vikuna. Strendur: Fram til juli 2012 verður Hertha Kass volontørur hjá føroyskari trúboðarafamilju í Onglandi. Tað er missiónshúsið í bygdini sum stuðlar henni fíggjarliga. Tey sum stilla upp til val, verða eisini tald. Ikki bara eina ferð. Tey verða eisini fíntald (Høgni Djurhuus, útvarpsmaður í klummu) Savna jóla­ pakkar til sjófólkið Nes: Aftur í ár er sjó­ mans­trú­boðarin, Torleif Johanne­sen klárur at fara umborð á skipini við jólapakkunum. Hesir pakkarnir koma frá sjómanskvinnu­ring­ u­num kring landið, og eisi­ni frá øðrum, ið vilja gleða sjófólk okkara. Pakkarnir verða savn­að­ir inn á trimum støð­um – á Klaksvíkar sjó­mans­heimi, hjá Bláa Krossi í Runavík og hjá Før­oya Fiskimannafelag í Havn. Tey, ið ynskja at lata pakk­ar eru vælkomin at skriva navn og bústað á. So hava sjómenninir í øllum førum ein møgu­ leika at senda eina tøkk. - Tað veit eg, at fleiri teir­ra vilja, sigur Torleif Jo­han­nesen av Nesi. snorri@sosialurin.fo Strendur: Til tess at betra um ferðslutrygdina eftir Strandavegnum, er nú hámarksferð sett á eitt petti av hesum vegastrekki. Úr Sjóvar kommunu verð­ur sagt, at bæði børn og vaksin skulu tvørtur um henda vegin á hvørjum degi. Eftir ynski frá for­eldr­ um, ið búgva á Byrgi og frá virkinum Varðhorn Sea­ food, hava kommunan og Lands­verk tí gjørt av, at ferð­in skal lækkast. Hámarksferðin er nú 60 km/t. snorri@sosialurin.fo Lækka ferðina til 60 kring landið ÚTOYGGJAR Ritan røkir rutusambandið til Fugloyar og Svínoyar, men umstøðurnar í Hvannasundi kundu verið munandi betri Mynd: Marita Gulklett