Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-14, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvágur: Hvønn dag koyra væl omanfyri 2800 bilar í mið­al eftir bygdarvegnum. Og hvønn dag skulu eisini í hópa­tali av børnum og vaks­ num tvørtur um henda sama veg. Til tess at gera tað einafalt og trygt hjá fólki at fara frá eini síðuni á vegnum til hina, eru fleiri gonguteigar gjørdir og hóskandi skelti sett upp. Ein trupulleiki er kort­ ini, at samsvar er ikki alla­ stað­ni millum hesi bæði: Á summ­u­m støðum eru bara skel­ti, men eingin gongu­ teig­ur. Á øðrum støðum er gonguteigur, men eingi skel­ ti. Og aðrastaðni er alt í lagi. Hetta veit bussførarin Niels Joensen í Sandavági alt um, tí hann koyrir eftir vega­ strekki­num einar 20 ferðir um dagin. Hann hevur tí eisini gjørt vart við hesa støðuna. Villleiðandi Borgarstjórin í Vága kommu­ nu, Albert Ellefsen ásannar trupul­lei­k­an, ið tey hava verið vitandi um leingi. Komm­un­an hevur biðið um ráð­gev­ing í hesum máli, men tann frágreiðingin er ikki kom­in enn. - Men tað er eingin ivi um, at hetta málið hevur skund, sig­ur hann. Víst verður á, at við tíðini eru fleiri av gonguteigunum í Mið­vági og Sandavági fluttir, men ein hevur ikki verið so ná­greini­ligur at taka burtur merk­ing­ina í vegnum. - Hetta er ikki sørt vill­ lei­ð­andi, viðgongur Albert Ellef­sen. snorri@sosialurin.fo Út á streyma­ sjógv við kloakkini Tað skal gerast tryggari Leirvík: Í nøkur ár hava tey arbeitt við at gera eina ætlan fyri spilli­ vatn­ið í bygdini. Tí varð í farnu viku gjørd­ur ein sáttmáli vð samtakið RTS/JHR um at savna og legg­ja kloakkleiðingar gjøgn­ um vegin við Kulibakka, sav­na verandi leiðingar til spillivatni úti í Bug og síða­ni fáa hetta pumpað út á streymasjógv við Krá­ar­tanga. - Tá arbeiðið úti í Bug er gjørt, skuldi fjøran niðan­fyri neystini her ver­ið púrasta rein, verð­ ur sagt úr Eystur­kom­ mu­nu. Sambært al­men­nu um­hvørvis­regl­u­n­um sku­lu øll spilli­vatns­við­ ur­skif­ti verða í lagi inn­ an 1. januar 2015. Málið um gonguteigarnar er til viðgerð í teknisku nevnd í Vága kommunu. Og á fundi komandi fríggjadagin er hetta heilt vist eitt av málunum á skránni. Eg gekk sjálvur 10 ár í tí nu ”gamla ella fyrrverandi Ósáskúlanum, og til ta tíðina var tann skúlin góður (Símun Gullaksen, skúlastýris­ formaður í Ósáskúlanum, í røðu) Klaksvík: Í farnu viku var skúlaleiðarastevna hildin. Umboð vóru úr vinarbýunum Odense, Norrkøping, Tróndheim og Tampere. Vágar: Meðan fólkatalið vaks ár undan ár, er hetta nú vent til eina minking. Seinasta árið eru tey vorðin 22 færri. Svínoy: Seinasta árið er fólkatalið minkað mest í oynni – heili 12,8%. Fimm fólk færri búgva her nú enn í september 2010. Sandur: Páll á Reynatúgvu fer nú frá sum formaður í SEV-stýrinum. - Ein stór avbjóðing er umlegging til varandi orkur, sigur hann. kring landið HVAR? Ikki er lætt hjá børnunum, ið skulu í bygdarskúlan í Miðvági at avgera, hvar rættast og tryggast er at fara tvørtur um vegin Mynd: Niels O. Joensen