mánadagur 14. november 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Tað er eingin loyna, at Flogbólts
sambandið veruliga hevði vónað, at
góð úrslit skuldu spyrjast burturúr,
nú Føroyar hýstu einari so stórari
kapping sum NEVZA-meistara
kappingini fyri U19-landslið, ið
fevndi um ikki færri enn átta lið –
fýra hjá kvinnum og fýra hjá monn
um.
Og úrslit spurdist eisini burtur
úr, serliga hjá kvinnunum, sum
komu í finaluna og seinnapartin
leygardagin spældu um sjálvt gullið.
Mótstøðan var hørð, tí Danmark
hevði ta bestu manningina í kapp
ingini, og burtursæð frá triðja setti,
so var so sum so við, hvat føroysku
kvinnurnar kundu gera í hesum
dystinum, ið endaði við donskum
3-0 sigri.
Tað gav silvur, sum eisini er eitt
frálíkt úrslit, so sjálvt um finalan
bleiv tapt, var frøin um silvurið
størri enn saknurin av gullinum.
Kvinnurnar høvdu framt eitt satt
bragd og vistu tað!
Vegurin í finaluna gekk umvegis
ein tryggan 3-0 sigur á Íslandi í
fyrsta dystinum, eitt 3-1 tap fyri
Danmark í øðrum dystinum, har
munurin ikki var so stórur, og so
at enda ein minniligur fimmsettari
fríggjakvøldið ímóti Norra, sum
Føroyar vunnu.
Hetta gjørdist merkisverdasti
dysturin í allari kappingini, og ser
liga tað drúgva fimta settið vakti
ans, tí tað endaði ikki, fyrr enn
Bára Silvansdóttir servaði til 21-19!
Á vegnum hevði Føroyar havt fimm
dystarbóltar og Norra tveir, so her
var dramatikkur við lít til síðsta
slag.
Nøgdur venjari
– Dysturin ímóti Norra fríggja
kvøldið var sjúkasti dystur, eg havi
verið við til. Kvinnurnar blivu við at
spæla til tað allarsíðsta og endaðu
við at vinna. Hesin dystur var ein
fantastisk uppliving fyri meg sum
venjara og verður seint gloymdur,
sigur Magnús Aðalsteinsson, sum er
venjari hjá U19-kvinnulandsliðnum.
Hann hevur verið A-landsliðs
venjari hjá Føroyum fyrr, umframt
at hann venur kvinnurnar hjá ÍF í
Eikliguni og spælir við monnunum í
Fuglafirði, so hann kennir rættiliga
nógv til føroyskan flogbólt. At
hetta var tað villasta, hann hevur
verið við til, sigur ikki so lítið!
Magnús mátti kortini leygar
kvøldið staðfesta, at tað ikki bar til
at endurtaka ein so sjúkan dyst, tá
Danmark í finaluni stóð hinumegin
netið. Men sjálvt um donsku kvinn
urnar vunnu 3-0, var tað við einum
smíli, har íslendski venjarin hjá før
oysku silvurkvinnunum tók saman
um:
– Sjálvandi er tað eitt sindur
skuffandi, nú dysturin akkurát er
liðugur, tí sjálvandi eri eg keddur
Kvinnuúrslitini
Hósdagin 10. november
09.00
Innleiðandi
Ísland-Norra
1-3 (19-25, 21-25, 25-20, 17-25)
13.30
Innleiðandi
Danmark-Norra
3-2 (21-25, 22-25, 25-15, 25-20, 15-10)
17.30
Innleiðandi
Ísland-Føroyar
0-3 (14-25, 20-25, 16-25)
Fríggjadagin 11. november
09.00
Innleiðandi
Danmark-Føroyar
3-1 (25-21, 25-22, 21-25, 25-17)
13.30
Innleiðandi
Ísland-Danmark
1-3 (14-25, 21-25, 25-23, 20-25)
17.30
Innleiðandi
Norra-Føroyar
2-3 (25-18, 25-23, 21-25, 23-25, 19-21)
Leygardagin 12. november
10.00
Bronsudystur
Norra-Ísland
1-3 (22-25, 26-24, 22-25, 22-25)
16.30
Finala
Føroyar-Danmark
0-3 (18-25, 16-25, 22-25)
Strálandi si
Flogbóltur Ongantíð áður hava føroyskar flogbóltskvinnur fingið
eitt so gott úrslit í norðurlendskari kapping, og hóast finalan bleiv
tapt, var frøin um silvurið størri enn saknurin av gullinum