mánadagur 14. november 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
eftir eina tapta finalu. Men við
longdini veit eg, at eg fari at fegn
ast um silvurið, tí vit veruliga hava
uppiborið tað, sigur Magnús Aðal
steinsson.
– Tað vantaði ikki nógv í hjá
okkum, men samstundis má eg
ásanna, at Danmark veruliga spældi
væl og hevði munin. Serliga press
aðu donsku spælararnir okkum
væl í servuni, so vit ikki kundu fáa
gongd í okkara álopsspæl, og so ber
illa til at vinna.
Eisini Magnús helt tað vera
stuttligt at spæla í høllini á Hálsi,
har fitt av fólki kom at hyggja at
dystunum:
– Jú, tað er sera hugaligt og
stuttligt at spæla á heimavølli og at
fáa stuðul frá áskoðarunum. Hesar
kvinnurnar koma tey at síggja
meira til, tí flogbóltsframtíðin hjá
kvinnunum er bjørt. Her eru nógvir
góðir spælarar, sum vónandi halda
fram, sjálvt um tær fara av landi
num at lesa, sigur venjarin.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Formaðurin í Flogbóltssambandi
num, Magnus Tausen, var eftir
lokna
kapping
leygarkvøldið
eitt stórt smíl um alt andlitið, tí
størsta fyrireikingaravbjóðingin
nakrantíð var fingin so væl frá
hondini.
– Hetta er ótrúliga stórt. Fyrst
at fáa kappingina til Føroya og so
at fáa liðini at standa seg væl, har
serliga genturnar skaraðu framúr
við silvuri og menninir eisini
gjørdu tað gott við bronsuni.
Ítróttarliga er hetta okkara besta
úrslit nakrantíð, og tað lyftir alt
upp í eina hægri eind, sigur Mag
nus Tausen.
– Tað stóra bragdið hjá kvinnu
num var dysturin ímóti Norra, tí
í finaluni komu tær ímóti einum
donskum liði, ið er øgiliga væl
koyrandi. Rós vert til kvinnurnar,
ið enn kunnu missa ov nógv upp
í slag, sum jú er ræðuliga dýrt í
slíkum kappingum. Men tær hava
við árunum fingið nógvar roynd
ir, sum vit nú síggja, at tær veru
liga fáa brúkt til nakað.
Longu nógvar royndir
Hann vísir á, at tær yngru av hes
um skulu í kapping á heimavølli
aftur longu í januar, tá tað snýr
seg um U18, umframt at fleiri
eru aktuellar til A-landsliðið og
onkrar hava longu roynt tað. For
maðurin fegnast í um, at serliga
á kvinnusíðuni hevur føroyskur
flogbóltur gott tilfar, umframt at
breiddin er munandi størri enn
hjá monnunum.
– So skal eisini sigast, at bronsa
til menninar er avgjørt góðkent,
tí tað hoyrir við til søguna, at
tveir av spælarunum koykja fótin
longu í fyrsta dystinum. Hetta
hevur verið ein stór uppliving
og teir hava gjørt tað gott. Av
bjóðingarnar til menninar eru
NEVZA-kappingar aftur næsta
ár. Í fyrsta umfari er tað bara hjá
kvinnunum, at vit royna U18, men
tað er væl hugsandi, at menninir
eisini sleppa upp í part har, sigur
Magnus Tausen.
– Vit skulu hjúkla um hesar
spælararnar, sum vit hava longu
nú, umframt at vit alla tíðina
skulu royna at finna fleiri nýggjar
avbjóðingar til hesi ungu. Vit
mugu hava sovorðnar kappingar
til Føroya, tí eitt silvur, sum er
vunnið her, er nakað heilt annað,
enn um kvinnurnar vóru í eitt nú
Norra og vunnu silvur.
hilmarjan@sosialurin.fo
lvur
Fegin formaður
Flogbóltur Magnus Tausen var fegin um silvurið
hjá kvinnunum og bronsuna hjá monnunum, umframt
tær viðmerkingar, gestirnir góvu væl fyrireikaðu og
avgreiddu kappingini, ið Føroyar vóru vertur fyri