mánadagur 14. november 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
TEAM KLAKSVÍK – NEISTIN 27-27 (11-15)
Uni Holm Johannesen
Fýra stig fyri fimm dystir. Tað er ein
vanlukka, men tað er ikki, sum tað
var. Neistin hevur verið fullkomiliga
einaráðandi í bestu mansdeildini
seinastu árini. Tað eru ábendingar
um, at tann støðan fer nú at broyt
ast. Verandi greipuvinnararnir hava
havt stór sveiggj í sínum avrikum
higartil í hesum kappingarárinum,
umframt at tað hevur verið ófriður
kring liðið. Morten Hust Pedersen
hevði bara verið venjari fýra dystir,
tá hann brádliga varð uppsagdur,
og Andrias Nielsen, sum skifti úr
KÍF til Neistin í summarsteðginum,
er aftur farin at spæla fyri barn
dómsfelagið í Kollafirði.
Bartal Torkilsson Kamban vardi
málið, saman við Ára Egason Dam,
tá Neistin fekk eitt stig burtur úr
vitjanini í Klaksvík fríggjakvøldið.
Hann sigur, at tað ávirkar altíð, tá
venjarin verður skiftur út.
– Tað ørkymlar eitt sindur, at
Morten Hust Pedersen varð upp
sagdur so tíðliga. Tað er og fer altíð
at vera eitt sindur ørkymlandi at
skifta venjara. Vit hava havt tríggjar
venjarar – Inga Olsen, Morten Hust
Pedersen og Áki Mørk, sum hevur
tikið við starvinum fyribils –
seinastu seks mánaðirnar, og tað
merkist í hópinum, sigur Bartal
Torkilsson Kamban.
Øðrvísi manning
Tað hevur verið stór broyting á
liðnum hjá Neistanum seinastu
mánaðirnar. David Edvardsen og
Ingi Olsen eru millum spælararnar,
sum eru farnir aðrar leiðir, meðan
nakrir av yngru spælarunum eru
farnir í onnur lond at lesa.
– Munurin er fremst av øllum, at
tað hevur verið nógvar broytingar í
hópinum. Nýggir leikarar skulu
spælast inn á liðið, og tað tekur tíð.
Liðið hevur heldur ikki somu breidd
ina, sum síðsta kappingarár, heldur
Bartal Torkilsson Kamban, og
staðfestir, at hann og liðfelagarnir
eru ikki mettir av at vinna gull.
– Eg vil heldur siga, at hini liðini
eru svangari. Nú mugu vit bretta
upp um ermar og koma upp í ferð
aftur, sigur málverjin í Neistanum.
Ikki tapt í Klaksvík
Tað var týðiligt, hvør var meira fegin
um sítt stig í Klaksvík fríggjakvøldið.
Tá dysturin var liðugur róptu
klaksvíkingarnir av gleði, meðan
neistamenninir skundaðu sær inn
í skiftingarrúmið.
Úrslitið var 27-27. Neistin var
á sigurskós í hálvleikinum, tá
føroymeistararnir vóru á odda við
fýra málum. Eftir steðgin bardu
klaksvíkingar seg inn aftur í dystin
og vunnu sær eitt stig.
Team Klaksvík, sum bara fekk
tvey stig síðsta vetur, hevur fram
vegis ikki tapt á heimavølli í hesum
kappingarárinum.
Klaksvíkingar
hava væl og virðiliga staðfest, at
teir skulu takast í álvara í hesum
kappingarárinum.
Neistin í
broyttum hami
HONDBÓLTUR Neistin hevur verið fullkomiliga einaráðandi
seinastu árini, men úrtøkan hevur verið soltin higartil í ár. – Tað
ørkymlar eitt sindur, at Morten Hust Pedersen varð uppsagdur
so tíðliga. Eg vil ikki siga, at vit eru mettir av at vinna, men at
hini liðini eru svangari, sigur Bartal Torkilsson Kamban
– Eg vil heldur siga, at hini liðini eru svangari. Nú mugu vit bretta upp um
ermar og koma upp í ferð aftur, sigur málverjin í Neistanum.
Neistin enn við
fullum stigatali
Tað hevur framvegis ikki eydnast
nøkrum av hinum liðunum at koppa
verandi føroyameistarunum í hesum
kappingarárinum. Við fullum stigatali
eftir seks dystir, hava kvinnurnar hjá
Neistanum lagt bragdliga fyri
Uni Holm Johannesen
Tað hevur verið greiður munur á
Neistanum og hinum liðunum í
hesum kappingarárinum. Bláu
kvinnurnar úr Havn hava buld
rað avstað, og mótstøðukvinn
urnar kunnu ikki annað enn
ásanna, at tað verður torført at
standa verandi føroyameistar
unum kurl.
Við nógvum góðum spælarum
og eina breidd, sum ikki hevur
sín líka í bestu kvinnudeildini, er
Neistin favorittur at strúka
avstað við gullkrónunum, tá tær
verða handaðar í apríl.
Tað er framvegis langur vegur,
men meðan hini liðini fara at
menna seg so líðandi, fer Neistin
at gera tað sama.
Adina og hinar
Neistakvinnur vunnu við níggju
málum, 35-29, á Tjaldri í Runavík
í gjár. Hóast Adina Petra var
stórspælandi í gjár og skeyt heili
17 av teimum 26 málunum, sum
Tjaldri fekk, var tað ikki nóg
mikið. Gestirnir úr Havn settu
ferðina upp í seinna hálvleiki, og
tá megnaði heimaliðið ikki at
bjóða teimum av.
Tjaldur er viknað nógv í
summar, og Adina Petra er
einasta álopsvápnið á liðnum.
Tað staðfesti hon aftur í gjár.
Alina Angel skjeyt næstflest mál.
Hon fekk trý mál.
Breiddin á liðnum hjá Neist
anum er ein greiður fyrimunur,
og venjarin Birgir Hansen hevur
nógvar møguleikar at blanda
kortini. Hann letur nýggjar spæl
arar sleppa framat at royna seg,
og umframt at neistakvinnur eru
sterkar í løtuni, geva avrikini hjá
teimum ungu ábendingar um, at
Neistin hevur nógv góð ár fram
man fyri sær.
Barbara Brauer skeyt flest
mál fyri Neistan í gjár. Hon fekk
átta mál.
Sunset-kappingin
1
Neistin
6
200 – 130
70
12
2
Stjørnan
6
158 – 132
26
8
3
VB
5
128 – 123
5
6
4
Kyndil
6
144 – 148
-4
5
5
VÍF
5
124 – 141
-17
4
6
StÍF
6
137 – 165
-28
4
7
Tjaldur
6
149 – 201
-52
1
AtlanticAirways-kappingin
1
KÍF
6
167 – 135
32
10
2
Team Klaksvík
6
155 – 156
-1
6
3
H71
6
155 – 158
-3
6
4
Neistin
4
107 – 98
9
5
5
StÍF
6
140 – 151
-11
5
6
VÍF
5
119 – 130
-11
4
7
Kyndil
5
101 – 116
-15
2