mánadagur 14. november 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
KÍF heldur rimmar
fast um oddasessin
Við einum uppibornum sigri á Skála í gjár, dróg KÍF meira frá hinum
liðunum, og kollfirðingar sita fyribils tryggir á oddasessinum
Uni Holm Johannesen
Tað ber sjálvsagt ikki til at gera
nakra endaliga niðurstøðu, tá seks
umfør eru spæld, men tað tykist
mest sum greitt, at KÍF verður aftur
ein av fremstu avbjóðarunum til
føroyameistaraheitið
í
hesum
kappingarárinum.
Kollfirðingar hava vunnið fimm
av sínum seks landskappingar
dystum higartil. Úrtøkan er, sam
mett við hini liðini, so mikið góð, at
teir eru fýra stig framman fyri
nummar tvey, sum eru Team
Klaksvík og H71.
KÍF vann greiðan sigur í Ítrótt
arhøllini á Skála í gjár. Munurin var
fimm mál tá avtornaði, 19-24.
Kollfirðingar vóru á odda allatíðina,
og hóast StÍF royndi at bíta frá sær
í løtuni, so var leiðslan ongantíð í
vanda.
Halgir gjørdi bart
Halgir Dahl Olesen, sum er aftur í
fremstu røð, hesaferð sum hjálpar
venjari og spælari, var dagsins
maður í Hoyvík í gjár. Hann skeyt
níggju av málunum, tá H71 vann 28-
24. Við sigrinum vunnu hoyvíkingar
seg upp á triðja pláss á stiga
talvuni.
VÍF var annars á odda 14-17, tá
liðini fóru undir seinna hálvleiki,
men tá runnu vestmenningar seg
inn í ein málturk. Hoyvíkingar
gjørdu sær dælt av støðuni og vann
seg
framum,
og
tá
megnaðu
gestirnir ongantíð at svara aftur av
álvara. Endaliga úrslitið var 28-24.
Kollfirðingar hava vunnið fimm av sínum seks landskappingardystum higartil. Úrtøkan er, sammett við
hini liðini, so mikið góð, at teir eru fýra stig framman fyri nummar tvey, sum eru Team Klaksvík og H71.
Stjórskúttarnir
skutu VÍF um koll
Lovisa Andreasen og Simona Petersen gingu undan, tá Stjørnan
vann stórsigur á VÍF um vikuskiftið. Tær skutu 11 mál hvør
Uni Holm Johannesen
Eftir eina trivlandi byrjan, royna
kvinnurnar úr Klaksvík nú at finna
fótafestið aftur. Liðið hevur verið
fyri nógvum broytingum í summar,
og tað er ein sannroynd, at spæl
aratilfarið er ikki eins gott sum
síðsta kappingarár.
Stjørnan tapti fyri bæði VB og
Neistanum fyrstu umførini, men
síðani hava klaksvíkskvinnur fylt
stigaposan og vunnið fýra dystir
upp í slag. VÍF vitjaði í Klaksvík um
vikuskiftið, og tað var ongantíð
nakar sum helst ivi um, hvør fór at
vinna dystin. Heimaliðið legði
bragdliga fyri og var beinanveg á
sigurskós. Endaliga úrslitið var 36-23.
Tað eydnaðist ongantíð gest
unum at verja fyri Lovisu Andrea
sen og Simonu Petersen, sum vóru
mest eyðsýndu spælararnir hesa
ferð. Tær skutu 11 mál og átti sín
virkna lut í sannførandi sigrinum.
Fremsti avbjóðarin
misti óvæntað fet
HONDBÓLTUR VB verður mett sum ein
av frægastu avbjóðarunum hjá Neista
num hetta kappingarárið. Tann støðan
fekk eitt skot fyri bógvin um vikuskiftið,
tá stríðshugaðu strandakvinnurnar
skalaðu kvinnunum úr Vági
STÍF – VB 27-22 (9-10)
Uni Holm Johannesen
Skoðsmálini vóru púra greið, tá
VB hevði bast bæði Stjørnuni
og Tjaldri, sum hava verið
bestu liðini í kvinnudeildini
seinastu árini. Vágskvinnur er
eitt gott boð upp á ein av
bjóðara í stríðnum um meist
araheitið, har verandi føroya
meistararin,
Neistin,
situr
tungt á oddasessinum.
Tann støðan er ikki broytt,
men avrikið hjá vágskvinnum
um vikuskiftið gevur greiðar
ábendingar um, at tað restar
nógv í, áðrenn tær standa bláu
neistakvinnunum
kurl.
VB
tapti við fimm málum, 27-22,
fyri StÍF í ítróttarhøllini á
Skála hesaferð. Úrslitið var ein
staðfesting av, at tað verður
sera torført hjá nøkrum av
hinum liðunum at gera tað
stóra við Neistan. Enn eru
føroyameistararnir nógv sterk
ari enn hinar.
VB byrjaði betur fyrsta
hálva tíman og vann fyrra
umfarið við einum máli, 9-10.
Eftir steðgin tók heimaliðið seg
um
reiggj,
og
við
einari
stórspælandi Fríðrun Danielsen
á odda fór StÍF buldrandi
avstað. Endaliga úrslitið varð
27-22.
Ein av stóru fyrimununum
hjá Neistanum er, at hópurin
hevur góða breidd við fleiri
góðum spælarum. Spælara
tilfarið er hinvegin smátt í Vági.
Kári Horn, venjari, hevði bara
10 spælarar við sær á Skála. Tað
kann við tíðini verða ein tru
pulleiki, tá spælarar fara at
møðast.