Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2011síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Mikkjal Thomassen Mikkjal Thomassen og John Petersen høvdu í felag ábyrgd- ina av meistaraliðnum hjá B36 í 2011. Tí hevði tað komið púra óvart á, um samstarvið ikki helt fram í 2012. B36 vildi fegið hava báðar venjararnar at halda fram, men John Petersen hevur boðað frá, at hann ikki heldur seg til at vera venjari næsta ár. Hann ætlar sær at hava barnsburðarfarloyvi frá fótbóltinum. Mikkjal Thomassen verður høvuðsvenjari hjá B36 í 2012. Hvør skal hjálpa honum er ikki avgjørt enn. Støðan hjá B36 og Mikkjali er so nógv øðrvísi nú, enn hon var tað fyri einum ári síðani. Tá var tað ikki frítt, at tað valdaði óvissa um, hvussu tað fór at tørna út í 2011. Fleiri nýggir spælarar vóru á sentralum plássum, og tí var setningurin hjá venjarunum at samanspæla evnaríku menninar til eitt lið, sum kundi standa seg millum trý tey bestu. Úrslitið sigur, at tað eydnaðist so væl, sum tað frammanundan bara bar til at droyma um, at tað skuldi gera. Nú er setningurin at endurvinna FM heitið. Tað hevur B36 ongantíð áður megnað. Pauli Poulsen Golan heyggjarnir plagdu teir at kalla økið vestanfyri vøllin við Løkin í Runavík. Tað var í tí tíðini, tá ið viðurskiftini ivaleyst vóru spentari millum NSÍ og B68, enn tey eru nú, hóast flytingarnar millum feløgini seinnu árini hava verið fleiri. Navnið komst av, at tofta- menn plagdu at standa utt- aru megin Løkin, tá ið teir komu oman av Svangaskarði at hyggja eftir fótbólti. Nú er greitt, at venjarin, sum trý tey seinastu árini hevur verið í NSÍ, næsta ár verður venjari hjá B68. Pauli Poulsen og NSÍ høvdu sátt- mála eitt ár aftrat, men tað er nakað síðani, at partarnir samdust um, at venjarin kundi flyta til annað felag. Tveir av lyklaspælarunum hjá NSÍ, sum alla sína tíð hava spælt í barndómsfelagnum, flyta saman við venjaranum stutta teinin út á Svangaskarð. Talan er um sera drúgva miðvallaran Jústinus R. Han- sen og um vinstra vongverjan Einar T. Hansen. Felags fyri teir báðar er, at teir hava spælt á landsliðnum, og nú ynskja teir at royna flogið í nýggjum felag. Heðin Askham Eftir nógvan turbolens á ferðini endaði tað væl hjá EB/ Streymi – í hvussu so er á vøllinum. Tað eydnaðist at endurvinna løgmanssteypið, og í landskappingini endaði EB/Streymur við silvurkrón- unum um hálsin. Á seinasti leikdegi boðaði Heðin Askham frá, at nú hevði hann bestan hugin at halda frí frá fótbólti í hvussu so er í eitt ár. Hurðin var tó eitt sindur á gloppi, og nú eru longu fleiri vikur síðani, at tað varð kunngjørt, at Heðin Askham heldur fram í Sunda- lagnum. Heðin tók við sum venjari við Margáir á sumri í 2009. Árið fyri høvdu EB/Streymur og Sigfríður Clementsen vunn ið FM og steypa kapp- ingina. Í 2009, 2010 og 2011 hevur úrtøkan í lands kapp- ingini verið tríggjar ferðir silvur, og í steypakappingini hevur úrtøkan verið eitt finalupláss og tveir finalu- sigrar. Nú er setningurin at lyfta seg eitt pláss longri upp í landskappingini. Eftir solt- nan fyrra part av kappingini gekk tað eftir summarsteðgin í ár sum eftir ánni, og EB/ Streymur og Heðin Askham vóru einasta felagið, sum megnaði at vinna á B36 og tað tvær ferðir. Pól F. Joensen Tað verður ein gamal TB spælari, sum fer at hava ábyrgdina, tá ið FC Suðuroy enn eina ferð skal stríðast fyri at halda tørn um pláss í Vodafonedeildini. Eftir fyrsta og higartil einasta FM heitið hjá vág- bingum hevði VB gott tíð ar- skeið í bestu deildini. Frá- flytingin bar við sær, at feløgini í syðru helvt, VB og Sumba, kastaðu saman, og tað eydnaðist tvær ferðir akkurát at sleppa undan niðurflytingini. Í 2009 upp úr 1. deild, men steðgurin í bestu deildini var bara eitt ár. Í ár gekk tað upp á stás í 1. deild, og nú bíðar enn ein avbjóðing í Voda- fonedeildini. Pól F. Joensen sat við stýrisvølin, nú tað hilnaðist so væl, og tgað verður fyrr- verandi TB spælarin, sum fyri fyrstu ferð skal royna seg sum venjari í fremstu røð, tá ið FC Suðuroy skal arbeiða fyri at røkka setninginum, sum er at halda tørn um plássið í Vodafonedeildini. Venjarin er væl útbúgvin, og hann hevur vunnið góð úrslit í yngru deildunum. Í FC Suðuroy verður arbeitt við at styrkja um liðið. Um tað eydnast, so eiga tað at vera vánir fyri, at Pól F. Joensen og FC Suðuroy fara at megna at halda tørn. Sigfríður Clementsen Tað var ikki gamalt, at dags- skráin hjá eldra felagnum í Gundadali var at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyt ing. Soleiðis var tað í farna kapp- ingarári, tá ið Julian Hansen mitt í kappingar árinum noydd ist at lata ábyrgdina frá sær. Illa sperda HB leiðslan gav ábyrgdina til Sigfríð Clem ent- sen. Setningurin hjá honum var at sleppa sigursvanda felagnum undan katastrofuni, sum tað hevði verið, um niðurflytingin gjørdist veru- leiki. Sigfríður greiddi setningin, men tað leyp einki av. Kortini hevur leiðslan í Havnar Bólt- felag gjørt av, at leingja samstarvið við Sigfríð Clem- entsen, og harvið verður hildið fram við at mynda nýtt lið. Sigfríður vaks upp í HB, har hann spældi í nógv ár, áðrenn hann flutti í B36. Hann hevur verið venjari hjá fleiri feløgum, og hann veit, hvussu tað er at vera venjari hjá toppliði, FM vinnara og steypavinnara, og hann veit, hvussu tað kennist at vera venjari hjá felag, sum hevur ligið tungt í sjónum. EB/Streymur B68 B36 FC Suðuroy HB