Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-14, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Flemming Christensen 53 ára gamli Flemming Chris- tensen skal hava ábyrgdina av ÍF í 2012. Sjálvur sigur nýggi ÍF venjarin, at hann síðani 2010 hevur bíðað eftir nýggjum møguleika at venja, og at tað nú var um reppið, at hann fekk sær meiri sivilt arbeiði, men so var tað, at tilboðið úr Fuglafirði kom. ÍF heimasíðan sigur, at tað er Anfinn Gaard, sum samstarvar við Danish Football Agency, sum hevur verið millummaður. Hetta seinasta árið hevur Flemming Christensen hjálpt júst hesum felagnum at leita eftir ungum og evnaríkum fótbóltsspælarum. Flemming Christiensen var í síni tíð álopsspælari í AB og Lyngby, sum bæði riðu millum tær báðar ovastu deildirnar í Danmark. Hann var yrkisspælari í Fraklandi og Sveis, og hann var so mikið stinnur, at hann í 1986 var við, tá ið Danmark við Preben Elkjær og Michael Laudrup sum stóru álopsstjørnunum undir HM í Mexico vísti fram- úr undirhaldandi spæl. Setningurin verður at lyfta ÍF longri fram enn 7. plássið í 2011. Fyri stuttum skrivaði ÍF sáttmála við sera málsókna Clayton Soares, sum í farna kappingarári skoraði fjúrtan mál í Vodafonedeildini fyri 07 Vestur. Tað átti at styrkt um vánirnar fyri, at tað skal eydnast ÍF at lyfta seg longri fram. Páll Guðlaugsson 53 ára gamli Flemming Chris- tensen skal hava ábyrgdina av ÍF í 2012. Sjálvur sigur nýggi ÍF venjarin, at hann síðani 2010 hevur bíðað eftir nýggjum møguleika at venja, og at tað nú var um reppið, at hann fekk sær meiri sivilt arbeiði, men so var tað, at tilboðið úr Fuglafirði kom. ÍF heimasíðan sigur, at tað er Anfinn Gaard, sum samstarvar við Danish Football Agency, sum hevur verið millummaður. Hetta seinasta árið hevur Flemming Christensen hjálpt júst hesum felagnum at leita eftir ungum og evnaríkum fótbóltsspælarum. Flemming Christiensen var í síni tíð álopsspælari í AB og Lyngby, sum bæði riðu millum tær báðar ovastu deildirnar í Danmark. Hann var yrkisspælari í Fraklandi og Sveis, og hann var so mikið stinnur, at hann í 1986 var við, tá ið Danmark við Preben Elkjær og Michael Laudrup sum stóru álopsstjørnunum undir HM í Mexico vísti fram- úr undirhaldandi spæl. Setningurin verður at lyfta ÍF longri fram enn 7. plássið í 2011. Fyri stuttum skrivaði ÍF sáttmála við sera málsókna Clayton Soares, sum í farna kappingarári skoraði fjúrtan mál í Vodafonedeildini fyri 07 Vestur. Tað átti at styrkt um vánirnar fyri, at tað skal eydnast ÍF at lyfta seg longri fram. ??? ??? NSÍ og Pauli Poulsen høvdu pappír upp á, at samstarvið skuldi halda fram í 2012, men soleiðis verður tað ikki. Avrátt er, at samstarvið skal halda uppat, og nú er tað greitt, at Pauli Poulsen fer at venja B68. NSÍ hevur í fimtan ár verið rimmar fastur partur av fremstu deildini, sum teir gulu og svørtu vunnu fyri fyrstu og higartil einastu ferð í 2007. Higartil hevur verið lítið at frætt um 2012. Fleiri, sum hava verið stuðlar, eru burtur: Jónhard Frederiksberg er givin, Jústinus R. Hansen og Einar T. Hansen eru farnir út á Toftir, Fritleif í Lambanum, sum í summarsteðginum kom úr Fuglafirði, hevur skrivað undir sáttmála við Víking, og tað er ivasamt, hvussu tað verður við Heðini á Lakjuni og Christian Høgni Jacob- sen. Fleiri ungir spælarar snodd- aðu í fjør til besta liðið, og onkrir, sum áður hava verið marginalspælarar, vunnu seg meiri inn á liðið. Monrad Holm Jacobsen, sum í fjør var í Klaksvík, er fluttur aftur til NSÍ. Men tað verður ikki, fyrr enn venjaraspurningurin er loystur, at tað fæst meiri nágreiniligt at vita, hvussu tað verður næsta ár í Runa- vík Milan Kuljic Tað er ikki váttað, men leysa- tíðindi vilja vera við, at ser- biski Milan Kuljic verður venjari hjá aldursforsetanum, sum tað árið, tá ið hann verður 120, enn eina ferð skal royna seg í bestu deildini. Jólaaftan verður Milan Kuljic 36 ár. Hann hevur verið í Føroyum síðani í 1998, og hann hevur umboðað trý feløg. Í 2011 var hann hjálpar- venjari á Argjum, har Sámal Erik Hentze hevði ábyrgdina. Tað kiksaði akkurát við upp- flytingini. Í yvirtíðini í síðsta umfari streyk TB avstað við næstfremsta plássinum í 1. deild og harvið rættinum at spæla í Vodafonedeildini, og nú hevur verið frammi, at Milan Kuljic skal venja TB. Í AB var Milan Kuljic leik- andi hjálparvenjari. Áðr enn hann fór út á Argir, var hann miðvallarálit á HB liðnum í fýra ár, og harvið var hann við til at vinna FM í 2009 og 2010. Fyrsta FM heitið vann hann við VB í 2000. Milan Kuljic kom til Vágs í 1998, og har var hann í seks ár, áðrenn hann flutti norður til Havnar og HB. Nú sigst Milan at vera á veg aftur til Suðuroyar og hesa ferð til Tvøroyri og TB, sum hann skal standa á odda fyri í royndini at varðveita plássið í Vodafonedeildini. Jógvan Martin Olsen Trý, fimm, trý. Tað ljóðar næstan sum ein spælskipan, sum sjálvandi ikki letur seg gera, tí samlaða talið er ellivu og ikki tíggju. Tølini sipa til úrtøkuna tey trý árini, sum Jógvan Martin Olsen hevur verið venjari hjá Víkingi. Trý ár er langt skeið hjá felag og venjara at sam- starva, men kortini hava Jógvan Martin og Víkingur givið hvørjum øðrum hondina uppá, at samstarvið skal halda fram í 2012. Einki er at ivast í, at tað er perspektiv í tí, sum teir fáast við í Sarpugerði. Arbeitt verð- ur við at mynda lið, sum fyrst og fremst er grundað á egið tilfar við stuðli frá einstøkum lyklaspælarum aðra staðni frá. Í 2011 var Víkingur leingi við í kappingini um FM, men marginalirnir vóru ikki við í lykladystinum á heimavølli ímóti B36, sum vann 2-0, og harvið hevðí FM heitið kós í Gundadal, meðan Víkingur eftir okkurt óvæntað kiks aftrat á heimavølli endaði á bronsuplássi. Jógvan Martin Olsen hevur verið støðugur, har hann hevur havt venjara- ábyrgd. Hann vandi NSÍ í 2002, tá ið teir vunnu silvur í FM og gull í steypakappingini, og í 2003 og 2004, og so var hann landsliðsvenjari, áðrenn hann tók ábyrgdina á seg fyri felagsliðnum. Nes Sóknar Ítróttarfelag Klaksvíkar Ítróttarfelag Ítróttarfelag Fuglafjarðar Tvøroyrar Bóltfelag Víkingur