mánadagur 14. november 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge
Liverpool: Hendan greinin skuldi
snúgva seg um munin millum
spanska landsliðið, sum í løtuni er
bæði heims- og europsmeistari, og
so enska landsliðið, sum síðani 1966
hevur verið eitt støðugt vónbrot,
sæð í mun til vónirnar. Alt hetta
skuldi undirbyggjast av einum
sponskum sigri í ensku borgini,
Wembley.
Uttan John Terry, Rio Ferdinand,
Jack Wilshere, Steven Gerrard, Ash
ley Young og Wayne Rooney, megn
aði Ongland tó óvæntað at vinna
dystin 1-0. Spania hevði bóltin fyri
tað mesta, men kroystir upp í ein
krók vístu ensku landsliðsleikarar
nir seg frá sínu bestu síðu. Spurn
ingurin er, um Ongland er við at
fóta sær í altjóða landsliðsfótbólti.
Spanska ætlanin
Undan EM-endaspælinum í 2008
vóru Spania og Ongland at finna
í somu støðu. Spania hevði ikki
vunnið nakað, síðani teir í 1964
vunnu EM á heimavølli. Ongland
hevði ikki vunnið nakað síðani
umtalaða HM-sigurin í 1966, eisini
á heimavølli. Meðan Ongland ikki
megnaði at vinna seg víðari til EM-
endaspælið í 2008, gjørdi Spania
bart.
Spaniólar vunnu EM-gull, eftir at
hava bergtikið allan fótbóltsheimin
við tekniskum og skjótum fótbólti.
Spanskar superstjørnur vóru at
finna í teimum stóru landskapping
inum kring Europa, meðan David
Beckham, sum einasti onglend
ingurin megnaði at fáa teigapláss
frá heimspressuni. Tó mest fyri
sínar tatoveringar og klædnastíl,
heldur enn avrikini á amerikanska
LA Galaxy.
Tvey ár seinni vann Spania HM
í Suðurafrika og hóast Spania byrj
aði endaspælið við at tapa móti
Sveis, so var ongin ivi, tá Andres
Iniesta í longdu leiktíðini í finaluni
tryggjaði Spania sítt fyrsta HM-
heitið, at tað var uppiborið.
Barca-skúlin
La Masia er heitið á fótbóltsskúla
num hjá Barcelona, sum hevur
fostrað mangan fótbóltsleikara. Í
finaluni í HM 2010 móti Hollandi,
vóru seks leikarar hjá Barcelona,
sum byrjaðu inni. Gerard Pique,
Carles Puyol, Sergio Busquets,
Andrés iniesta, Xavi, Pedro og
David Villa. Fyri uttan David Villa,
hava allir hinir fingið í minsta lagi
ein part av síni fótbóltsuppaling
á La Masia, umframt at táverandi
Arsenal-leikarin, Cese Fabregas,
sum varð skiftur inn, eisini er upp
aldur á La Masia.
La Masia byggir á fótbóltshug
sjónina hjá Barcelona-legenduni,
Johan Cruyff, sum snýr seg um
smáspæl við nógvum flytingum,
leikarar við góðum bóltførleika
og eitt høgt trýst, tá bólturin skal
vinnast aftur. Barcelona hevur
vunnið Champions League tríggjar
ferðir síðani 2006.
Ala ungar leikarar
Undan dystinum leygardagin hevði
bretska rásin, Sky Sports, eina sam
røðu við Guillem Balagué, sum er
spanskur
fótbóltsserfrøðingur,
búsitandi í Onglandi. Hann vísti
í samrøðuni á, at í Spania verður
stórur dentur lagdur á, at leikarar
skulu uppalast og ikki verða trýst
ir til at vinna á ungum aldri. Allar
venjingar eru við bólti, og fótbólts
hugsjónin er næstan eins hjá øllum
spaniólum. Úrslitið síggja vit í dag,
har flestu av bestu sponsku leikar
unum tykjast falla væl inn á span
ska landsliðið.
Hann vísti hinvegin á, at í Ong
landi tykist tað sum um, at leik
arar frá heilt ungum døgum fáa
bukað inn í høvdið, at teir skulu
vinna. Av tí sama verða teir størstu
leikararnir tiknir framum, hóast
teir ikki verða mettir sum størri
talent, tí úrslitini telja. Eisini verð
ur spælt á einum stórum vølli,
frá tí teir eru heilt ungir, og tí
enda flestu liðini við at spæla við
tveimum trøllvaksnum leikarum
í miðverjuni, ið sparka bóltin so
langt fram teir kunnu, so skjótt teir
fáa fatur á honum. Av tí sama detta
leikarar niður ímillum, sum kanska
hava størri fótbóltseginleikar, og
dentur verður ikki lagdur á bólt
førleikan.
Umframt alt tað, so vísti hann
eisini á, at á spanska landsliðnum
er meginparturin av landsliðs
leikarunum frá antin Barcelona
ella Real Madrid, meðan enska
landsliðið er samansett av leikar
um úr nógv fleiri feløgum. Tí
møtast fleiri fótbóltshugsjónir á
enska landsliðnum, meðan bæði
Real Madrid og Barcelona byggja
á nøkulunda ta somu. Guillem
Balagué heldur tað tí vera lættari
hjá spanska landsliðnum at fáa
spælið at hanga saman, enn tað er
hjá tí enska.
Rómaleys lagkøka
Fótbólturin, sum spanska landsliðið
og Barcelona fyri tað mesta hava
víst síðani 2006, er ein gáva til tey,
ið vilja síggja tekniskan og skjótan
fótbólt. Men tað er eisini eitt úrslit
av eini yvirskipaðari fótbólts
hugsjón, sum allir spaniólar taka
undir við. Hetta er úrslitið av eini
miðvísari ætlan gjøgnum fleiri ár,
nakað sum Gary Lineker ásannar
í sendingini »Can England win the
next world cup?«, sum BBC gjørdi
eftir vónbrotið í 2010.
Leygardagin skuldi so rómin
leggjast oman á sponsku lagukøku
na og staðfestingin, at Spania er í
einum flokki fyri seg sjálvan, skuldi
smyrjast í gronina á ensku við
haldsfólkunum á sjálvum Wemb
ley. Úrslitið gjørdist hinvegin ein
1-0 sigur til Ongland, sum vardi so
væl, at Joe Hart í enska málinum
ongantíð var kroystur.
Uttan stjørnur
Í samrøðu við The Guardian undan
dystinum segði fyrrverandi Liver
pool- og núverandi Real Madrid-
miðvallarin, Xabi Alonso, at Ong
land møguliga hevði tað við at
peika á 11 leikarar og so gera eina
uppstilling eftir tí, heldur enn at
hava eina fasta spæliskipan og so
velja leikararnar eftir tí.
Leygardagin var Ongland uttan
fleiri av stjørnunum, men við ung
um leikarum sum Phil Jones, Jack
Rodwell og Danny Welbeck, megn
aði Ongland at fáa øll tey ensku
viðhaldsfólkini á Wembley á teirra
síðu, sjálvt um liðið sjáldan hevði
bóltin. Teir stríddust sum úlvur
á skóg og hóast Spania skifti eina
heimsstjørnu fyri aðra eftir inn, so
megnaði Ongland at halda út.
Kanska gjørdist enski landsliðs
venjarin, Fabio Capello, nógv klók
ari av dystinum, enn hann helt seg
kunna blíva. Kanska skal Ongland
ikki stilla upp við bara stjørnum,
um tær ikki passa til spælistílin, og
kanska trívist Ongland best sum
eitt lið undir trýsti. José Mourin
ho, venjari hjá Real Madrid, er
siteraður fyri at hava sagt, at tað
er ikki neyðugt at hava bóltin fyri
Ongland
knógvaði
Spania
Fótbóltur Leygardagin møttust tvey lond
við ymsum fótbóltshugsjónum – skjóti og
tekniski fótbólturin hjá spaniólum og meira
kropsligi fótbólturin hjá Onglandi. Og so er
spurningurin, hvat lærast kann av dystinum,
sum Spania skuldi vunnið, men tapti