Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-14, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Vænta sær heimastig U-21 landsliðið: Eftir haltandi fyrstu dystirnar varð botnur sligin í 2011 við leikliga góðum liðavriki, sum tó endaði við 1-0 tapi í Makedonia Jóannes Hansen Tað gekk akkurát ikki hjá U21-lands­ liðnum, sum fríggjadagin spældi á útivølli í Skojpe í Makedona, har heimaliðið vann 1-0. Málið skoraðu heimamenninir fýra minuttir undan steðginum. Trettan minuttir undan leikloki varð málskjúttin vístur av vølli, eftir at hann innan fyri lítla løtu hevði sæð gult tvær ferðir fyri klossut fríspørk. Føroyska liðið pressaði síðstu løtuna fyri at javna, og í fleiri førum var tað tætt við, men tað eydnaðist ikki. – Eftir málleysan javnleik á heimavølli ímóti Norðurírlandi, vóru úrslitini keðilig á útivølli. Vit taptu 4-0 í Norðurírlandi, 5-1 í Serbia og 4-0 í Danmark, og leikliga vóru vit ikki sannførandi, staðfesta venjararnir, Heðin Askham og Bill Jacobsen, sum hinvegin fegnast um leikliga avrikið í Makedonia: – Tað gevur okkum mót undan trimum teimum síðstu dystunum, sum allir verða á heimavølli. Av­ rikið fríggjadagin ger, at vit eiga at trúgva uppá, at tað fer at bera til at vinna stig á heimavølli, halda venjararnir. Teir tríggir heimadystirnir verða spældir á hásumri: 1. juni ímóti Makedonia, 5. juni ímóti Serbia og 15. august ímóti Danmark. At fótbóltur er liðítrótt fram um alt annað varð undirstrikað fríggjadagin. Fleiri av teimum, sum hava verið roknaðir at vera fastir á liðnum, vóru ikki við í Makedonia. Tí fingu aðrir møguleikan, og lið­ avrikið riggaði avbera væl. joannes@sosialurin.fo Makedonia-Føroyar 1-0 (1-0) 1-0: Samir Fazli 41. Boris Trajkovski-leikvøllurin, Skopje Føroyar: 16. Hans Jørgensen – 5. Høgni Eysturoy, 4. Rógvi Holm, 2. Heini Vatnsdal, 7. Viljormur Davidsen, liðformaður – 15. Dánjal á Lakjuni (11. Klæmint A. Olsen, 89.) 6. Karl Løkin, 14. André Olsen, 13. Kaj Leo í Bartalstovu (18. Jan Ellingsgaard, 79.), 12. Gilli Sørensen (9. Páll Klettskarð, 62.) – 10. Jóan Símun Edmundsson Gult kort: Viljormur Davidsen og André Olsen Óbrúktir leikarar: 1. Teitur Gestson, 3. Monrad Holm Jacobsen, 8. Gunnar Zachariassen og 17. Sørmundur Kalsø Venjarar: Heðin Askham og Bill McLeod Jacobsen Heðin Askham venjari Tað endaði heilt væl U19-landsliðið: Venjararnir eru væl nøgdir við, hvussu tað endaði í EM-undan­kappingini, eftir at byrjanin hevði verið harðlig Jóannes Hansen U19-landsliðið er komið aftur av EM-undankappingarferð í Portu­gal. Úrslitini vóru 9-1 tap ímóti heimaliðnum, 3-1 tap ímóti Ungarn og at enda 4-0 sigur ímóti San Marino. – At skora seks mál í einari kapping er ikki vanligt fyri føroysk lið. Fyrsta dystin vóru vit uppi ímóti fram úr góðum heimaliði, og okkara spæl var eyðkent av, at vit høvdu ikki havt góðar fyritreytir at fyri­reika okkum. Ímóti Ungarn var tað væl betri, og ímóti San Marino spældu vit heilt væl, serliga í seinna hálvleiki, tá ið vit skoraðu øll málini, sigur Abra­ham Løkin, ið saman við Eli Hentze er landsliðsvenjari hjá U19-monnunum. Hann heldur, at tað eru góð evni í ungu monnunum, og um teir taka avbjóðingina í álvara og gera nógv við venjingina, so kunnu fleiri teirra røkka heilt langt. Portugal vann bólkin við sjey stigum, Ungarn fekk eisini sjey stig, Føroyar rukku trimum stigum, og San Marino fekk einki stig. joannes@sosialurin.fo GÓÐAN ENDA Føroyar-San Marino 4-0 (0-0) 1-0: Ari Jónsson, 51. 2-0: Bogi R. Petersen, 55. 3-0: Bogi R. Petersen, 86 4-0: Tróndur Jensen, 93. Føroyar: 1. Jákup Højgaard, 2. René Joensen, 5. Ragnar Nattestad, 6. Bogi R. Petersen, 7. Tróndur Jensen, 9. Ari Ellingsgaard, 10. Arni Gregersen (12. Magnus Egilsson, 76.), 11. Ari Jónsson, 14. Eirikur Magnussarson (15. Rógvi Joensen, 73.), 17. Ragnar Tausen og 18. Brandur Suðuroy (4. Heðin Hansen, 83.) Gult kort: Rene Joensen, Ragnar Nattestad og Ari Ellingsgaard Óbrúktir leikarar: 16. Eli Leifsson, 3. Beinir Ellefsen, 8. Marcus Clementsen og 13. Allan Hansen Venjarar: Abraham Løkin og Eli Hentze U19-landsliðið fekk góðan enda í sínum EM-undankappingarbólki, tá tað eydnaðist at vinna stórsigur á San Marino í seinasta dystinum Mynd: Fótbóltssambandið