mánadagur 14. november 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
02.10 2010 bleiv er fastur til ein lítlan fittan drong. Tað var
lítli Sámal.
Eg minnist, at eg gleddi meg, (sum eitt barn gleðir seg
til jóla) til eg skuldi blíva fastur. Tað vóru 9 ár síðani ein
nýføðingur seinast var í familjuni, so Sámal, tú var ein
sólstrála, sum kom í oktobur 2010.
Stutt fyri midnátt leygarkvøldið 02. okt 2010 fekk eg eini
sms-boð frá beiggja mínum, at nú var sonurin komin.
Eg gleddi meg at sleppa at síggja teg Sámal, men eg valdi
at bíða til maðurin kom heim mánadagin, so fóru vit øll til
Havnar fyri at síggja teg, ein sunnur og vælskaptur drongur.
Tú var akkurát so mjúkur og fittur, ið eg hevði ímyndað
mær.
Tú vart fyrsta og einasta barn hjá Anniku og Óla-Christian.
Mamma tín var eitt sindur í iva, hvat var “normalt” við einum
nýføðingi, og var tí ofta á Landssjúkrahúsinum við tær, og
fekk staðfest, at tú vart ein sunnur og raskur drongur.
02.12 2010 bleivst tú doyptur í Leirvíkar kirkju. Og fastir
var biðin at vera 1. gumma. Hetta var fyrstu ferð, at fastir
skuldi bera eitt barn til dópin, so Sámal, tú var nakað heilt
serligt hjá fastur.
Kl 1 náttina til 21.des 2010, tá broyttist alt. Pápi tín ringdi til
ommu í Leirvík, og segði, at hann visti ikki, hvar tú og mamma
tín vóru. Omma og abbi í Leirvík og fastir fóru til Syðrugøtu
at leita eftir tær, men vit funnu teg ikki. Og løtu seinni fingu
vit at vita, at tit vóru funnin. Tit vóru bæði á lívi, og tit blivu
koyrd til Havnar á Landssjúkrahúsið.
Fastir var so glað, at tú hevði tað gott og fór heim at sova.
Kl. 8 um morgunin vaknaði fastir av telefonini. Tað var omma
í Leirvík, hon segði við fastur, at tú vart deyður, einans 80
dagar gamal. Tá steðgaði alt upp hjá fastur, tað var jól og
jólastákanin var í hæddini. Øll gleddu seg at halda jól, og her
sótu vit við stórari sorg, og dugdu ikki at síggja eina meining,
hví tað skuldi enda so.
2. jóladag skuldi tú til gravar. Jarðarferðin var úr Leirvíkar
kirkju. Eg kann ikki takka nokk fyri alla ta hjálp, vit fingu ta,
tíðina tú lá á børu, og til fyrireikingarnar til tína jarðarferð.
Kann ikki lata vera við at nevna nøvn. Anna og Marius tit
vóru/eru fantastiskt. Uttan tykkum høvdu vit ikki klárað at
komið í gjøgnum jólini 2010. Takk fyri alt, tit gjørdu og enn
gera fyri okkum.
Sverri Steinhólm, takk fyri góð og troystarrík orð, bæði í
kapellinum og í Leirvíkar kirkju.
Sirikit Jacobsen og Mikkjal Nielsen. Takk Sirikit, at tú
vildi koma og syngja sangin, tú gjørdi til sonin hjá tykkum
og takk Mikkjal, at tú vildi spæla undir í Leirvíkar kirkju til
jarðarferðina hjá Sámali.
Óli Marnar Christiansen, veit at tú hevði nógv um at vera
jólin 2010, men tú skalt hava 1000 takk fyri, at tú vildi seta tíð
av og hjálpa okkum at fáa mat til ervið hjá Sámal.
Til tykkum, sum varða av bygdarhúsinum í Leirvík. Takk
fyri, at vit kundu hava ervið í bygdarhúsinum.
Øll tit, ið bakaðu til ervið 1000 takk
Við hesum vil eg lýsa frið yvir minnini um Sámal Nybo
Heilsan
vit í Leirvík
Fastir
Minningarorð – Tøkk
Sámal Nybo
02.10 2010 – 21.12 2010
Í dag, mánadagin 14. novemb
er, eru liðin seksti ár síðani,
at Liss og Rósing Rasmussen
í Runavík góvu hvørt øðrum
sítt ja.
Tey eru bæði ættað av
eystara armi á Skálafjørð
inum – hann úr uppi í Toft í
Søldarfirði og hon úr Túni á
Toftum.
Tá ið Liss og Rósing bú
settust í Runavík, var tað
berligt í Heiðunum. Tey
bæði taldust millum teirra,
sum bæðí á ein og annan
hátt lyftu hetta plássið fram
til tann vøkstur, gróður og
trivnað, sum hevur verið
seinastu stóru hálvu øldina.
Rósing fekst við bilar,
hevði nógv fólk í arbeiði og
ofta útlendskar gestir, sum
vitjaðu heima hjá teimum
og ofta eisini gistu har. Liss
stýrdi heimafrontinum við
tryggari hond, og tey hava
átt sín stóra lut í samkomu
virkseminum í Berøa alt síð
ani, at gamla Ebenezer varð
flutt úr høvuðsstaðnum og
miðskeiðis í seksti árunum
varð reist aftur í Saltangará.
Gestablídnið og hjarta
lagið hava verið stór, og tað
hevur ongantíð verið keði
ligt, har Liss og Rósing hava
verið, um tað so hevur verið
heima ella í Danmark, har
tey vóru nógv, og har so nógv
vitjaðu tey í Smidstrup og
hinum plássunum í Norður
sjællandi, har tey hildu til um
sumrarnar og eisini búðu í
nøkur ár.
Rósing hevur altíð verið
ein gentlimaður, Liss hevur
altíð verið við upp á tað, og
vit eru mong, sum kunnu
skriva undir uppá, hvussu tey
hava hjálpt, tænt og stuðlað.
Í mong ár vóru tey uppi í
hjálpararbeiðnum í Rumenia,
sum tey framvegis fylgja við
í, og Liss var nógv í Zarepta
tann tíð tað var. Hjá teimum
hevur hugburðurin verið,
sum tað stendur í Matteus
5,41: Og noyðir onkur teg at
ganga eina míl við sær, so
gakk tvær við honum!
Liss og Rósing eiga seks
børn – Anna, Bogi, Beinta,
Ingun,
Rógvi
og
Gudny.
Beinta býr í Havn, Anna býr
á Nesi, og øll hini búgva í
grannalagnum hjá foreldru
num, sum nú hava íbúð í kjall
aranum hjá Rógva. Ommu
og abbabørnini eru 21 – fýra
gentur og seytjan dreingir –
og langommu og langabba
børnini eru ellivu – seks
gentur og fimm dreingir.
Stóra dagin halda Liss
og Rósing saman við teirra
næstu.
Hjartaliga tillukku við
diamantbrúdleypinum
og
takk fyri alt gott í tíðini, sum
farin er.
Sanna og Jóannes
Liss og Rósing 60 ára dag
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
EbEnEzEr