mánadagur 14. november 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Búskaparsemjan
Føroyska samfelagið hevur stórar
búskaparligar avbjóðingar. Tí má
stýrast við skili og fastari hond, so
Føroyar koma væl ígjøgnum hesar
avbjóðingar, uttan at vælferðin
verður sett í vanda. Málið er ein
sjálvberandi búskapur. Fyritreytin
fyri einum góðum samfelag fyri
øll er búskaparvøkstur, ið tryggjar
vælferðina. Samgongan hevur sett
sær fyri at fáa yvirskot á fíggj
arlógina í seinasta lagi 2016. Lang
tíðarfíggjarætlanir verða gjørdar
bæði fyri rakstur og íløgur.
Fíggjar- og búskapar
politikkur
Ein varin og miðvísur búskapar
politikkur skal rekast. Samlaðu
útreiðslurnar á samtykta játtanar
karminum fyri 2012 – 2016 skulu
haldast.
Bygnaðarbroytingar skulu ger
ast fyri at fáa búskapin á beint
aftur. Almenna húsarhaldið verður
innrættað, so mest møguligt fæst
fyri hvørja krónu. Smærri almennir
stovnar verða lagdir saman í
effektivari eindir. Hædd verður
tikin fyri økjum kring landið.
Vinnuvøkstur skal skapast, og
birtast skal upp undir nýggjar og
nýskapandi vinnur. Endamálið er at
skapa støðugan búskaparvøkstur.
Samráðingar verða við donsku
stjórnina um at dagføra ríkisveit
ingina til dagsvirði. Av hesum og
komandi árligu økingini av ríkis
veitingini verða 15% av vanligu
meirinntøkum landskassans mót
roknaðar í økingini.
Samráðingar vera millum lands
stýrið og donsku stjórnina um end
urgjald fyri skatt av útisiglarum
(DIS).
Samráðingar vera við donsku
stjórnina um eina greining av pen
ingarenslinum millum Føroyar og
Danmark. Greiningin skal verða
liðug 31. dec. 2012.
Samráðingar verða tiknar upp
við tí fyri eyga at gera nýggjar
og endurskoða galdandi dupult
skattaavtalur.
Skattingin av føroyingum, sum
arbeiða uttanlands, verður endur
skoðað.
Fyri at tað altíð skal loysa seg
at arbeiða, verður ein flatskatta-
skipan sett í verk. Hon hevur ein
skattafrían botnfrádrátt á 65.000
krónur og 20% í landsskatti av
inntøkum millum 65.000 og 600.000.
Inntøkur yvir 600.000 kr. rinda
5% eyka av upphæddini millum
600.000 og 1 mió og 10% eyka av
upphæddini yvir 1 mió. kr. Hetta
ávirkar ikki kommunuskattin.
Pensjónsnýskipanin verður sett
í gildi tann 1. januar 2013, tó verður
lóg um inngjaldið sett í verk frá 1.
januar 2012.
Pensjónsuppsparing
verður
skattað við inngjald.
Har til ber, verður lóggáva lagað
til føroysk viðurskifti, so hon verður
lættari og einfaldari at umsita.
Játtanarskipanin
verður
endurskoðað, so at stovnar, sum
hava avlop, ikki verða revsaðir.
Møguleikarnir fyri útveiting av
almennum tænastum og einskiljing
av almennum fyritøkum verða út
greinaðir.
Útbjóðingarportalur
verður
settur á stovn sum skjótast. Starvs
fólka- og setanarpolitikkurin hjá tí
almenna skal endurskoðast.
Í sambandi við at øki verða
flutt frá landi til kommunur, fylgir
peningur við. Sáttmáli verður gjørd
ur millum partarnar, sum tryggjar,
at samlaða skattatrýstið ikki økist.
Fyri at foreldur betur kunnu
leingja barnsburðarfarloyvi, eigur
at verða heimilað kommununum
at rinda part av kostnaðinum fyri
stovnspláss til foreldrini, velja
tey at ansa egnum barni/børnum
heima.
Fyri at fjøltátta og bøta um
møguleikarnar, verður samsýningin
fyri at ansa eldri og óhjálpnum
heima endurskoðað.
Samgongan virðir og ynskir
framhaldandi at stuðla tað megn
ar arbeiði, sum sjálvbodnir felags
skapir hvør á sínum øki gera kring
land okkara.
Vinnu– og fiski
vinnupolitikkur
Hildið verður fram við yvirskipaða
vinnupolitikkinum at skapa vinn
uni góðar og støðugar karmar,
soleiðis
at
verandi
fyritøkur
fáa best møguligar fortreytir at
menna seg. Tað skal vera lagaligt
hjá nýggjum fyritøkum at koma
fyri seg og somuleiðis áhugavert
hjá útlendingum at gera íløgur í
Føroyum.
Menning av alivinnuni
Hildið verður fram við tilgongdini
at víðka um verandi aliøki, og
møguleikarnir fyri aling á opnum
havi verða kannaðir víðari.
Kannast skal, um einkarætturin
hjá Apotekinum at selja heilivág til
alivinnuna eigur at halda fram.
Dentur skal leggjast á gransking
innan fyri alivinnuna.
Burðardygg fiskiveiða
Umsitingarætlanin frá 24.10.2011
verður grundarlag undir viðgerð
ini av framtíðar reguleringum av
fiskiskapinum av høvuðsfiskasløg
unum, toski, hýsu og upsa.
Greiður
ræðisrættur
verður
knýttur at veiðiloyvum, fiskidøgum
og kvotum. Samgongan saman við
fakfólkum ger við útgangsstøði
í loyvistreytunum í alilóggávuni
uppskot um, hvussu ein tíðarav
markað/rullandi
skipan
verður
gjørd.
Fyri at tryggja arbeiðspláss í
Føroyum verða nærri ásetingar
gjørdar, sum tryggja, at sum mest av
fiski kemur upp á land í Føroyum.
Avreiðingargjald verður lagt á
allan óvirkaðan uppisjóvarfisk,
sum ikki fer um føroyskan kaikant.
Undantiknar eru landingar til før
oysk móðurskip.
Tilfeingis-/loyvisskattur,
líkur
tí sum er galdandi fyri 2011, verður
lagdur á eyka stóran vinning hjá
alivinnu og fiskiskipum. Hesin
skattur fer í landskassan.
Fult gjøgnumskygni skal valda
í eigaraviðurskiftunum í høvuðs
vinnuni.
Vinnan skal frítt leggja sína
veiðu til rættis og laga sítt virksemi
til tøkar veiðimøguleikar.
Krøv skulu setast til góðsku og
úrtøku av okkara fiskatilfeingi.
Royndarveiða skal fara fram
eftir ávísum fiskasløgum í samráð
við Havstovuna.
Fiskivinnulóggávan verður dag
førd og gjørd einfaldari og skal
leggjast fyri politisku skipanina til
støðutakan í 2012.
Brúksskylda á fiskirættindum
skal setast í verk.
Møguleikarnir hjá heimaútróðri
num skulu betrast. Í hesum sam
bandi verður regluverkið gjørt
smidligari. Øki, ið eru friðað fyri at
verja ungfisk, verða endurskoðað
saman við vinnuni, eins og kunn
gerðin um treytir fyri at vera
fullrikin
útróðrarbátur
verður
endurskoðað.
Havstovan
ger
saman
við
vinnuni árinskanningar og lýsir,
hvussu friðingar hava ávirkað
stongdu økini.
Ásett verður upphædd til fiski
vinnumenning á landi. Áherðsla
verður løgd á at vinna Føroyum
rættindi í altjóða millumlanda sam
ráðingum.
Gjørd verður ætlan saman við
vinnuni fyri gagnnýtslu av gørnum,
rogn og livur hendan ætlan verður
liðug 1. jan. 2013.
Menning av matvøruvinnu
Granskingarelaterað
matvøruút
búgving verður sett á stovn.
Sjóvinna
Ætlan verður løgd fyri, hvussu Før
oyar kunnu bjóða seg fram at gerast
ein altjóða sjóvinnu-, tænastu- og
útbúgvingardepil.
Landbúnaðurin
Hildið verður fram at dagføra
landbúnaðarlóggávuna.
Málið er, at vit í størri mun gerast
sjálvbjargin innan framleiðslu av
landbúnaðarvørum og fóðri.
Arbeiðið at varðveita føroysk
húsdjór verður raðfest frammar
laga.
Ferðavinna
Ferðaráð Føroya ger saman við
ferðavinnuni ætlan fyri menning
og marknaðarføring av Føroyum
sum ferðavinnulandi áðrenn 1. mai
2012.
Skipanin við ferðaavgjøldum
verður endurskoðað.
Vinnugransking
Saman við vinnuni virkar almenni
myndugleikin fyri at skapa um
hvørvi fyri nýmenning, har bio
tøknilig og onnur gransking fær
góðar karmar at virka undir. Sam
gongan leggur stóran dent á at seta
gongd á hetta virksemið og at lyfta
sín part av uppgávuni.
Almennur innkeyps- og
útbjóðingarpolitikkur
Lóg um almennan innkeyps- og
útbjóðingarpolitikk verður sett í
gildi í 2012.
Talgild undirskrift
Arbeiðið við talgildari undirskrift
heldur fram.
Elektroniska
undirstøðukervið
Fyri áhaldandi menning av okkara
samfelag verða íløgur í elektroniska
undirstøðukervið/fipur
raðfest
høgt.
Seming
Gerast skal nýggj semingslóg, sum
fevnir um allan arbeiðsmarknaðin.
Menningarmøguleikar
– vitanarstørv
Virkað verður fyri einum meira
fjøltáttaðum vinnubygnaði fyri at
geva føroyska búskapinum fleiri
bein at standa á.
Settur verður serfrøðingabólkur
frá vinnuni og tí almenna at viðgera
og gera tilmæli um, hvørjar íløgur
krevjast, so samfelagið kann fáa
fleiri vitanarstørv í Føroyum. Hægri
útbúgvingar, ið eru viðkomandi fyri
føroyskt vinnulív, verða styrktar.
Miðað verður eftir at menna
vinnuligan vøkstur m.a. við:
• gransking og menning
innan kunningartøkni,
heilsugransking, ílegu- og
biotøkni
• áhaldandi íverksetaraátøkum
saman við vinnuni,
Íverksetarahúsinum og
Mentamálaráðnum
•
førleikamenning av
arbeiðsmegini
• betri marknaðaratgongd
• útlendskum íløgum
• betri hagtalsgrundarlagi
• kappingarførari FAS skipan
• styrktari vinnugransking
Byggivinnan
Almennar útbjóðingar verða lagd
ar soleiðis tilrættis, at føroyskar
fyritøkur
hava
ein
veruligan
møguleika at bjóða seg fram. Í
langtíðarløguætlan verður høvuðs
dentur lagdur á at seta pening av til
arbeiðsskapandi verkætlanir.
Nýggj
byggilóggáva
verður
gjørd.
Orkupolitikkur
Heildarætlanin fyri orku- og el
veiting er grundarlagið undir fram
tíðarútbyggingum innan orkuøkið.
Samráðingar skulu takast upp
við kommunurnar, har miðað
verður eftir at finna eina framtíðar
loysn viðvíkjandi SEV.
Samgonguskjal millum Sambandsflokkin,
Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin