Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-14, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fjarskiftisøkið Virkað verður fyri størri kapping á fjarskiftismarknaðinum, so økið áhaldandi mennist til gagns fyri brúkaran. Spurningurin, um Netfelagið skal leggjast uttan fyri rakstrarfelagið, skal viðgerast. Javnstøða Virkað verður fyri javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum, í politikki og samfelagnum annars. Útbúgving og mentan Ein góður skúli er grundarsteinurin í samfelagnum. Landsins skúla­ skapur skal tryggja øllum holla útbúgving, handaliga sum andaliga, har øll skulu hava møguleika at vinna sær útbúgving. Skúlin skal framhaldandi byggja á kristna siðalæru og føroyska mentan. Fólkaskúlin Spurningurin um at lækka undir­ vísingarskylduna til 6 ára aldur verð­ur lýstur. Næmingatillaga und­ ir­vísing skal styrkjast. Miðað verður eftir størri skúla­ eindum við atliti at menning av fakliga og námsfrøðiliga um­ hvørvinum. Hædd verður tó tikin fyri, at smáir skúlar á útoyggj halda fram. Tilboðini til børn við serligum tørvi skulu betrast. Tænasturnar hjá Sernáms­depli­ num og almannaverkinum verða samskipaðar. Arbeiðið við námsætlanum og próvtalsstiga heldur fram. Samstarvið millum barnagarð, skúla og foreldur verður styrkt við millum annað fráboðanarskyldu. Ítøkiligar menningarætlanir verða gjørdar til næmingar við serligum tørvi. Eftirútbúgving av lærarum skal framhaldandi rað­ festast. Privatskúlar og eftirskúlar skulu stuðlast og mennast. Miðnámsskúlin Arbeiðið við at endurskoða mið­ námsskúlaútbúgvingarnar heldur fram. Næmingar á miðnámsskúlunum skulu hava møguleika fyri at samanseta sína egnu miðnáms­ skúlaútbúgving. Ástøðiligt og praktiskt pæda­ gogikum skal raðfestast. Víðkað tilboð verða givin ungum við ser­ligum tørvi. Endurskoðan av yrkisútbúgvingum heldur áfram. Vaksnamannaundirvísing Fjøltáttaðir møguleikar fyri vaksna­mannaútbúgvingum eiga at verða skaptir. Arbeitt verður við førleikamenning og lívslangari lær­ ing, eisini fyri ófaklærd. Arbeiðsbólkur verður sett­ur at kanna møguleikarnar og grund­ arlagið fyri útbúgv­ingar­til­boði innan framleiðslu og snið­geving av ulla- og skinnvørum. Hægri lestur Føroyar skulu gerast ein al­ tjóða miðdepil fyri maritimar út­búgvingar. Útbúgvingarnar á vinnu­háskúlanum skulu uppstigast til bache­lor og masterstig. Møguligt skal vera at taka gjald fyri at taka útbúgvingar á vinnuháskúlanum (útlendingar). Lestrarstuðulsskipanin verður endurskoðað m.a. við atliti at fjarlestri og ÚSUN- skipanini. Fjar­ lestur skal skipast. Møguleiki skal framhaldandi eisini vera fyri at taka maritimar útbúgvingar uttan krav um mið­ nám. Lóg um privat universitet skal gerast. Vit skulu liva upp til øll altjóða krøv, tá umræður hægri lesnað. Føroyar skulu gerast partur av Bologne-avtaluni. Fróðskaparsetrið skal styrkjast sum altjóða hægri lærustovnur. Námsfrøðilig gransking skal samskipast á Fróðskaparsetrinum. Góðkendar útbúgvingar tiknar í øðrum londum skulu eisini verða góðtiknar í Føroyum, um tær liva upp til okkara krøv. Inntøkujavningin av lestrar­ stuðlinum verður endurskoðað. Gransking og menning Samgonguflokkarnir taka undir við tiltøkum og átøkum, sum eru nevnd í álitinum ”Vitan og vøkstur”. Týdningarmikið er at raðfesta granskingarætlanir, sum kunnu menna og skapa eitt fjølbroyttari vinnulív. Verkætlanir, sum eru í gongd, skulu gerast lidnar. Vísindaráðið heldur fram. Umsitingin av teimum ymisku granskingarjáttanunum skal end­ urskoðast. ES-samstarvið innan gransking heldur fram. Mentan og ítróttur Lagdur verður dentur á at skapa góðar karmar fyri mentan, list og ítrótt. Samgongan vil í mest møguligan mun við góðum viðurskiftum stuðla tí týðandi sjálvbodna ar­ beiði, sum ÍSF, ÍSB, ítróttarfeløg, skótar, heimavirkis- og ítrivsfeløg, samkomur og einstaklingar gera fyri at menna børn og ungdóm. Kunnleiki til okkara livandi søgu, føroyskan dans, myndandi list, heimavirki, tónleik, bókmentir og skaldskap eigur at verða styrktur, og í samstarvi við musikk­ skúlaskipanina verður tónleika- og sangmentan okkara styrkt í fólkaskúlanum. Miðað verður eftir at stuðla føroyskum limaskapi í millumtjóða ítróttarfelagsskapum eins og lut­ tøku í millumtjóða kappingum. Føroyar eiga at vera sjónligar í altjóða ítróttarsamstarvi, taka ábyrgd og hýsa altjóða tiltøkum. Arbeitt verður framhaldandi fyri føroyskum limaskapi í IOC. Frítíðarfelagsskapir verða stuðl­ aðir í sambandi við millumtjóða virksemi. Miðað verður eftir at stuðla úrvalsítrótti og úrvals­ítrótt- arfólki. Føroyskt mál skal styrkjast. Samgongan fer at arbeiða fyri at fylgja tilmælunum frá Mál­stevnu­ nevndini. Føroyskt mál eigur at koma inn á fartelefonir og teldur. Ein heildarmeting verður gjørd av Kringvarpi Føroya, og lóg­ar­ verkið verður endurskoðað. Fram­ leiðsla av margmiðlatilfari (spølum, videofilmum o.ø.) til børn eigur at verða stuðlað. Fólkakirkjan Arbeiðið við6 at gera føroyskt lógarverk heldur fram í samstarvi við allar partar í Fólkakirkjuni. Almannamál Málið er at byggja á førleikar held­ ur enn forðingar, at tryggja fólki við breki og sálarsjúku eitt virkið og sjálvstøðugt lív og at veita endurbúgving, arbeiðsbúning, ar­ beiðsvegleiðaraskipan, har vit seta borgaran í miðdepilin. Endurvenjing skal setast á stovn til fólk, sum eru rakt av sjúku ella skaða. Samgongan ætlar miðvíst at betra arbeiðs- og inntøkumøguleikar hjá borgarum við skerdum førleika. Almenni setanarpolitikkurin skal taka hædd fyri, at almennir stovnar seta fólk við skerdum førleika í starv. Fleiri vardir bústaðir skulu út­ vegast. Arbeiðast skal tvørpolitiskt og tvørfakligt á øllum samfelagsstigum fyri at tryggja fólki við breki sama rætt til útbúgving, menning, arbeiði, bústað og eitt vanligt arbeiðs- og gerandislív. Borgarin skal hava eina heild­ ar­tænastu uttan mun til, hvør myndugleiki hevur ábyrgd. Lóg um valdsnýtslu verður gjørd. Útlendingar og teirra pen­ sjónsviðurskifti verða greinað. Nýggj forsorgarlóg verður gjørd. Bøtt verður um korini hjá støk­ um uppihaldarum. Kvinnuundirskotið skal takast í stórsta álvara. Eldrapolitikkur Árið 2012 verður útnevnt til at vera ár teirra eldru. Setast skal ein arbeiðsbólkur við m.a. umboðum fyri tey eldru at gera ein eldrapolitikk við heild­ arætlan fyri innihaldið í tæn­ astuni. Dentur skal leggjast á, at tænastan í størst møguligan mun stuðlar upp undir lívsgóðskuna og sjálvsavgerðarrættin hjá tí einstaka. Tilboðini á eldraøkinum verða veitt við støði í eini heildarmeting av tørvinum hjá tí einstaka og við tí fyri eyga, at hin einstaki kann vera heima sum longst. Visitering til heimahjálp skal víðkast til eisini at fevna um heimavenjing, ergo- og fysioterapi, fyri at fólk kunnu vera longur virkin. Heimahjálpin skal styrkjast. Upptøkureglur til vard dagtilhald, sambýli og røktarheim skulu sam­ skipast. Miðvís ætlan fyri demens­ økið verður løgd. Eldraøkið verður lagt út til kommunurnar 1. januar 2014. Barnavælferð Skipast skal eitt tilboð/barnahús til børn, sum hava verið kynsliga misbrúkt. Verandi arbeiðið á økin­ um verður framhaldandi stuðlað. Heildartilboð eigur at bjóðast børnum og ungum við serligum tørvi: bústaðar-, menningar-, skúla-, arbeiðs- og frítíðartilboð. Áðrenn farið verður í 1. flokk, eigur tørvur hjá sjónveikum, hoyri­ veikum, orðblindum o.ø. at verða staðfestur. Verkætlanin um harðskap í parlagi skal eisini fevna um kyns­ ligan ágang. Virksemið hjá Løgtingsins Um­boðsmanni verður víðkað til eisini at fevna um eftirlit innan barnavernd og fólk, ið búgva á sambýli og røktarheimi. Heilsumál Í heilsuverkinum skal tvørgangandi, samanhangandi sjúklingaviðgerð mennast í tøttum samstarvi millum sjúkrahúsini, aðrar partar av heilsu­ verkinum og serviðgerðina uttan­ lands. Sjúkrahúsini skulu útbyggjast sambært langtíðarløguætlanini, og støða verður tikin til, hvørjar funktiónir skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi. Arbeiðast skal fyri styttri bíðilistum. Psykiatriska viðgerðin má menn­ast gjøgnum samanhangandi sjúk­lingaviðgerð við tí endamáli at veita skjóta hjálp. Ein greiður rúsdrekka – og rúsevnapolitikkur skal orðast sum skjótast. Heilsugransking verður ment til gagns fyri sjúklingar og til menning av eitt nú ílegugransking sum vinnugrein. Sjúkraváttanirnar verða broytt­ ar, so tær eisini lýsa, hvat sjúk­ lingurin hevur førleika til at gera, heldur enn bara at lýsa, hvat hann ikki kann. 120 daga-reglan í dagpengalógini skal endurskoðast, so møguleiki er at søkja um undantak. Fyribyrging verður ment við fólkaheilsuátøkum, fyribyrgjandi kanningum og kunn­ ing. Ráðgeving í fosturtøkuspurn­ing­ inum verður styrkt við serkønum á hesum øki. Innlendismál Føroysk rættarskipanarlóg skal gera­st. Revsilógin skal lagast til føroysk viðurskifti. Reglur um sektorábyrgd verða tilevnaðar. Nýggj byggilóg, sum tekur hædd fyri føroyskum viðurskiftum, verð­ ur gjørd. Lóg um barnaváttanir verður framd. Útlendingamál verða yvirtikin. Setast má í verk ein skipað inte­ grasjón av útlendingum í Før­ oyum. Samferðslumál Samgongan er samd um, at ein langtíðarløguætlan verður gjørd fyri 1. apríl 2012. Í hesi lang­ tíðarætlan, sum fevnur um árini frá 2012 til 2024, verða raðfestar ætl­anir, sum kunnu skapa vøkstur og trivnað um alt landið. Millum hesar verkætlanir eru: vegakervi, skúlabygging, tunn­ils­ gerð, sjóvegis samband og onnur samferðsluviðurskifti. Har­um­ framt skal ein loysn finnast fyri føstum sambandi til suðurøkið. Fylgi­bólkur við umboðum úr samgonguflokkunum verður settur, og arbeiðið skal verða liðugt 1. apríl 2012. Menningarætlan skal gerast fyri útoyggjarnar. Umstøðurnar hjá rørslu­tarn­ aðum í samferðsluni skulu betrast. Kommunumál Samgongan tekur undir við, at kommunurnar gerast færri og størri. Kommunusamanleggingin skal vera sambært lóg um sjálvbodna komm­unusamanlegging. Innlendis- málaráðið skipar fyri fólkaatkvøðu í øllum kommunum tíðliga á vári í 2012. Kommunurnar yvirtaka ábyrgdina av eldraøkinum og fólkaskúlaøkinum. Kommunurnar og landsstýrið avtala fíggjarleist, og hvussu økini verða skipað. Umhvørvismál Umhvørvisverndarlógin og náttúru­ friðingarlógin skulu endur­skoðast. Orka úr varandi orku­keldum skal økjast munandi. Lands­ myndugleikar og kommunur skulu samstarva, so at oljunýtslan til upphiting verður munandi minni. Uttanríkisvøkstur og menning Áherðsla verður løgd á at føra ein virknan uttanríkispolitikk, altjóða handilspolitikk og at vinna okkum fríhandils- og samstarvsavtalur. Umboðan Føroya mótvegis um­ heim­inum verður áhaldandi styrkt í samstarvi við onnur fyri at náa málinum um vaksandi vinnu­ møguleikar og harvið øktum b­úskaparligum vøkstri. Lóg um uttanríkispolitiskt virk­ semi verður gjørd. Landsstýrið ger samstarvsavtalu við danir og onnur norðurlond um at nýta teirra sendistovur kring allan heim. Møguleikarnir verða gagnnýttir fyri at útbúgva føroyingar á hesum sendistovum. Vit skulu áhaldandi gerast virkn­ari í menningarsamtarvi, og við ábyrgd fyri næstanum eiga vit at lata neyðhjálp, har neyðin rakar. Arbeiðið at gera Føroyar til sjálvstøðugan lim í Norð­ur­landa­ ráðnum og WTO heldur fram. Útflutningsráð verður skipað at røkja áhugamálini hjá føroysku útflutningsvinnuni. Møguleikin fyri at hava fleiri sendifólk uttanlands verður um­ røddur saman við nýggja út­ flutningsráðnum. Okkara geopolitiska/strategiska støða í NATO skal greinast. Arbeiðið at gera nýggjan sáttmála við ES heldur fram. Avtala skal gerast við ES, so sleppast kann undan ákærum um dumping (tollsamgongu). Arbeiðið at gera handils- og íløgurammusáttmála (sonevndan TIFA) við USA heldur fram. Okkara leiklutur í Arktiska ráð­ num verður framhaldandi mentur. Ætlan verður gjørd fyri, hvussu vit best gagnnýta fyrimunirnar av broytingum, sum henda í arktiska økinum. Eisini verður ætlan gjørd fyri, hvussu vit verja okkum móti árinum, sum standast av nýggjum farleiðum í arktiska økinum. Undirskrivað tann 14. november 2011 Sambandsflokkurin Fólkaflokkurin Miðflokkurin Sjálvstýrisflokkurin