mánadagur 14. november 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Fjúrtandi partur
Ein av kvinnunum, ið
savnaðist við ánnað til
bøn, kallaðist Lydia, hon
handlaði við purpuri.
Tað stendur um hana,
at hon gav tí gætur, sum
Paulus talaði og kom til
trúgv á Harran Jesus.
Tað er týdningarmik
ið, at lurta eftir og taka
tað til sín, tað sum ein
hoyrir, tá ið orð Guds
verður prædika. Trúgv
in kemur av tí, sum præ
dika verður, og tað, sum
prædika verður kemur
við orði Kristusar, sigur
Paulus í Róm. 10,17.
Seinni í kapitlinum
lesa vit tað vælkendu
søguna um fangavakt
arin í Filippi, sum kom
í syndaneyð eftir tað
stóra unduri, sum hendi,
tá ið allar dyr sprungu
upp í fangahúsinum.
Aftaná hetta kom
Paulus til Tessalonika,
har tóku mong ímóti
boðskapinum, men jød
arnir stóðu í móti, og har
er tað vit lesa hetta:
Táið teir ikki funnu
teir, drógu teir Jason og
nakrar brøður fram fyri
býstýrið og róptu: "Hesir,
sum hava endavent øll
um heiminum, eru nú
eisini komnir higar! Kap
17,6
Hetta var ein góður
vitnisburður at fáa, og
vísir
okkum,
hvussu
kraftia orðið virkaði.
Úr Tessalonika fóru teir
víðari til Berøa, har vóru
teir meiri rætthugsandi
og rannsakaðu dagliga
skriftirnar fyri at síggja,
um hetta var so. Hetta
er týdningarmikið, at
vit, tá ið vit hoyra ein
boðskap,
rannsaka
í
skriftunum sjálv, um
hetta er rætt, sum vit
hoyra. Alt ov mong hava
eina gudsdýrkan, sum
tey hava lært, uttan
sjálv at hava lisið orð
Guds og líta bara á, at
tað sum ein prestur ella
onkur annar prædikar,
er rætt, men tað gjørdu
tey í Berøa ikki, tey vildu
vera vís í, um hetta nú
var soleiðis, sum hesir
menn prædikaðu fyri
teimum. Tey lótu ikki
sál sína upp í hondina á
øðrum.
Haðani kom Paulus
síðani víðari til Aten.
Har steig hann fram á
Areopagus og talaði. Tað
er har hann m.a. sigur
hetta:
Hann (Gud) hevur
gjørt øll fólkasløg av
einum blóði - til at
búgva um alt jarðarríki;
og Hann hevur givið
teimum ásettar tíðir og
markini fyri bústøðum
teirra, fyri at tey skuldu
søkja Gud, um tey tó
kundu kenna og finna
Hann - tóat Hann er ikki
langt frá nøkrum av
okkum. Tí í Honum liva,
rørast og eru vit - sum
eisini nøkur av skøld
um tykkara hava sagt:
"Vit eru jú eisini ætt
Hansara." Táið vit nú eru
ætt Guds, mugu vit ikki
halda, at Guddómurin
er líkur gulli, silvuri ella
steini, nøkrum, ið gjørt
er av hegni og hugsan
manna. Eftir at Gud tá
hevur havt tol við tíðum
vankunnleikans, gevur
Hann nú menniskjunum
tað boð, at tey øll alla
staðni skulu venda við.
Tí Hann hevur ásett dag,
táið Hann skal døma
jarðarríki við rættvísi
- við manni, sum Hann
hevur sett til tað; og
hetta hevur Hann prógv
að øllum við at reisa
Hann upp frá hinum
deyðu." Kap. 17, 26-31
Framhald..
Hugleiðingar úr
Ápostlasøguni
Richard Danielsen
Eg havi fyrr boða frá og geri
tað framvegis, at eg vil ikki
góðtaka, at frítíðarskúlarnir
ella dagstovnaøki hjá Tórs
havnar kommunu, skulu
spara meira.
Hetta var eisini orsøkin til,
at eg ikki vildi atkvøða fyri
fíggjarætlanini við 1. viðgerð
hjá Tórshavnar kommunu
fyri 2012.
Eg skal boða frá, at eg
standi fastur við avgerðina
og verður ongin bati, tá ið
fíggjarætlanin
skal
sam
tykkjast endaliga, fari eg
heldur ikki at atkvøða fyri
henni tá.
Eg vil ikki góðtaka, at
ætlanin, enn einaferð er at
spara á dagstovnaøkinum,
har ætlanin er at spara 1,3
millión krónur í 2012.
Um hendan fíggjarætlanin
endaliga verður samtykt,
verður tað triðja árið á rað, at
frítíðarskúlarnir skulu spara.
Vit hava eisini eina orku
sparing uppá 10% um árið,
sum skal sparast hjá øllum
dagstovnum í Tórshavnar
kommunu.
Sjálvsagt skulu vit øll vera
ansin fíggjarliga og vera við
til at spara, um tað krevst,
men her kunnu vit ikki spara
meira.
Í 2009 var sparingin 1,5
millión og í fjør varð eisini
spart 1,5 millión og nú er
ætlanin at spara 700 krónur
fyri hvørt barnið. Men nú
tolir frítíðarskúlin ikki fleiri
sparingar.
Sum støðan er nú, er Frí
tíðarskúlin blivin til ein
“passivan”
ansingarstovn
hjá okkara børnum at vera í,
ístaðin fyri at vera eitt upp
livingar og menningarstað
við pedagogiskari dygd til
framan fyri trivnaðin hjá
okkara børnum.
Vit kunnu, sum nú er ikki
hava fulltíðarstørv innan
frítíðarskúlarnar og harvið
søkja námsfrøðingar ikki
størv innan frítíðarskúlarnar.
Harvið missa børnini tað
pedagogiska innihaldi, sum
jú skal menna tey.
Hesar
sparingar
gera
støðuna uppaftur verri og
næstan ómøguliga fyri trivn
aðin hjá børnum, foreldrum
og starvsfólkum. Starvsfólkið
tolir ikki hesa óvissu – ár eftir
ár. Somuleiðis verður dygdin
av innihaldinum eisini har
eftir.
Eg taki annars fult undir
við fíggjarlógaruppskotinum,
men sparingin á dagstovna
økinum skal broytast, áðr
enn eg góðtaki fíggjarlógar
uppskoti fyri 2012 við 2 og 3
viðgerð í býráðnum.
Nú er tíbetur ljós fyri
framman – innan ansingar
øki.
Eg frøist um, at nú sær
tað út til, at samgongan hjá
Tórshavnar kommunu kortini
ikki fer at fremja sparingar
innan
dagstovnaøki
fyri
2012.
Hetta visti mín góði sam
gongulimur Jógvan Arge for
maður i mentamálanevndini
hjá Tórshavnar kommunu at
siga í gjár í lesarabrævi við
vágaportalin.
Har hann váttaði fyri
forkvinnuni
hjá
Føroya
Pedagogfelag, Maud Wang
Hansen, at ongar sparingar
vera framdar innan dag
stovnaøki í 2012. Hetta eri eg
nú sera fegin um. Lat okkum
nú vóna at so verður.
Hinvegin
er
nógv
at
fegnast um, innan barna
og ungdómsøkini hjá Tórs
havnar
kommunu.
Hesi
seinastu 3 árini hava vit í
samgonguni,
opnað
ung
dómshús í Nólsoy, Hoyvík
og á nýggja telducafé útí á
Norðasta Hornið.
Í løtuni verður projektering
gjørd
við
innrættan
av
loftinum í ítróttarhøllini í
Kollafirði, sum skal brukast
til bygdarfólkið, KÍF og til
ungdómshús.
Somuleiðis eru ætlanir, at
opnað ungdómshús á Argj
um í 2012.
Mín fakliga meining er
eisini at, vit skulu hava tilboð
til børn og ung frá 3 til 5 flokki
eftir skúlatíð. Somuleiðis
skulu frítíðarskúlarnar hava
meira opið. Men her skal
sjálvsagt fígging fylgja við.
Tá í tíðirnar eru ringar, er
tað neyðugt at styrkja um
kvalitetin hjá okkara framtíð
- og tað er jú børnini og tey
ungu.
Men, nú sær tíbetur ljósari
út – til gleði fyri okkara børn
um og ungdómi hjá Tórs
havnar kommunu.
Ljós er fyri framman – til gleði
fyri børn og ung í Havn!
Levi Mørk
Tað er ongin ivi. Besti jólamaður í ár er Fólkaflokkurin.
Fólkaflokkurin er so fittur, at hann fer at syrgja fyri, at
tað fer at loysa seg at arbeiða. Arbeiðsmenn, handverkarar
og pedagogar hava hugsað: “Yes, endiliga fer tað at loysa seg
at arbeiða, tí tað sigur Fólkaflokkurin! Jey, eg fari at stemma
fyri Fólkaflokkinum!”
... men við lægri skatt til fólkið, so meinar Fólkaflokkurin
við “vælhavandi fólkið”. Hetta var ein lítil parantes, sum
jólamaðurin “gloymdi” at fortelja okkum.
Her fáa tit eitt dømi upp á, hvat Fólkaflokkurin
í veruleikanum meinti við, tá tað skuldi løna seg at
arbeiða. Soleiðis virkar flatskatturin í praksis
Inntøka
Árligur skattalætti
15.000 kr/mán. ……………………………………………………………
800 kr.
20.000 kr/mán. …………………………………………………………… 1.400 kr.
25.000 kr/mán. …………………………………………………………… 8.000 kr.
35.000 kr/mán./løgtingsløn …………………………………… 24.000 kr.
45.000 kr/mán/lLandstýrislø ……………………………… 42.000 kr.
90.000 kr/mán/Stjórar hjá Atlantic fáa meir
95.000 kr.
... og ársins jólamaður
er: Fólkaflokkurin!
Hergeir Staksberg