Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-14, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit hava Klaksvíkar og Suð­ ur­oyar Sjúkrahús. Men onki Tórshavnar ella Suður­ streymoyar Sjúkrahús. Helst er hetta einasti høv­ uðs­staður í heiminum utt­ an eitt lokalsjúkrahús. Hin­ vegin hýsir Havnin ein­um Landssjúkrahúsi, hóast vánaliga viðferðin í løg­ting­ inum seinastu 30 árini kundi bent á, at hetta sjúkrahús als ongan góðan eigur. Ferð eftir ferð hava yvir­ læknar og onnur víst á, hvussu tað læknaliga er roynt at halda Landssjúkrahúsinum á einum rímiligum støði, tá tað snýr seg um tól og viðgerðarhættir. Karmarnir hava tó verið út av lagi vána­ ligir, til nýbygging byrjaði fyri kortum. Umframt vánaligu fysisku karmarnar, hevur vánaligi starvsfólkapolitikkurin í heilsuverkinum verið ein sera álvarsligur trupulleiki, hóast sera dugnaligt og nærlagt fólk við útbúgving og starvsroyndum frá høgt mettum stovnum utt­an­ lands. Starvsfólk á Lands­ sjúkra­húsinum hava mangan dagliga verið offur fyri viðgerð í miðlunum, hóast tað er ein sannroynd, at teirra arbeiðsinnsatsur bæði fys­iskt og mentalt ikki hevur ligið eftir. Politiskt hevur eisini ver­ið trupult at gjørt nakrar broyt­ ingar. Eitt og hvørt uppskot um at broyta bygnaðin førir ósvikaligt til øsing og gar­teran á barrikadunum í Suðuroy og í Klaksvík. Í Havn sigur ongin nakað. Deyðatøgn. Men í nývalda løgtinginum er Havnin enn einaferð undirumboðað í mun til útjaðaran, so trupult verður helst at broyta nak­ að.   Yvirlæknar samdir um nýggjan leiðsluleist Uttan at fara í smálutir um nýggjasta uppskotið um eitt sjúkrahúsverk, so er eftir drúgva viðgerð staðfest, at tað er sera kostnaðarmikið fyri samfelagið at hava trý sjálvstøðug sjúkrahús. Yvirlæknar eru púra samdir um, at tað er alneyðugt, um sjúkrahúsviðgerðin í Før­ oyum skal kunna fylgja við nútímans broytingum í okkara grannalondum, at øll trý sjúkrahúsini fáa eina felags leiðslu.  Tað stutta av tí langa er, at læknarnir meta, at við hesum nýggja bygnaði inn­ an sjúkrahúsverkið kann sjúklingagongdin effek­tivi­ serast og mennast. Lækn­ arnir hava vón um, at tað læknaliga arbeiðið í Føroyum verður meira áhugavert og hetta vil økja um trivnaðin hjá læknum í Føroyum. Hesin parturin at fáa yngri læknar at trívast, meta yvirlæknarnir vera ein týdn­ingarmiklan part í bygnaðarbroytingum, tí ein stórur hópur av yvir­lækn­ unum nærkast pensións­ aldrinum, og broytingar eru neyðugar, áðrenn tað er ov seint. Uppskotið, sum kom fyri fyri tingið, kódnaði bein­an­ vegin í vitleysum skuld­set­ ingum um enn eina roynd at forkoma smáu sjúkra­ húsunum. Men ein nær­ lesing av uppskotinum vís­ ir, at á ongan hátt verður mælt til nakra niðurlaging av smáu sjúkrahúsunum, tvørt­ur­ímóti skulu tey effek­ tiviserast. Øsingin verður bara sett í verk fyri at forða fyri, at nakrar broytingar verða gjørdar.   Í galdandi sjúkrahúslóg er ásett, at sjúkrahúsverkið fevnir um trý sjúkrahús. Hesi virka í dag sum tríggjar sjálvstøðugar eindir við hvør síni sjúkrahúsleiðslu, har tað ikki eingang er komið á mál við at gera nakra formliga samstarvsavtalu. Við verandi sjúkra­hús­ bygnaði brúka vit ikki okk­ ara tilfeingi rætt, vit fáa óneyðugar langar bíðirøðir og óneyðuga stórar útreiðslur til vaktarskipanir.   Uppskotið um Sjúkrahús Føroya Uppskotið um at stovna eitt nýtt Sjúkrahús Føroya er ikki serliga innviklað. Felags leiðslan verður skipað burturúr verandi leiðslum í sjúkrahúsverkinum. Hetta merkir, at tað ikki skal setast ein leiðsla omaná verandi leiðslubygnað, men øll trý verandi sjúkrahús verða løgd saman í eitt - Sjúkrahús Føroya. Talan verður sostatt ikki um at leggja tey bæði smærru sjúkrahúsini undir Landssjúkrahúsið, heldur ikki verður talan um at máa støðið undan virkseminum í Klaksvík og í Suðuroynni. Tvørturímóti skal samlaða tilfeingið gagnnýtast enn betur enn í dag. Í løtuni eru 3 ymsir sjúkra­hússtjórar, sum vísa til Heilsumálaráðið. Við nýggju skipanini verður tað bert stjórin fyri Sjúkrahús Føroya, sum fer at vísa til Heilsumálaráðið. Játtanirnar til verandi trý sjúkrahús verða lagdar saman í eina játtan á løgtingsfíggjarlógini. Umsitingin verður bílig­ ari og effektivari, tí hon verður umskipað, við tað at farið verður frá trim­um sjálvstøðugum sjúkra­hús­ leiðslum til eina. Sam­skiftið ímillum ráðið og sjúkra­ húsverkið verður umvegis ein stjóra ímóti trimum stjór­ um í dag.   Eitt sjúkrahúsverk! Verandi støða er syndarlig. Nú er altso tíð uppá, at løg­tingið sker ígjøgnum og fremur hesa nýskipan, hóast hetta verður trupult, tí tað hava aldri verið so nógvir lokalpolitikkarar í løgtinginum sum nú. Neyðugt er at síggja sjúkrahúsverkið sum eina skipan. Hetta mál er stutt sagt alt ov týdningar­mik­ ið til at drukna í óvið­kom­ andi retorikki um út­jað­ara­ menning. Hetta snýr seg um at tryggja øll­um sam­felag­ num eitt samanhangandi sjúkra­hús­verk, ið er sterkt bæði fakliga og fíggjarliga. Hetta vita løgting og lands­stýrið fullvæl. Tað er bara at fáa tað framt í verki! Trý lokalsjúkrahús ella Sjúkrahús Føroya? Heðin Mortensen borgarstjóri Nú fer meirilutin av Føroya løgtingi til Danmarkar at fáa meir stuðul. Tað eru tey sum halda, at teir fara at fáa krakk. Men tað man valla verða. Tá ein, sum situr á stórum ríkidømi, kemur til arvingin og spyr um hann kann fáa pening at keypa eitt reip fyri, so hann kann heingja seg, er freistingin at fíggja reipið alt ov stór. Reipið Zakarias Wang Ongin hevur sum Jenis á Rana heglað niður á und­anfarnu samgongur fyri skattalættar, sum vóru givnir, serliga í árunum 2005-08. Eir­ inda­leysur hevur hann briksl­að og spottað Javn­ aðarflokkin, tí vit vóru við til at fremja hesar skattalættar í fyrru ABC-samgonguni. Hann kveistraði tað til viks sum týdningarleyst, at Javnaðarflokkurin sum okkara mótkrav til skattalættan fekk framt ein hækking av Sam­ haldsf­asta, so útgjaldið í dag er 2.000 kr. hægri um mánaðin, enn tað var í 2004. Ein hækking, sum pensjonistarnir við lægstu inntøkunum fáa einamest burturúr. Ongin hevur sum Jen­is á Rana grátið um “tey á niðastu rókum”. Alt tey beru rossatár, síggja vit nú. Tí nú fer tann svarta BAD-H samgongan hjá Jenisi at fremja ein skattalætta, sum ger enda á okkara norður­ lendsku skattaskipan við tí progressiva ella sosiala skattastiganum, og setir eina asosiala skatta­skipan í verk, sum er serliga popu­ler í fyrr­ verandi komm­un­ista­ lond­unum eystan­fyri. Og so skulu teir fíggja hesar háinn­tøku­ gávurnar við at stjala skattainntøkurnar hjá pensjonistunum, sum um nøkur áratíggir ann­ ars skuldu vera við til at bera tær veks­andi almanna- og heilsu­út­ reiðsl­urnar tá. Dømi um Jenis og arbeiðsmannin Eftir nýggju skatta­skip­ anini fer ein arbeiðs­ maður við vanligari tíma­løn at fáa ein skatta­ lætta upp á góðar 100 kr. um mánaðin. Til samanberingar fer Jenis á Rana – við ting­mannaløn + hálvari læknaløn – at fáa mill­ um 7.000 og 8.000 kr. í skattalætta, um mán­ aðin. Væntandi er harum­ framt, at skattalættin vendir aftur sum ein út­reiðslulúsingur til láginntøkurnar. Tí tá há­inntøkugávurnar fara at verða oystar út á marknaðin í øktari nýtslu, so kemur enn meira ferð á prís­hækk­ ingarnar, og livikostn­ aðurin fer eitt ordans spark uppeftir. Tá verður uppaftur truplari at fáa endarnar at røkka saman hjá teimum, sum í dag knossa undir tungum húsarhaldsútreiðslum. Frá borgarligu aft­ ur­haldsflokkunum, Sam­bands- & Fólka­ flokk­inum, er hetta ikki so óvæntað. Hevði tó aldrin trúð slíkt frá Miðflokkinum. Men hann var bíliga til sølu – øll sømiligheit fyri borð, bara fyri ein sess undir liðini á Jørgen Niclasen. Nú drýtir Mið­flokk­ur­ in á niðastu røkurnar Hans Pauli Strøm Vestmanna