mánadagur 14. november 2011síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mánadagur 14. november 2011 · Nr. 132
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Annfinn Brekkstein pástend
ur í fyrsta umfari í drúgvari
grein í øllum miðlunum, at
Tórshavnar kommuna síðan
2008 hevur havt eina gongd
við
vaksandi
rakstrarút
reiðslum. Hetta er í minsta
lagi ein sannleiki við modi
fikatiónum, um hann ikki er
púra skeivur.
Orsøkin er tann, at í 2008
vóru rakstrarútreiðslurnar
hjá Tórshavnar kommunu
484 mió. kr. Í fíggjarætlan
ini fyri 2012 eru rakstrar
útreiðslurnar mettar at vera
494 mió. kr. Hetta er einans
ein vøkstur á góð 2% yvir 5 ár.
So hyggur tú bara at krónum
og oyrum, so er talan um ein
lítlan vøkstur.
Men prístalið er frá 1. árs
fjórðingi í 2008 til nú hækkað
úr 113,9 til 118,4. Hetta er ein
vøkstur á úti við 4%. Prístalið
er soleiðis hækkað væl meira
enn
rakstrarútreiðslurnar
hjá Tórshavnar kommunu.
Sostatt hevur Tórshavnar
kommuna reelt tálmað rakst
rarútreiðslurnar, hóast bæði
prísvøkstur og lønarvøkstur
í tíðarskeiðnum, og hóast
borgararnir hava fingið fleiri
nýggjar og betri tænastur,
sum lætta um hjá familjum
og einstaklingum. Úr rúgv
uni kann eg nevna, at for
eldragjaldið til dagstovnar
er lækkað úr 30 niður í 25%,
munandi systkinaavsláttur
er gjørdur til tær familjur, ið
hava fleiri børn í dagstovni,
ungdómsvirksemið í komm
ununi er munandi útbygt
og útbyggingar eru gjørdar
á ítróttaøkinum t.d. Tórs
breyt og Fimi, og ókeypis
bussleiðin er víðka. Fleiri
av hesum tiltøkum virkar í
veruleikanum sum skatta
lætti hjá fleiri av borgarum
okkara.
Skattaprosentið
Í øðrum lagi pástendur Ann
finn Brekkstein, at vit hava
eitt hækkandi skattaprosent.
Veruleikin er, at Tórshavnar
kommuna hevur eitt meðal
skattaprosent í mun til rest
ina av landinum.
Tað er rætt, at býráðið
hækkaði
skattaprosentið
við einum prosenti, men inn
tøkurnar frá hesum eina pro
sentinum vórðu markaðar til
ávísar íløgur, í hesum føri til
Boðanesheimið.
Annfinn Brekkstein veit,
at krøvini til kommununa
um íløgur hava verið øgilig.
Í hesum føri varð samtykt,
at tá Boðanesheimið verður
liðugt, tá er tað eisini goldið.
Tað verður tað í komandi
ári og tá kunnu vit meta
um komandi tørv og skatta
prosent. Annfinn veit eisini
fullvæl, at tað ikki ber til at
broyta skattaprosentið mitt
í einum ári.
Gjaldførið
Triði pástandurin er um
vánaliga gjaldførið. Fíggjar
ætlanin fyri 2010 bygdi á
ta fortreyt, at kommunan
skuldi taka eitt lán á umleið
50 mió. Hetta lánið er als
ikki tikið enn og tað hevur
ávirkað gjaldførið.
Orsøkin er tann, at tað
hevur staðið so væl til, at
kommunan
higartil
sjálv
hevur megnað at fíggja íløg-
urnar. Neyðugt verður tó at
taka lánið fyrst í komandi
ári. Men her er sum so ikki
talan um nýggja lántøku.
Hartil kemur, at inntøk
urnar hjá kommuni hava
verið heldur betur, enn fíggj
arætlanin hevur lagt upp til.
Bindingar
Lat okkum taka ein pástand
aftrat. Annfinn tosar um
politiskar bindingar í ætlaðu
Oyggjaleikirnar uppá 60 til
80 miljónir. Her er ikki høpi
í.
Tórshavnar Býráð hevur
einmælt samtykt – og tað
umfatar
eisini
Annfinn
Brekkstein – at bjóða býin
fram til Oyggjaleikirnar í
2019 ella 2021. Um Annfinn
Brekkstein
nú
er
ímóti
hesum átaki, so eigur hann
beinanvegin at kunngerða
tað fyri ítróttinum og øllum
øðrum, so vit vita, um hann
tekur undir við tí, hann
hevur atkvøtt fyri, ella ikki.
Kommunan hevur higar
til hvørki brúkt ella sam
tykt at brúka eina krónu
í hesum sambandi. Hetta
liggur langt frammi, vit vita
enn einki um íløgur, kost
naðir, fíggingarmynstur og
fíggingarmøguleikar, tíans
heldur um kommununar
part av hesum íløgum.
Býráðið hevur einmælt
samtykt at skapa neyðugu
karmarnar, tá tann tíðin
kemur. Og teir karmar, sum
verða skaptir, verða ikki ein
eingangsíløga
til
Oyggja
leikirnar, men ein væl um
hugsað og skilagóð trivn
aðaríløga í framtíðina.
Búskapurin
Sum áður nevnt hevur bý
ráðssamgongan
valt
at
raðfesta íløgur og at tálma
rakstrarútreiðslurnar.
Roknað verður við sama
skattaprosenti, 20,75%, og
sama barnafrádrátti, 5.500
kr. Íløgur verða gjørdar fyri
139 mill. kr. Hetta er hægri
enn í 2011, men allar hesar
íløgurnar eru fíggjaðar yvir
skattin og uttan lántøku.
Við hesum íløgum skapa
vit nógv gevandi virksemi
í býnum, vit skapa nógv ar
beiði og nógvan trivnað, og
stórur partur av íløgunum
fylgir okkara íløguætlan.
So eg meti framvegis, at
Havnin hevur ein góðan og
sunnan búskap.
Og vónandi oyðileggur
Annfinn Brekkstein sær ikki
jólini av berum dapurskygni,
tí eg haldi ongar orsøkir vera
til tess.
Dapurskygni um ein sunnan búskap
Eitt aftursvar til Annfinn Brekkstein
Heðin Mortensen
borgarstjóri