mánadagur 14. november 2011síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
36 Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000
Mánadagur 14. november 2011 -
C) almannastovan
vid gildi frå 1. januar 2012
1. Dagpeningur við fråveru,
tå barn undir 14 år er sjukt
Løgtingid samtykti í mai 2011 at broyta dagpeningalógina
soleiðis, at tey, ið lúka treytirnar fyri at fáa dagpening
vegna sjúku, nú eisini fáa rætt til dagpening fyrsta og
annan fráverudag í sambandi við sjúku hjá barni undir 14
ár. Hvert av foreldrunum kann í mesta lagi fáa dagpening í
tilsamans 10 dagar um árið, orsakað av sjúkum barni. Á
heimasíðuni hjá Almannastovuni verður kunnað nærri um
treytir og mannagongd við umsókn o.a.
Lógarbroytingin fær gildi frá 1. januar 2012 og er lýst í
kunngerðarblaðnum 2011, hefti 19.
2. Ongin mótrokning av inntøku
hjá hjúnafelaga í fólkapensjónini
Løgtingid samtykti í september 2011 at broyta reglurnar
um mótrokning av innteku í pensjónini hjá giftum
ólkapensjonistum. Broytingin hevur við sær, at viðbótin,
sum verður utgoldin til ein giftan fólkapensjónist, ikki
ongur fer at ávirkast av inntøkuni hjá hjúnafelagnum .
Lógarbroytingin fær gildi frá 1. januar 2012 og er lýst í
unngerðarblaðnum 2011, hefti 39.
Broytingin merkir, at viðbótin í fólkapensjónini hjá einum
giftum pensjonisti frá 1. januar 2012 at rokna bara verður
ækkað við stødi í inntøkuni hjá pensjonistinum sjálvum.
Galdandi reglur áseta, at inntøkur hjá hjunafeløgum skulu
eggjastsaman og býtast í helvttilhvann av hjunafeløgunum,
áðrenn roknað verður.
Broytingin hevur fyri tey flestu ongar avleiðingar, tí
inntøkan hjá fólkapensjonistum flest er so låg, at hon
ávirkar ikki viðbótina. Tó eru fleiri, sum fara at merkja
avleiðingar av broytingini — summi fáa minni útgald og
onnur sterri. Fyri nøkur merkir broytingin, at partur ella øll
viðbótin fellur burtur og fyri onnur, at tey fáa eina hægri
ella fulla viðbót. Hver avleiðingin verður í tí einstaka
førinum er treytað av støddini av inntøkuni og hvussu hon
er býtt millum hjúnafelagarnar.
Í talvuni niðanfyri verður við nøkrum dømum lýst, hverjar
avleiðingar kunnu verða av broytingini fyri einstakar
pensjonistar og hjún tilsamans. Hædd er ikki tikin fyri
skattligum avleiðingum av broytingum í viðbótini.
Viðmerkjast skal, at grundupphæddin ikki ávirkast av
inntøku og at ongin mótrokning verður gjørd í viðbótini,
um årsinntøka aftrat pensjónini er 61.000 kr. ella minni.
Mótrokningarprosentið er 60. Samhaldsfasta eftirlønin
telist ikki við í inntøku, sum åvirkar pensjónsupphæddina.
Talva. Viðbót til fólkapensjón
eftir galdandi og nyggjari skipan
Viðbót
gomul
skipan skipan
(helvt (einans
inntøka egin
tilsamans) | inntøka)
Kr. um mån Kr. um mån
Viðbót
nýggj
Inntøku-
grundarlag
(årsinntøka)
DØMI 1
Hjúnafe
Hjúnafe
Tilsam
61.000
61.000
122.000
DØMI
Hjúna
Hjúna
Tilsam
40.000
70.000
120.000
DÓMI
Hjúna i 0
Hjuna i 112.000
Tilsam 112.000
DØMI
Hjuna 170.000
Hjúna i 0
Tilsamans
DØMI 5
Hjunafelagi 1 | 0 . +2.493
Hjunafelagi 2 | 220.000 - -
Tilsamans 220.000 +2.493
Giftir pensjonistar, sum møguliga eiga at søkja av nyggjum
Giftir pensjonistar, sum bara hava sekt um grundupphædd,
eiga at geva broytingini ans. Ti hon kann hava við sær, at
ann eini hjúnafelagin, ið ikki hevur inntøku, ella bara
hevur smávegis inntøku, nú kann hava rætt til viðbót.
Neyðugt er at senda umsókn inn, tí Almannastovan skal
hava loyvi til at innheinta inntøkuupplysingar fyri at kunna
broyta pensjónsviðgerðina.
3. Pensjonistar á stovni somu rættindi
Løgtingid samtykti í september 2011 nakrar broytingar í
viðurskiftum hjá fólkapensjonistum og fyritíðarpensjonistum,
sum búgva á stovni sambært forsorgarlógini.
Lógarroytingarnar eru lýstar í kunngerðarblaðnum 2011,
hefti 39 og fáa gildi 1. januar 2012.
Broytingarnar merkja, at allir pensjónstar sum hava varandi
bútilboð á stovni, fara at fáa vanliga pensjón og koma at
gjalda fyri at búgva á stovninum eins og pensjónistar, sum
búgva í eldrasambýli ella sambýli undir Nærverkinum.
Pensjonistar á sálarsjúkrahúsi, sum eru uppskrivaðir til
varandi bútilboð sambært forsorgarlógini, fara somuleiðis
at fáa vanliga pensjón og gjalda fyri uppihaldið . Sonevndi
lummapeningurin, ið er ein niðursett pensjón, verður ikki
longur útgoldin.
Pensjónsupphæddin hjá teimum, sum búgva í eldrasambýli
røktarheimi, ellisheimi, vistarheimi og í bústovni el
sambýli undir Nærverkinum verður upphædd sum støk,
uttan mun til, um tey eru gift ella støk. Somuleiðis fer
møguligur hjúnafelagi hjá nevndu pensjonistum at fáa
upphædd sum støk.
Gjaldsreglurnar verða broyttar, soleiðis at allir fólkapensjonistar
á stovni koma at rinda tað sama fyri vistarhald o.a. uttan mun
til, um teir búgva á røktarstovni ella í eldrasambýli. Sama við
fyritíðarpensjónistum. Hesir koma at gjalda tað sama uttan
mun til, um teir búgva í sambýli ella bústovni. Hvussu
gjaldsreglurnar meiri nágreiniliga koma verða, kemur nýggi
landsstýrismaðurin at avgera, tå hann er komin í sessin .
4. Kunngerð av almannaveitingum
fyri eitt komandi ár
Almannaveitingar, te. fólkapensjón, fyritíðarpensjón,
barnagjald o.a., verða ásettar og javnaðar á hverjum ári.
Ásett er, at almannaveitingar fyri eitt komandi ár skulu
lýsast av landsstýrismanninum í kunngerð í seinasta lagi 1.
desember árið fyri .
Sí løgtingslåg nr. 62 frå 26. mai 2011 um broyting í løgtingslåg um dagpening vegna sjúku v.m.
Broytingin er í 8 19 í almannapensjónslógini
Sí Legingslóg nr. 142 frá 6. oktober 2011 um broyting í legtingslóg um almannapensjónir (mótrokning millum hjún)
Sí Legingslóg nr. 139 frá 6. oktober 2011 um broyting í løgtingslåg um åseting og javning av almannaveitingum og Legtingslóg nr. 143
frå 6. oktober 2011 um at seta úr gildi løgtingslåg um uppihald á stovni o.l.
Sí løgtingslåg nr. 141 frá 6. oktober 2011 um broyting í legtingslóg um sjúkrahúsverkið
Heimildirnar hjá landsstýrismanninum at áseta gjald fyri uppihald á stovnum eru í 8 16, stk. 3 og 8 32, stk 2. í lóg um almenna forsorg.
Við broyting í legtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum. Sí 8 6 í lógini.
5
VSS
A
OL
einir í sa
Sem
Altíð tað nyggjasta
WWW. sosialurin.fo
Nr. 132