Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2011síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eg eri ein vertskapsligur nørdur Hann er ein orkubumba, sum gongur upp í síni arbeiðir við lív og sál, og so trívist hann væl við at vera í fokus. – Eg vóni, at eg verði eitt frískt lot og ynski at vera við til at modernisera Føroyar, sigur Janus Rein, nýggjur tingmaður fyri Framsókn Janus Rein Rannvá G. Fossaberg – Onkur sigur, at eg eri kanska eitt sindur av eini linsulús, og at vera í fokus gevur mær sum so ikki stórvegis høvuðbrýggj. Sum flog­skipari eri eg eisini vanur við at skula traðka fram og at fólk hyggja og lurta eftir mær. Soleiðis sigur 37 ára gamli politikarin Janus Rein, sum lýsir seg sjálvan sum ein nærlagdan, viljasterkan og vert­skapligan persón. Janus er uppvaksin í einum politiskum umhvørvi, og í barn­ dómsheiminum bleiv dúgliga prátað um politisk viðurskifti við døgurða­borðið. Til tíðir kundi tað gerðast ov nógv av tí góða. – Tá kundi onkur viðhvørt siga »come on, kunnu vit ikki snakka um okkurt annað enn politikk eina løtu?« Tað gingu sjálvdan meir enn 5 minuttir, og so byrjaðu vit øll aftur at kjaka um politisk viðurskifti, flennir Janus og minn­ ist, hvussu foreldrini plagdu at siga, at hann fór at gerast rækju­ skipari. – Tey gomlu søgdu altíð »Janus verður rækjuskipari,« men longu tá eg var fyrst í tjúgunum, visti eg, at eg helst einaferð skuldi gerð­ast politikari, men eg helt tað vera týdningarmikið at fáa út­búgv­ ingar og lívsroyndir í hús, áðrenn eg tók tað stigið, fortelir Janus. Óður eftir vitan Janus, sum er uppvaksin í Tórs­ havn, dámar væl at hava nógv um oyruni og trívist best har, sum tingini henda. Longu sum 14 ára gamal fór hann sín fyrsta túr til skips við einum trolara, og hóast tann túrurin ikki gjørdist nøkur succes fyri lítla, klæntrasliga havna­drongin, so er hann glað­ur fyri, at hann fekk henda møgu­ leikan. – Sum barn og unglingi var eg helst eitt sindur buldrasligur og ikki altíð heilt nemmur, men túrurin til sjós gjørdi, at eg bún­ aðist nógv, sigur Janus og leggur afturat, at hóast túrurin var strævin, so lærdi hann eina rúgvu. Og júst hugurin at læra okkurt nýtt er nakað, sum eyðkennir nýggja tingmannin. – Eg havi nokk altíð verið óður eftir vitan, og tá eg var um 20 ára aldur og fann útav, at eg kláraði meg væl í skúlanum, fekk eg veruliga blóð upp á tonn­ una og ynskti at útbúgva meg meir, greiðir Janus frá. Hann er útbúgvin vinnu- og bjarg­ingar­ kavari, skipsførari, flogskipari og innan løgfrøði og er sambært honum sjálvum er eitt sindur av ein­um nørdi. – Eg havi ongantíð dumpað nakra próvtøku og altíð fingið rímulig próvtøl. Mann kann nokk kalla meg fyri ein vertsskapsligan nørd, tí eg eri ikki tann, sum situr við nøsini í eini bók 24/7. Heldur hinvegin hevur tað ofta verið alt ov lætt at lagt bókina frá mær, tá okkurt betri alternativ hevur býðst. Men eg eri nærlagdur, tað liggur væl fyri hjá mær at lesa og ikki minst at minnast tað, eg havi lisið, og so krevji eg nógv av mær sjálvum, sigur Janus, sum er greiðir yvir, at tað ikki bara er gott altíð at hava høgar ambitiónir. - Trupulleikin er tann, at eg til tíðir vænti tað sama av øðrum, sum eg vænti av mær sjálvum, og av tí at eg seti høg krøv til mín sjálvs, so kann eg blíva skuffaður og irriteraður, tá onnur ikki gera tað, sum eg meti er neyðugt, sigur Janus og fortelir, at hann til tíðir kundi hugsað sær at duga betri at verið óseriøsur: - Tá eg fari í holt við eitthvørt, so vil eg gera tað hundrað prosent. Tað er nakað, sum eg havi frá eitt nú Mærsk-tíðini, sigur Janus, sum eitt skifti aftan á sjómansskúlan sigldi við bingjuskipum og supply- bátum hjá A.P. Møller-Mærsk. Hagani hevur hann fingið royndir og virðir, sum hann heldur vera sera viðkomandi eisini í dag: – Har lærdi eg at vera pro­fess­ ionellur, eg upplivdi týdningin av at vera væl fyrireikaður og gera tingini ordiligt fyrstu ferð, greiðir Janus frá og minnist Mærsk-tíð­ ina sum læruríka og gevandi. Flogskipari í Løgtingið At tað nú verður ein flogskipari, sum kemur at sita millum hini løg­tingsfólkini, heldur Janus kann hava fleiri fyrimunir: í meldrinum Eg blívi glaður tá campingvognurin er parkeraður, forteltið er uppi, grillin er tendrað, vinirnir eru komnir á gátt, og glaðir tónar ljóða úr anlegginum