mikudagur 16. november 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í meldrinum
– Í løtuni gleði eg meg til
nýggju avbjóðingarnar í
starvinum sum tingmaður
Mynd: Álvur Haraldsen
– Arbeiðið sum flogskipari
krevur, at tú ert systematiskur og
torir at taka avgerðir, og soleiðis
fari eg eisini at royna at vera tær
løturnar, tá cockpittið er skift út
við ein sess í Løgtinginum, sigur
Janus, sum ætlar sær framhald
andi at arbeiða eitt sindur sum
flogskipari afturat løgtingsar
beiðinum. Hetta skal hann, um
hann ynskir at varðveita certi
fikatini.
Hann dylir ikki fyri, at hann
trívist stak væl í starvinum sum
flogskipari, hóast tað eisini er eitt
strævið og krevjandi arbeiði.
– Tað er eitt ótrúliga spennandi
arbeiði við nógvari ábyrgd, og
mann kemur víða um og upplivir
eina rúgvu, greiðir Janus frá og
flennir eitt sindur eftir ímyndini,
ið fleiri hava av flogskiparum.
– Vit eru sikkurt eitt serligt
fólkaslag; vit eru stolt av okkara
starvi, sigur Janus Rein og leggur
afturat, at honum dámar væl
at koma út millum fólk og fara í
føðingardagar og veitslur, tá høvi
býðst. Spurdur, hvat tað er fyri
ein starvsfelagi, sum hini løg
tingsfólkini fáa, er hann skjótur
at svara.
– Mær dámar væl at skapa ein
góðan stemning, har eg eri. Eg eri
vanur við eitt ábyrgdarfult starv
og veit tí eisini, hvussu nógv tað
hevur at siga, at starvsfelagar
kunnu skemta saman og práta um
annað enn bert arbeiði, fortelir
Janus. Hann vónar, at hann verður
»eitt frískt lot« í løgtingssalinum,
sum hann sjálvur tekur til.
– Eg haldi, at Føroyar trongja
til eina ordans modernisering. Eg
vóni, at eg verði eitt frískt lot, og
so eg eri ikki typan, sum gongur
við gron í fleiri dagar, um alt ikki
gongur eftir ætlan, tí slíkum kem
ur mann ikki langt við, heldur
Janus fyri.
Smíl, prát og tign
Sum politikkari í Føroyum ert tú
eitt kent andlit, og fólk hava altíð
viðmerkingar og vilja práta. Tað er
nakað, sum Janus legði til merkis
longu í byrjanini av valstríðnum,
tá hann javnan var at síggja og
hoyra í fjølmiðlunum.
– Tá byrjaði hetta her við, at
ein lítil túrur til handils kann taka
nógv longri tíð enn vanligt. Nógv
vilja práta og kjakast um politisk
evni. Eg eri nokk eisini hampiliga
væl skorðin fyri tungubandið, so
tað, at skula keypa ein pakka av
mjólk, kann lætt taka ein heilan
tíma, greiðir Janus frá og leggur
afturat, at hann bert hevur jaligar
upplivingar, og at fólk eru fryntlig
og smílast, tá hann eitt nú er til
handils. At síggja seg sjálvan á
plakatum, í avísum, sjónvarpi og
hoyra røddina hjá sær í útvarpi er
nakað, sum Janus heldur vera eitt
sindur løgið, men eisini stuttligt.
– At byrja við var tað undarligt,
men eg vandi meg nokkso skjótt
við tað undir valstríðnum. Hetta
her við at fáa uppmerksomheit
eri eg í ein ávísan mun vanur við
frá míni flogskiparakarrieru, so
tað er ikki nakað, sum eg hugsi so
nógv um, sigur Janus. Nakað, sum
hann harafturímóti hugsar meira
um, er, hvussu hann ber seg, nú
hann er vorðin tinglimur.
– Tað er tignarligt at vera á
Tingi, og tí er tað ein sjálvfylgja, at
eg eri tignarligur, bæði í verumáta
og útsjónd. Sum flogskipari var
eg eisini tilvitaður um mína tign
áðrenn eg fór í politik, greiðir
Janus frá, og eftir ein stuttan
steðg í samrøðuni heldur hann
áfram.
– Tað, at mann skal síggja
ordiligur út, tað havi eg nokk frá
arbeiðinum. Eg gangi til dømis
uppí, at flogskiparabúnin sær
snøggur út og hevur pen leg í buks
unum, flennir Janus, sum kundi
hugsað sær at gjørt meir fyri at
fáa motión í gerandisdegnum.
– Ofta er tað ikki fyrr enn
vektin gerst í so høg og panikkur
kemur í, at eg byrji at íðka okkurt,
sigur Janus, sum annars plagar
at svimja av og á. Hann heldur,
at hann í løtuni hevur tað gott í
allar mátar.
– Eg plagi at siga, at eg eri ikki
deyðiliga sjúkur, og eg klári meg,
so eg kann ikki klaga um nakað,
sigur Janus.
Móti er ein livandi og avgerandi partur av vælveruni
fyri summi fólk. Sjálvur havi eg eitt avslappað
forhold til móta, sjálvt um eg gangi eitt sindur upp
í mín stíl. Móti er ikki tað sama sum stílur
Nakað, sum ger
meg illan, er órætt
vísi og ósketni