Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Snorri Brend Tá fer borgarstjórin, Kristin Michelsen at seta spakan í til ta stóru verkætlanina, sum hevur fingið heitið Suð­ ur­oyar Ítróttardepil. Ætlanin er her, at hesin fyrsti spakin skal gerast til ein sannan ítróttardepil við bæði fótbóltsvølli og ítróttar­ húsi. Men dult verður kortini ikki fyri, at ein so líðandi ætlar at menna og útbyggja henda depilin, soleiðis at hann eisini fer at hava bæði svimjihyl og eitt baðiland. – Vit hava frammanundan ítróttarhøllina í Trongisvági, og tí verður miðað eftir at savna alt hetta ítróttarliga virk­semið her á einum og sama staði, hevur borgar­ stjórin áður sagt við miðl­ arnar. Tann stóri spurningurin er, nær arbeiðið verður liðugt. Her eru bæði fyrireikarar og borgarstjóri púra samd: Komandi ár fyllir Tvør­ oyrar Bólkfelag 120 ár. Og tá skal alt verða liðugt, soleiðis at TB kann spæla sínar heima­dystir í Vodafone-deild­ ini á vøllinum í Suður­oyar Ítróttardepli í Trongisvági. snorri@sosialurin.fo FAKTA 16 mió+ Fyrsti parturin av verk­ ætl­anini snýr seg um jørð- og lendisarbeiðið, sum fyritøkan Articon í Havn skal standa fyri. Hesin parturin kostar 6,4 millliónir krónur. Tað er Westtech í Sørvági sum hevur prosjekterað og hevur eftirlitið við byggingini av Suðuroyar Ítróttardepil, ið helst fer at kosta omanfyri 16 milliónir krónur. Start­skot til nýtt mentanar­hús Liðugt til 120 ára dagin Klaksvík: Tann fyrsta milliónin til tað, sum einaferð skal gerast eitt stórfingið mentanarhús, verður nú sett í grunn. Tað avgjørdi bý­ráð­ ið í Klaksvík á fundi í gjárkvøldið, nú grunn­ urin til mentanarhús í býnum verður settur á stovn. Ætlanin er at eitt slíkt hús skal kunna hýsa sjónleiki, tónleiki og list. Enn er eingin tíðar­ætlan sett fyri mentanar­hús­ inum, men nú er skjøtul í øllum førum settur á. – Húsið kemur at vera eitt kraftsentur fyri býin, sigur Jógvan Skor­heim, formaður í mentanar­ nevndini í býráðnum. snorri@sosialurin.fo Miðað verður eftir at savna alt ítróttarliga virksemið her á einum og sama staði Leiti: Hóast nærum eingin býr her, verður kortini hildin missiónsvika í fyrrverandi skúlanum um vikuskiftið. Ymiskir talarar og sangarar luttaka. Cum in ulput velismod min ex eum elendre facin vero deliquam, veliquate faci tat aute exer am ero commod dignim veleseq uipsustrud Vestmanna: Hvørt mikukvøld í vetur kunnu børn nú telva í Sýslumanshúsunum. Undirvísari er Jákup á Rógvu Andreasen. – Hetta er ein stór æra, tí hetta hevði eg slett ikki væntað Flogbóltsleikari Eina Kalsø, kosin besti hevari í NEVZA Suðuroy: Fríggjadagin er ætlanin at stovna Náttarravnar í oynni. Niels Hammer hevur tikið stig til fundin í Skúladeplinum. Cum in ulput velismod min ex eum elendre facin vero deliquam, veliquate faci tat aute exer am ero commod dignim veleseq uipsustrud Skálavík: Leygardagin verður eitt jólatorg í Frítíðardeplinum. Tiltakið byrjar klokkan 13.00. Um kvøldið syngur Martin Joensen. Trongisvágur Í morgin fer ein stórhending fram innan ítróttarheimin á Tvøroyri kring landið BETRI FYRI Tvøroyrar kommuna er nú betri fyri fíggjarliga, og kann tí fara undir eina slíka verkætlan sum Suðuroyar Ítróttardepil. Við hesi verða eisini ítróttarfeløgini betri fyri Mynd: westtech