Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. februar 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 33 - 18. februar 2004 Nr. 33 - 18. februar 2004 19 Smoltstøðin er latin aftur: Mønustingur fyri Svínoyarbygd Nú alt smoltið á smoltstøðini í Svínoy er dripið, er bert eitt fjórðings arbeiðspláss eftir á posthúsinum í bygdini og maðurin, ið tekur ímóti Másan- um, hevur eisini rusk- ið hjá IRF, sum svarar til eitt fulltíðarstarv tilsamans. Skúlin er stongdur, og einasta barnið í bygdini, sum er undir skúlaaldur, er tvey ára gamalt SVÍNOY Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er illa vorðið í Svínoy, nú smoltstøðin, sum hevur verið ein týðandi partur av inntøkugrundarlagnum undir bygdini, læt aftur seinasta fríggjadag. Alt smoltið, sum var á støðini, er dripið, og neyvan veit nakar at siga, um smolt- aling nakrantíð aftur verður í Svínoy. Fleiri smoltstøðir, sum vóru í smáu bygdunum kring landið, er nú stongd- ar, og miljónir av smoltum eru avlívað og verða avlív- að í næstum. Størsta bygd- armenningartiltak í nýggj- ari tíð er við at fara í søg- una – í hvussu er fyribils… Bygdin doyr út Poul Sundsskarð, bygdar- ráðsformaður í Svínoy, sig- ur, at nú sær ógvuliga svart út hjá bygdini, og hann stúrur fyri, at hetta verður mønustingurin. – Tá ið mest var at gera á smoltstøðini, vóru eini 6-8 ársverk knýtt at henni, og hann heldur, at hesi ar- beiðsplássini vóru eini 30% av skattainntøkuni hjá Svínoyar kommunu. Hann sigur, at skatta- inntøkan hjá kommununi liggur um 940.000 krónur um árið, og av hesum plagar kommunan at betala einar 300.000-400.000 krónur útaftur í lønum til ymisk kommunal arbeiði, eitt nú viðlíkahald og klo- akkir. – Nú broytist alt og vit, sum sita í bygdarráðnum, noyðast at hyggja uppá fíggjarætlanina av nýggj- um, tá ið fyrsta fjórðingsár er farið afturum. Vit vænta eitt stórt fall í skattainntøk- unum í ár. Poul ásannar, at smolt- støðin í Svínoy líka sum hevur koyrt í tómgongd seinasta hálva árið, men støðin hevur verið ein dyggur stuðul, tá ið alt var, sum tað plagdi at vera. Hann heldur, at einir fýra mans vóru knýttir at støðini nú uppundir endan. – Tað hevur verið so- leiðis, at teir, sum arbeiddu á smoltstøðini, búðu og rindaðu sín skatt í bygdini. Tí hevur støðin havt so ómetaliga stóran týdning fyri trivnaðin í kommununi. Ein lagnudagur Bygdarráðsformaðurin sig- ur, at nú smoltstøðin er lat- in aftur, og fiskurin er drip- in, eru bert tvey arbeiðs- pláss eftir í bygdini. – Á posthúsinum er eitt fjórðingstíðarstarv og mað- urin, sum tekur ímóti post- bátinum, hevur eisini rusk- innsavningina hjá IRF, sum er eitt fulltíðarstarv tilsam- ans. Poul sigur, at ein bóndi er eisini í bygdini, og onkur annar hevur okkurt minni festi, sum hvørki er at liva ella doyggja av. – Jú, fríggjadagurin, 13. februar, var av sonnum ein lagnudagur fyri Svínoyar- bygd, sigur ein harmur bygdarráðsformaður. Hann væntar ikki, at smolt- støðin í bygdini verður latin uppaftur í bræði, tá ið hon fyrst er afturlatin. – Tá - og um - tann tíðin kemur, at smoltstøðir, sum nú eru stongdar, verða latn- ar uppaftur, er neyvan hugsandi, at smoltstøðirnar á útoyggj verða tær, ið lata fyrst uppaftur. Tað verða helst tær, sum eru inni á fastlandinum, sigur ein dapurskygdur Poul Sunds- skarð. Eingin skúli Barnaskúlin í Svínoy læt aftur eftir heystfrítíðina, tá ið familjan, sum hevði børn í skúlaaldri, flutti av bygd- ini. Bygdarráðsformaðurin sigur, at eitt barn er undir skúlaaldur í bygdini, og tað er bert tvey ára gamalt. Tí- skil ganga helst fleiri ár, áðrenn nakar skúli verður aftur í Svínoy, um ikki fólk, sum eiga børn, flyta útaftur í oynna at búgva. – Eg havi skilt, at í sínari tíð, tá ið bygdin var frægast fyri við fólki, vóru eini 50 skúlabørn í Svínoy. Poul sigur, at einir 10 mans í vinnuførum aldri, hava einki lønandi arbeiði at takast við, tí einki er til teirra í bygdini. Eini 20-25 fólk búgva fast í Svinoy, men talið av teimum, sum eru skásett í kommununi, er 58. – Eg trúgvi, at eini 40- 45% av skattainntøkuni hjá kommuni kemur frá fólki, sum eru skrásett í Svínoy, men sum búgva og arbeiða aðrastaðni. Eingin fiskimaður er eftir, men onkur er, sum rør út við útróðrarbátum aðrastaðni. – Tað vísti seg eftir kreppuna, at menn, sum sigldu við ymiskum skip- um, ikki fóru umborð aftur, men valdu heldur at leggja seg uppá land at arbeiða. Um hetta mundið var eitt nú arbeiði í Svínoy við at byggja bátahylin. Eingin útróður Vit spurdu eisini Poul, um útróður úr Svínoy kundi verið ein inntøkukelda hjá svínoyingum, men hann heldur ikki, at møguleikar- nir eru nakað serligir, tí bátahylurin roynist ikki, tá ið nakað sum helst er í sjónum. – Einastu, sum hava nyttu av bátahylinum, eru av- bygdarfólk, sum leita út higar um sumrarnar. Hann sigur, at ringastu ættirnar eru eystan og land- synningur. – Tú ert ongantíð tryggur, um tú hevur bátin liggjandi í hylinum, og tí roynist hyl- urin ikki sum útróðrarhavn, um so skuldi verið, sigur Poul. Ferðasambandið Ferðasambandið, sum svín- oyingar hava, er avgjørt heldur ikki við til at stimbra trivnaðin í bygdini. – Tað er bert tveir dagar um vikuna, at Másin siglir tvær ferðir, soleiðis at sleppast kann í millum við skipinum, nevniliga mána- dag og fríggjadag. Tað halda vit vera alt ov lítið. Minsta kravið hjá okkum er, at báturin siglir minst tvær ferðir um dagin alla vikuna. Poul sigur tó, at tyrlu- flúgvingin, sum er suppl- erandi mikudag, fríggjadag og sunnudag, ger góðan mun. – Men vit hava eitt brenn- andi ynski um, at Másin skal sigla í minsta lagi tvær ferðir um dagin. Poul Sundsskarð er ikki svínoyingur sjálvur, hóast hann er formaður í Svín- oyar kommunu. – Eg eri klaksvíkingur og hálvur hvannasundsmaður. Hann keypti sær í sínari tíð eini gomul hús úti í Svínoy, sum hann setti í stand. Poul gjørdist hug- tikin av bygdini, fólkinum og náttúruni og varð skrá- settur sum borgari har úti fyrst í nítiárunum. – Á seinasta kommunu- vali vildu fólk hava meg – ímóti mínum vilja - at stilla upp til bygdarráðsvalið, og eg varð valdur. Síðan havi eg verið bygdarráðsfor- maður í Svínoy, sigur Poul Sundsskarð at enda. Onkuntíð var lív í skúlanum í Svínoy, men tað er tað ikki í dag. Nú er øskukalt og eingi skúlabørn. Einasta barn í Svínoy í dag, sum er undir skúlaaldur, er bert tvey ára gamalt Svínoy er ein doyggjandi bygd. Nú eru arbeiðsplássini, sum vóru á smoltstøðini, burtur, og skúlin er stongdur, tí einki barn er í skúlaaldri Leila Solmunde av Kambsdali misti son sín í ferðsluvanlukku fyri hálvumtriðja ári síðani. Hon hevur harðliga at fjølmiðl- unum fyri at válka sær í orsøkum til vanlukkurnar og skapa kjak um viður- skifti, sum kunnu fáa avvarðandi at hugsa um hvat kundi havt hent og ikki – heldur enn at varpa meiri ljós á tað fyribyrgj- andi arbeiðið SAMRØÐA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Síðani ferðsluvanlukkuna við Áir tann 11. februar í ár, har ein ung kvinna lat lív, hevur nógv verið gjørt burtur úr í fjølmiðlunum. Fjølmiðlarnir vóru skjótir úti við tíðindunum um, at vanlukkan hevði kravt eitt mannalív, síðani komu spurnartekin um, hvørs rætta mannagongd varð fylgd í hesum málinum og nú er tað spurningurin hvør hevur ábyrgdina av málsøk- inum. Alt hetta eru evni, sum eru áhugaverd at taka upp í fjølmiðlunum, men spurn- ingurin er, hvat tað ger við tey avvarðandi og onnur, sum hava mist í ferðsluni. Sosialurin hevur tosað við Leilu Solmunde av Kambsdali, sum misti einasta son sín í ferðslu- vanlukku á sumri í 2001. – Foreldur, sum hava mist í ferðsluni, verða mint á teirra egnu sorg, tá ferðsluvanlukkur verða penslaðar út í fjølmiðlun- um, soleiðis sum tann van- lukkan, sum júst er hend, sigur Leila Solmunde. Hon heldur, at ljós heldur átti at verðið varpað á meiri fyribyrgjandi upplýsningar fram um møgulig mistøk ella hvat kundi havt hent í sambandi við vanlukkuna. – Tað er smagleyst av fjølmiðlunum at geva teim- um avvarðandi eina fatan av, at um tað og tað var gjørt, so hevði útslagið kunnað verið øðrvísi, sigur Leila. Hon nevnir sum dømi, tá Útvarp Føroya á middegi hósdagin í farnu viku kom við søguni um, at tað var eitt ivamál, um Alarm- sentralurin hevði fylgt rætt- ari mannagongd. – Eg fekk næstan vaml, tá eg hoyrdi útvarpið, tí ikki einans leita tankarnir til tey, ið eftir sita eftir kvinnuna, men eisini rippar tað alt uppaftur í eins egnu sárum, greiðir hon frá. Hon heldur somuleiðis, at tað verður penslað so nógv út í útvarpinum við, at somu tíðindi eru at hoyra fleiri ferðir um dagin um tað sama í fleiri dagar. – Ein fer at hugsa um, alt nú mundi verið gjørt fyri mítt barn, tá hann lat lív. Ein rúgva av spurningum, sum ongantíð verða svar- aðir, sigur Leila, sum heldur ikki heldur nógv um forsíðumyndina á Sosial- inum vanlukkudagin, har bilurin var á. – Tað er hjartaleyst, og tað verður als ikki hugsað um tey avvarðandi ella onn- ur, sum hava mist í slíkum førum, sigur Leila. Rakar øll Leila Solmunde leggur dent á, at tá ein ferðsluvanlukka hendir, so er tað ikki bara tey avvarðandi, sum verða rakt. Hon sigur, at slíkar vanlukkur raka øll, sum hava mist í ferðsluni. Hon fer aftur at tosa um myndina á forsíðuni á Sosialinum. Hon sigur, at hon veit, hvat ein mamma, sum hevur mist skal ígjøg- num. Og síðani at síggja eina mynd sum hasa, so kann hon bert ímynda sær, hvørjir tankar munnu fara í gjøgnum høvdið á teimum allarnærmastu. – Eg eri so glað fyri, at eg ongantíð sá mín bil, tí um hatta hevði verið mín, so hevði eg so avgjørt ikki havt tað gott, um eg sá hann á forsíðuni á einum blaði, sigur Leila og leggur aftur- at, at hon skilir ikki, at bløð skulu selja, tí at hon misti sín son. – Eg veit, at slíkt ofta verður nýtt til at ræða ung við. Og tað dugi eg eisini væl at síggja, men tað altso ikki altíð, at slíkt gevur tað virkan, sum ynskiligt var, sigur Leila Solmunde. Hvar er endamálið Leila spyr, hvat endamálið er við at ein vanlukka verður varpað út um allar geilar so stutt aftan á, at hon er hend. – Hendan kvinnan letur lív á landsvegnum um hálv- gum níggjutíðina um morg- unin, og á middegi er tað longu á netinum. Hvørjum endamáli tænir tað, spyr Leila og leggur afturat, at tað óivað er ein spurningur um, øll tey avvarðandi hava fingið deyðsboðini so skjótt aftaná. Leila skilir tó væl, at slíkt skal út í fjølmiðlarnar, men hon fílist á handfaringina, sum hon heldur er farin púra av kós. – Ein samrøða við Ráðið fyri Ferðslutrygd hevði ver- ið meira passandi í einum slíkum føri, heldur enn eitt óhugnaligt kjak um manna- gongdir, sum verða fylgdar ella ikki, sigur hon. Leila Solmunde eftir- lýsir, at fjølmiðlar spyrja Ráðið fyri Ferðslutrygd, tá slíkar vanlukkur henda. Eisini heldur hon, at part- arnir, sum hava við slíkar vanlukkur og bjargingar- arbeiði at gera, áttu at sett seg niður til samráðingar og kjakast. – Eitt tílíkt kjak hoyrir so avgjørt ikki heima í fjøl- miðlunum, og tað tænir heldur ongum endamáli, sigur Leila Solmunde. Kjak skal til Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd, sigur, at kjakið um ferðslutrygd skal til. Men hann harmast um, at tað bert er, tá vanlukkur henda FERÐSLUTRYGD Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Kjakið um rættar mannagongdir og ferðslutrygd, sum heild, sum ofta kemur í kjalarvørrinum av eini ferðsluvanlukku, skal til, heldur leiðarin fyri Ferðslutrygd, Jón Kragesteen. Men hann skilur samstundis væl, at tað eru summi, sum kenna seg stoytt av stórum myndum av bilvrakum og kjakinum um mannagongdir og ann- að. Jón sigur seg í prin- sippinum onki hava ímóti kjakinum, men hann harmast um, at tað bert er, tá ein van- lukka er hend og so nakrar dagar eftir tað. – Einar tveir tríggjar dagar, so er kjakið burturaftur inntil næstu ferð. Tað er harmiligt, sigur Jón. Kjakið átti at verið frammi allatíðina held- ur hann, so at tað fyri- byrgjandi arbeiðið verður fylgt upp alla- tíðina. Jón trýr uppá, at kjak og myndir og so framvegis hevur eina ávísa fyribyrgjandi megi, men hann dugir kortini væl at síggja hvørja ávirkan tað hevur á tey, sum hava mist. – Tað stutta av tí langa er, at eg haldi, at lív skal haldast í has- um kjakinum, soleiðis at tað ikki bara blussar upp, tá ein ferðsluvan- lukka hendir, og so er vekk aftur eftir fáum døgum, sigur Jón Kragesteen, leiðari fyri Ferðslutrygd. Pressan er hjartaleys Ljós átti heldur at verðið varpað á kjak um ferðslutrygd, enn mannagongdir, mistøk og annað, heldur Leila Solmunde, sum misti son sín fyri hálvumtriðja ári síðani Tað er hjartaleyst av fjølmiðlunum at varpa ferðsluvanlukkur út um allar geilar so stutt eftir at tær eru hendar C M Y K 19 18