Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-02-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 18. februar 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Um neistamenn ætla sær at gerast føroya- meistarar í ár, so er neyðugt hjá teimum at spæla munandi betur enn teir gjørdu í hoyvíkshøllini mánakvøldið, tá ið tær vitjaðu KÍF, ið var ógvuliga nær við at taka stig frá Neist- anum HONDBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Uttan at taka nakað frá kollfirðingum, so vóru tað neyvan nógv, ið høvdu væntað ein javnan og spennandi dyst, tá ið KÍF og Neistin hittust í Hoyvík mánakvøldið. Neistaliðið hevur seinastu umførini verið ógvuliga sannførandi, og nógv hondbóltskøn hava teir bláu úr Havn sum favo- rittar til at vinna meistara- heitið. Men kollfirðingar góvu ikki skarvin yvir uttan víðari, og dysturin kundi eins væl endað javnur, men tíverri fyri kollfirðingar vann Neistin við tí eina málinum. Feilir í hópatal Lat tað verða sagt beinan vegin. Dysturin mána- kvøldið var javnur og spennandi, men so er alt sagt, tí sjálvt hondbólts- spælið var als ikki nakað at rópa hurrá fyri. Um onkur hevur ætlanir um at gera eina bók um óneyðugar feilir og bólttap í hondbólti, so skuldi viðkomandi verið til dystin í Hoyvík, tí har var nógv tilfar til eina slíka bók at heinta. Serliga í byrjanini av dystinum var leikferðin sera høg, og bæði liðini royndu at gera sera skjótt av við at koma í álop. Hetta gjørdi, at tað til tíðir gekk ov skjótt fyri seg, og bóltar endaðu antin uttan fyri vøllin ella hjá einum mót- støðumanni. Serliga tær longu avleveringarnar úr verju í álop miseydnaðust oftari enn tær eydnaðust. Munur á monnum Hesi bæði liðini, ið hittust í Hoyvík mánakvøldið, KÍF og Neistin, eru óivað eisini minstu og størstu lið í heimligu kappingini. Leik- ararnir hjá KÍF eru ikki av størstu monnum, um sæð verður burtur frá Damir Oros, meðan Neistin hevur nógvar høgar og vælvaks- nar mans á liðnum. Tað sá tó ikki út til at ávirka koll- firðingar stórvegis, tí teir lupu í krovið á stóru neista- monnunum beinan vegin, og tað var týðuligt, at hetta hóvaði ikki havnarmonn- um. Ein av mest týðandi leik- arunum hjá KÍF er mál- verjin, Óla Kristian Djur- huus, og hann fekk ikki bestu byrjanina upp á dyst- in móti neistamonnum. Minni enn tríggir minuttir vóru leiktir, tá ið hann fekk eitt brandskot frá Dragisa Stojovic beint í skortin, og tað tók eina góða løtu, áðrenn hann reistist aftur. Hetta tóktist tó ikki at nerva Óla Kristian stórvegis, tí hann spældi ein fínan fyrra hálvleik. Tað var ongantíð tann stóri munurin á liðunum í dystinum. Sjáldan vóru meiri enn tvey mál á muni, og í fyrra hálvleiki var tað næstan altíð heimaliðið KÍF, ið hevði leiðsluna, um tað ikki stóð á jøvnum. Í álopinum hjá kollfirðing- um lá væl fyri hjá Damir Oros at spæla Gert Hansen á strikuni leysan, og neista- menninir høvdu als ikki fatur á Gert bróðurpartin av dystinum. Í hinum endan- um vardu kollfirðingar 5-1 við Rógva Weihe frammi á Áka Mørk, og út á vong- inum skermaði Teitur hjá KÍF fyri tí toppskjúttan hjá Neistanum, Blagoje Buha, so at ikki bar til at avlevera til hann. Buha kom ongan- tíð fyri seg í dystinum, og tað sigur ikki so lítið, at hann einans fekk tvey mál í dystinum. Neistamenninir høvdu sum sagt stórar trupulleikar við at fáa álopið hjá sær at koyra, og tá ið tað so eydn- aðist teimum at spæla seg ígjøgnum, vóru menn alt ov óneyvir. Serliga vóru tað vengurnir, ið misnýttu opn- ar møguleikar. Hinvegin vóru neistamenn dugna- ligir, tá ið teir vóru ein mann minni miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tí teir báðar minuttirnar vunnu teir blá- klæddu 3-1. Sum áðurnevt var lítil munur á liðunum báðum, og tá ið komið var til hálv- leiks, vóru tað kollfirðing- ar, ið vóru á odda við tí eina málinum 16-15. Neista- menn høvdu møguleikan at javna stutt fyri steðgin, men Heini Hanusarson brendi brotskasti móti sínum bygdarfeløgum. Nógvur dramatikkur Seinni hálvleikur var eins javnur og spennandi sum tann fyrri. Liðini fylgdust at kalla allatíðina, men tá ið Neistin kom á odda við trimum málum um miðjan hálvleik, hildu tey flestu, at nú var dysturin avgjørdur, men so var ikki. Kollfirð- ingar hingu í, og teir fingu eisini góða hjálp frá neista- monnum, ið ikki gjørdu tað lættari fyri seg sjálvar. Millum annað gjørdi Jotic í neistamálinum tvær ferðir í rað tann stóra brølara, at hann drálaði alt ov leingi við at koyra bóltin aftur í spæl, eftir at KÍF hevði skorað. Hetta gjørdi, at tá ið liðfelagar hansara fingu bóltin niðan á miðjuna, høvdu dómararnir báðir, púra rætt, hondina uppi og markerað fyri nøl. Hetta kostaði neistamonnum dýrt, og málverjin var ikki júst keisarans vinur hesa løtuna. Tíbetur fyri neistamenn vóru kollfirðingar ikki ser- liga neyvir í seinna hálv- leiki, og millum annað mis- nýttu teir trý brotskøst eftir steðgin. Tað skal tó nevn- ast, at strikuspælarin hjá KÍF, Gert Hansen, var framúr eftir steðgin og næstan einsamallur helt teimum inni í dystinum. Ferð aftaná ferð fangaði hann returbóltar, ið hann síðani langaði í kassan. Endin á dystinum gjørd- ist ikki sørt dramatiskur. Neistin kom á odda bæði 30-27 og 31-28 við tveim- um stak góðum málum frá Birgiri Kass, og bert fýra minuttir vóru eftir at leika, og tá ið Áki Mørk legði Neistan á odda 32-29 góðar tveir minuttir fyri leiklok, byrjaðu onkrir áskoðarar at rýma. Men so minkaði Teit- ur Joensen um munin fyri KÍF til 30-32, og stutt eftir kom ein nógv umtalað hending. Neistamenn vóru í álopi, og teir missa bólt, men í somu løtu fær dóm- araborðið grøna time-out kortið frá neistabonkinum, og lúðurin ljóðar. Tá høvdu kollfirðingar vunnið bóltin, og ein av leikarunum hjá teimum var púra leysur ávegis neistamálinum. Ein upplagdur málmøguleiki var tikin frá KÍF, men neistamenn høvdu sum so einki skeivt gjørt. Dómar- arnir báðir, Hannis og Uni Wardum, snakkaðu sína- millum, og teir avgjørdu at geva KÍF brotskast. Hetta vóru neistamenn sjálvsagt ikki fegnir um, men tað var einki at gera við tað. Sosialurin spurgdi beint eftir dystin umboð fyri dómarafelagið um tilburð- in, og har var sagt, at til- burðurin var so sjáldsamur, men at rættast var at geva KÍF brotskast. Tað skal viðmerkjast, at umboðið fyri dómarafelagið ikki visti framman undan fyri- spurninginum, hvat ið dømt bleiv. Damir skoraði upp á brotskasti, og so var 31-32! Neistamenn fóru í álop, og tá ið klokkan vísti 29:03 fingu teir brotskast, sum Áki Mørk setti í netið til 31-33. KÍF fór beint aftur í álop og hóast teir vóru ein mann minni, fekk Damir minkað til 32-33. Hálvur minuttur var eftir, og neistamenn høvdu aftur bóltin, men teir mistu hann tí dømt var fyri, at bólturin kom í beinið á Heina. Kollfirðingar fingu tí enn ein møguleika, sum teir tó misnýttu, men so gjørdi Áki Mørk seg inn á ein kollfirðing og fekk tveir minuttir, og samstundis fekk KÍF trý-metur kast og tíggju sekund vóru eftir á klokkuni. Hvussu teir bóru seg at við at gera dribl, tá ið teir skuldu leggja upp til Damir, er ilt at siga, men tað var reinur kleyvarskap- ur, tí teir høvdu ein gyltan møguleika at javna, men ístaðin fingu neistamenn bóltin og lótu tíðina ganga út, og harvið vann havnar- liðið 33-32 eftir ein sera dramatiskan enda á dyst- inum. KÍF-Neistin 32-33 (16- 15) KÍF: Gert Hansen 8, Damir Oros 8(1), Regin Petersen 7, Teitur Joensen 4(1), Rógvi Weihe 3, Petur Martin Poulsen 2 Neistin: Áki Mørk 10(2), Heini Hanusarson 6, Ragn- ar Stakksund 4, Dragisa Stojovic 4, Helgi Justinus- sen 3, Birgir Kass 2, Bla- goje Buha 2, Karl Oddmar Rasmussen 2 Útvísingar: KÍF 3, Neistin 7 Brotskøst: KÍF 6(3), Neistin 4(2) Dómarar: Hannis og Uni Wardum – hildu linjuna í rótuta dystinum, og nógv umtalaðu avgerðirnar móti endanum á dystinum vóru óivað rættar 1. Deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 3 2 - 0 - 1 381 348 33 13 2 Neistin 3 3 - 0 - 0 378 333 35 11 3 StÍF 3 1 - 0 - 2 316 307 9 9 4 VÍF 3 1 - 0 - 2 345 326 19 8 5 KÍF 3 1 - 0 - 2 314 375 -51 5 6 H71 3 1 - 0 - 2 314 359 -45 4 Nr. 33 • mikudagur • 18. januar 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Spenningur til síðsta sekund Tað eydnaðist Karl Oddmari Rasmussen og hinum í Neistanum við stríði og strevi at basa Damir Oros og KÍF Mynd: Álvur Haraldsen 21 20 Nr. 33 - 18. februar 2004 UTTAN ÚR HEIMI Langt á mál Herfyri ávaraði stjórin í Heimsbankanum Vesturheimin um, at tað fer at fáa álvarssamar avleiðingar, gera tey ríku londini ikki meiri fyri at beina fyri fátækradømin- um kring heimin. Men sambært bretska fíggjarmálaráðharranum, Gordon Brown, er langt á mál. Á einari ráðstevnu í London mánadagin segði hann, at verður ikki størri dentur lagdur á bardagan ímóti fátækradøminum, fer tað at taka 150 ár, áðrenn tað er burturi. Tað uppruna- liga málið um at skerja fátækradømið niður í helvt inn- an 2015 krevur nakað heilt annað enn tað, sum nú verð- ur gjørt, segði Gordon Brown. – Eg eri bangin fyri, at vit verða sitandi framman fyri sjónvarpinum, har vit fara at síggja børn doyggja á skíggjanum. Vit verða ættarliðið, sum sveik okkara egnu hjørtu, segði Gordon Brown á ráðstevnuni. Hann heitti samstundis á leiðararnar í teimum ríku londunum um at tvíhalda stuðulin til tey fátæku londini kring heimin. Loysir seg at fara frá Danskir fjølmiðlar hava í seinastuni gjørt nógv burtur úr samsýningini, sum formenninir í summum fakfeløg- um fáa, tá teir fara frá. Í tí eina førinum bleiv umrøðan so stór, at ein fráfarin formaður valdi at rinda felagnum peningin aftur. Í gjár visti Jyllandsposturin at siga, at forkvinnan í sjúkrasystrafelagnum, Connie Kruckow, fær heilar 807.990 krónur, um hon ger av at fara úr formansstarv- inum. Skipanin hjá sjúkrasystrafelagnum er, at formað- urin fær tvær mánaðarlønir í fráfaringarsamsýning fyri hvørt árið, hon er formaður. Connie Kruzkow hevur ver- ið formaður hjá donsku sjúkrasystrunum í góð 10 ár. Umframt sjúkrasystrafelagið hava eitt nú lærarafel- agið, kristiliga fakfelagið og fakfelagið hjá almennum starvsfólki eina slíka fráfaringarsamsýning. Fekk 16 ára fongsul Ein afghani, sum særdi tveir norskar hermenn uttan fyri Kabul í fjør, hevur nú fingið sekstan ára fongsul fyri gerðina. Mohammed Ibrahim var hermaður hjá gamla Taliban-stýrinum í Afghanistan. Tann 13. mai í fjør kom hann fram á tveir norskar hermenn í einari bygd stutt frá høvuðsstaðnum Kabul. Hann lat fleiri skot av ímóti teimum báðum hermonnunum og særdi báðar. Stutt eftir varð maðurin tikin. Hóast Mohammed Ibrahim hevur fingið sekstan ára fongsul, vil ákæruvaldið ikki góðtaka dómin og hevur tí skotið hann inn fyri ein hægri rætt. Ákæruvaldið vísir á, at Noreg er eitt sokallað "vinarliga sinnað land", og at afghanin er fyrrverandi Taliban-hermaður. Tí eigur hann at fáa harðari revsing, heldur ákæruvaldið. Hes- um taka teir báðir særdu norsku hermenninir ikki undir við. Teir halda, at maðurin hevur fingið nóg harða revs- ing. Kanska eitt víkingaskip Tveir menn hava funnið fleiri silvurmyntir, partar av einum svørði og einum skjøldri í jørðini í Yorkshire í Onglandi, og nú verður gitt, at hetta kanska er eitt víkingaskip ella ein víkingagrøv. Fleiri víkingagravir eru funnar í Skotlandi og Írlandi fyrr, men hetta er tað fyrsta fundið av sínum slagi í Onglandi, skrivar NTB. Simon Holmes, fornfrøðingur hjá Yorkshire Museum, sigur við The Guardian, at er hetta veruliga eitt víkingaskip, er talan um tað týdningarmesta víkingafundið á Bretsku Oyggjunum nakrantíð. Kanningar hava longu víst, at teir funnu lut- irnir stava frá 9. øld, og sambært Simon Holmes vita fornfrøðingar og søgufrøðingar lítið um tað, sum vík- ingarnir høvdust at í Onglandi tá. Norskir og danskir víkingar fóru á sínar fyrstu ráns- ferðir til Onglands í 9. øld, og fleiri handilsmenn úr hesum londunum búsettust har. Ein kanning avdúkar, at síðani 1950 eru 4450 katólskir prestar í USA eru skuldsettir fyri kynsligan ágang ímóti børnum KYNSLIGUR ÁGANGUR Árni Joensen: fartekst@mail.dk Hóast tann nýggja kanning- in ikki verður almenn fyrr enn tann 27. februar, hevur sjónvarpið CNN longu fingið fatur á henni. Har kemur fram, at síðani 1950 hava børn skuldsett prestar fyri kynsligan ágang í meiri enn 11.000 førum. Teir flestu av teimum 4.450 prestunum vórðu skuldsettir fyri at hava gjørt seg inn á barn í einum ein- støkum føri. Meiri enn 1.100 prestar vórðu skuld- settir fyri at hava gjørt seg inn á børn tvær ella tríggjar ferðir, og 578 prestar vórðu skuldsettir fyri kynsligan ágang í meiri enn tíggju førum, sigur CNN. Kanningin vísir eisini, at í 6.700 førum bleiv tað prógvað, at skuldsetingar- nar vóru rættar, í 1.000 førum kundi hetta ikki prógvast, og tær seinastu 3.300 skuldsetingarnar vórðu ongantíð kannaðar, tí hesir prestarnir vóru ikki á lívi longur. Katólsku biskuparnir í USA hava sýtt fyri at gera viðmerkingar til kanning- ina, sum prestafelagið sjálvt hevur latið gera. 4450 prestar skuldsettir fyri ágang ímóti børnum Alt bendir á, at teir báðir ringastu krígsbrotsmenninir frá krígnum á Balkan sleppa undan revsing KRÍGSBROTSVERK Árni Joensen: fartekst@mail.dk Slobodan Milosevic situr fangi í Haag, men sjálvt um hann verður funnin sekur í krígsbrotsverkum, bendir alt á, at teir báðir hervilig- astu brotsmenninir frá kríg- num á Balkan í nítiárunum sleppa undan revsing. Í átta ár hava NATO-her- menn leitað eftir teimum báðum Radovan Karadzic og Ratko Mladic, men utt- an úrslit. Hildið verður, at teir hava fjalt seg í Bosnia, men fyri nøkrum døgum síðani segði høvuðsákærin í Haag, Carla del Ponte, at teir báðir eftir øllum at døma eru í Serbia nú. Sam- bært ákæranum fjala um- leið 15 krígsbrotsmenn seg í Serbia. Og haðani fáast teir neyvan, tí serbisku mynd- ugleikarnir hava víst lítlan áhuga fyri at hjálpa dóm- stólinum. Sambært Carlu del Ponte hevur Radovan Karadzic nú búsett seg í sjálvum høvuðsstaðnum Beograd. Um eitt lítið ár fara NATO-hermenninir av Balkan, tí tá yvirtekur ES eftirlitið har. Spurningurin er so, um ES kann leggja nakað trýst á serbisku myndugleikarnar fyri at fáa teir at útflýggja Karadzic og Mladic. ES royndi í fjør, tá Kroatia bað um limaskap í samveldinum. Tá kravdi Bruxelles, at kroatisku myndugleikarnir skulu út- flýggja tann eftirlýsta gen- eralin Ante Gotovina, sum er skuldsettur fyri krígs- brotsverk, men enn er einki hent. Kanska tí at general- urin framvegis verður mett- ur sum tjóðarhetja í heim- landinum. Teir verða helst ongantíð revsaðir Radovan Karadzic og Ratko Mladic verða helst ongantíð revsaðir fyri krígsbrotsverk C M Y K 20