mikudagur 18. februar 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 33 - 18. februar 2004
23
Christian Høgni
Jacobsen hevur nú
fingið ein annan
fyrrverandi NSÍ
spælara sum liðfelaga
í Vejle
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Eftir at talið á føroyskum
fótbóltsspælarum uttanfyri
landoddarnar hevur verið
minkandi tvey tey seinastu
árini, tykist tað sum um, at
talið aftur er farið at økjast
og tað av álvara.
Eitt dømi um nýggjan
fótbólts útiseta er Ian
Højgaard.
Síðsta
heyst
flutti Ian Højgaard, sum
hevði verið fastur fúsur á
NSÍ miðvøllinum, aftur til
Vejle, har hann hevði búð
fleiri ár frammanundan og
eisini roynt seg sum Vejle
spælara.
Nú er Ian aftur farin at
venja við Vejle, og um
fyrstu
venjingardystirnir
verða nýttir sum grundar-
lag, so eru ábendingar um,
at tað kann fara at eydnast
hjá honum at vera við í
kappingini um plássini á
besta liðnum, sum spælir í
næstbestu deildini.
Leygardagin spældi Vejle
venjingardyst á heimavølli
ímóti Skive. Ian var á Vejle
miðvøllinum
allar
90
minuttirnar. Úrslitið var
2–2, eftir at tað í steðginum
hevði staðið á jøvnum 1–1.
Umframt Ian Højgaard
so var ein annar føroyingur
á Vejle liðnum. Talan var
sjálvandi
um
Christian
Høgna Jacobsen, sum í fjør
vann sær fast pláss í Vejle
álopinum. Christian Høgni
var frá fyrsta bríksli í álop-
inum ímóti Skive. Fram
ímóti dystarenda varð hann
útskiftur. Tá hevði hann
frammanundan lagt Vejle
framum 2–1.
Nú er Christian Høgni
við landsliðnum á venjing-
arlegu í Spania. Ian Høj-
gaard er í Vejle, og næstu
dagarnar fara hann og
liðfelagarnir at spæla fleiri
venjingardystir.
Nú verður farið undir
at seta minstukrøvini
hjá UEFA í verk, og
tað ber við sær, at øll
feløgini skulu á
vektina hjá loyvis-
nevndini
MINSTUKRØVINI
Jákup Mørk
Teir næstu dagarnar er tað
týdningarmikið, at fótbólts-
feløgini, sum eru umboðað
í bestu deildini, nýta tíð
uppá minstukrøvini. Hetta
er eitt lutfalsliga nýtt hug-
tak í føroyskum fótbólti.
Men tað er týdningarmikið,
at feløgini taka hetta í
álvara.
Feløgini fingu á aðal-
fundinum leygardagin eina
loyvishondbók. Í henni eru
minstukrøvini ásett, sum
UEFA hevur sett øllum
feløgunum, sum ætla sær at
luttaka í skipaðum fót-
bóltskappingum.
FSF
hevur syrgt fyri, at bókin og
harvið krøvini eru umsett
til føroyskt.
Minstukrøvini hjá UEFA
verða sett í gildi í øllum
limalondunum samstundis.
Tað eru kortini ikki heilt
tey somu krøvini í øllum
limalondunum. Krøvini eru
lagað eitt sindur eftir
umstøðunum. Eitt nú verða
krøvini til trygd í Føroyum
ikki heilt tey somu, sum tey
eru so mangar aðra staðni.
Í FSF er tað varaaðal-
skrivarin, Fríði B. Nielsen,
sum fer at taka sær av hes-
um málsøkinum. Sambært
skriv frá FSF og til feløgini
er mannagongdin tann, at
fótbóltsfeløgini skulu søkja
um loyvi at taka lut í før-
oysku
landskappingini.
Fyri at fáa játtandi svar upp
á umsóknina mugu feløgini
lúka minstu krøvini hjá
UEFA. Hetta er tað, sum
eisini verður nevnt UEFA
loyvisskipanin. Fyri 2004
eru tað bara feløg, sum
spæla í 1. deild, sum tað
verður kravt av, at tey skulu
lúka minstukrøvini og tískil
skulu senda umsókn inn
um loyvi at taka lut í
kappingini.
Umsóknarbløðini skulu
vera FSF í hendi aftur í
seinasta lagið týsdagin 9.
mars. FSF bjóðar sær til at
vegleiða feløgunum, tá ið
tey fyri fyrstu ferð skulu
útfylla bløðini.
Í FSF fer ein loyisnevnd
at verða sett. Tað verður
henda nevndin, sum fer at
kanna umsóknirnar hjá ein-
støku feløgunum og at gera
av, um feløgini eru skipað
og umsitin soleiðis, sum
tað verður lagt upp til og
kravt í loyvis hondbókini.
Í fyrstu atløgu verður ikki
roknað við, at minstu krøv-
ini fara at kosta føroysku
feløgunum nógvar pengar.
Krøvini hava við fyrisiting
og fíggjarligt gjøgnum-
skygni at gera. Hetta eru
krøv, sum flestu feløgini í
fremstu røð longu hava
fyrireikað seg til.
Tey krøvini, sum fara at
kosta pengar, hava við um-
støðurnar hjá áskoðarunum
at gera. Tað verður mett
sannlíkt, at feløgini fara at
fáa møguleika at spæla al-
tjóða heimadystir – tað vil
siga í Europa Cup kapping-
um – tá ið graslíkisvallirnir
av triðja ættarliðnum, sum
teir verða nevndir, eru
góðkendir. Tá fer UEFA at
krevja, at tað kring vallirnar
fara at vera 300 sitipláss, og
at helmingurin av teimum
skulu vera undir taki.
Bridge-
landsliðið
sett
TÍÐINDASKRIV
Føroya Bridge Sam-
band hevur, eftir á-
heitan frá landsliðs-
venjaranum,
Svend
Novrup,
mannað
landsliðið,
ið
skal
umboða
Føroyar
í
opnum rað til EM,
sum verður í Malmø í
summar.
Teir
seks
leikararnir, ið skulu
umboða Føroyar eru:
Jóannes Mouritsen –
Heðin Mouritsen
Bogi
Simonsen
–
Símin Lassaberg
Arne Mikkelsen – Pól
Egholm
Rói á Rógvu Joensen,
liðskipari
Kvinnulandsliðið eru
somuleiðis sett, og tær
seks kvinnurnar, ið
skulu umboða Føroyar,
eru:
Arnleyg Mikkelsen –
Marjun Restorff
Laila Danielsen –
Maria Christiansen
Jóna Gruntveit –
Henriette Svenstrup
Marner Joensen er
liðskipari
Bridgesambandið hev-
ur eisini ætlanir um at
senda eitt landslið av
seniorum til Malmø.
Teir, ið hava áhuga í at
royna seg, skulu seta
seg í samband við
Mortan Rasmussen.
Sum ein liður í fyri-
reikingunum til Malm-
ø, var bruttohópurin
hjá liðnum í opna rað í
Danmark herfyri, har
nakrar venjingardystir
vóru
leiktir
móti
tveimum donskum lið-
um. Ikki gekk eins væl
og væntandi var. Før-
oyingarnir taptu fimm
dystir, vunnu tveir og
leiktu ein javnan.
EB-Streymur og
Tryggingarfelagið
Føroyar hava gjørt
eina avtalu, sum
inniber at Trygg-
ingarfelagið Føroyar
er høvuðsstuðul hjá
EB-Streymi
SPONSORAVTALA
tíðindaskriv
EB-Streymur kláraði seg
væl seinasta kappingarár.
EB-Streymur endaði á 6
plássið, men sera lítil mun-
ur var millum nummar 6 og
4 í kappingini.
Einki gerst uttan gott
fíggjarligt grundarlag, og
ein týðandi partur av hesum
grundarlagi er at hava ein
góðan høvuðsstuðul.
Sáttmálin fevnir um eina
grundupphædd, og harum-
framt verður veitt eitt bon-
us, alt eftir, hvussu framm-
arlaga EB-Streymur verður
í kappingini.
Tryggingarfelagið Føroyar høvuðs-
stuðul hjá EB-Streymi
Feløgini skulu søkja um loyvi at spæla
Ian á besta liðnum
Runavíkingurin Ian
Højgaard tykist nú vera
annar føroyingurin á besta
liðnum hjá Vejle
Stuðulsavtala er nú gjørd
millum EB-Streym og
Tryggingarfelagið Føroyar
23
22
Nr. 33 - 18. februar 2004
FSF nevndin hevur
gjørt av, at allir UEFA
HatTrick pengarnir
skulu nýtast at byggja
eina fótbóltshøll fyri.
Høllin skal kunna
nýtast at spæla
altjóða dystir í. Eisini
er møguleiki at søkja
um stuðul til smáar
graslíkisvallir
FÓTBÓLTSHØLL
Jákup Mørk
Tólv milliónir krónur liggja
og bíða eftir at verða brúkt-
ar at byggja eina fótbólts-
høll í Føroyum fyri. Høllin
skal vera í fullari stødd.
Vøllurin skal vera av tí,
sum í UEFA og FSF máli
verður kallað triðja ættar-
liðið av graslíki, og FSF
hevur eitt brennandi ynski
um, at tað skal bera til at
spæla altjóða dystir í høll-
ini.
Hesa ætlanina hevur FSF
nevndin samtykt. Tað varð
sagt í formansfrágreiðing-
ini, sum Dánial Andreasen,
FSF formaður, bar fram á
aðalfundinum leygardagin.
Hesar tólv milliónirnar
eru pengar, sum UEFA hev-
ur sett av til FSF at brúka í
sambandi við tað, sum í
UEFA máli verður kallað
UEFA HatTrick verkætlan-
ir.
Í Íslandi eru fleiri fót-
bóltshallir í fullari stødd, og
tað eru fleiri í hinum
grannalondunum. Eitt nú
spældu Føroyar landsdyst
fyri fýra árum síðani ímóti
Svøríki í sovornari høll í
Växjö (úrslitið var 0–0).
Nevndin í FSF hevur
gjørt av, at tólv milliónir frá
UEFA skulu brúkast til eina
og somu høllina av sovorn-
um slagi. Tað er ikki greitt,
hvar høllin skal byggjast.
FSF heitir í ársfrágreiðing-
ini á limafeløgini um at lata
umsóknir inn frammanund-
an 1. juli í 2004. FSF biður
um, at umsóknir um stuðul
skulu innihalda fleiri ávísar
upplýsingar.
Verkætlanin skal vera
undirbygd ítróttarliga og
fíggjarliga. Skitsuprojekt
skal leggjast við. Vísast
skal á grundøki – vídd,
ábygging, bilstøðlapláss og
ognarviðurskifti.
Setast skal upp hvussu
fíggingin væntast at verða
skrúvað saman. Her verður
eitt nú hugsað um møgulig-
ar stuðulsjáttanir, sponsorar
og møguliga lántøku. Sam-
an við umsóknini skal eis-
ini leggjast tíðarætlan frá 1.
juli 2004 og mánað fyri
mánað inntil ætlanin vænt-
ast at verða vorðin veru-
leiki.
Upplýsast skal eisini um
ánaraviðurskiftini.
Sum
dømi verður nevnt ein ávís-
ur eigari ella kanska ein
Sjálvsognarstovnur saman
við FSF.
Eisini biður FSF um, at
gjaldførisætlan fyri hvønn
mánað tvey tey fyrstu árini,
sum høllin verður í nýtslu,
verður sett upp. Og so skal
fíggjarætlan fyri fýra tey
fyrstu árini, sum høllin
verður í nýtslu, eisini leggj-
ast við.
4,8 milliónir til smáar
vallir
UEFA hevur eisini gjørt av
at veita peningaligan stuðul
til bygging av smáum vall-
um. Tað vil siga vallum,
sum ikki eru so stórir sum
vallirnir, ið verða nýttir til
kappingar.
FSF hevur sambært árs-
frágreiðingini gjørt av at
fylgja forskriftunum hjá
UEFA. Talan er um vallir,
sum í vídd eru umleið 21
ferðir 13 metrar. Kanska
kann talan vera um norska
slagið, sum er eitt sindur
størri, og sum hevur frá
einum og til hálvan annan
metra høgan banda.
FSF arbeiðir við at gera
nærri ásetingar og reglur
hesum viðvíkjandi. Hesar
verða sendar feløgunum, og
tað verður møguleiki hjá
feløgum og kommunum at
søkja um at vera við í
verkætlanini.
Níggju feløg í bestu
deildini fáa 70
prosent av 1,28
milliónum, meðan 2.
deild fær ein fjórðing
og lægri deildir eisini
fáa eitt lítið sindur
UEFA PENGAR
Jákup Mørk
Øll feløg, sum eru umboð-
að í føroysku fótbóltskapp-
ingunum hava nú møgu-
leika at fáa pengar burturúr
Europa Cup kappingini fyri
meistaralið.
Sambært
munnligu framløguni hjá
Dániali Andreasen á FSF
aðalfundinum leygardagin,
so hevur FSF nevndin sam-
tykt, at upphæddin, sum
FSF frá UEFA fær lutað
burtur av yvirskotinum av
europeisku meistarakapp-
ingini skal lutast soleiðis:
70 prosent skulu lutast
millum feløgini í 1. deild –
burtursæð frá felagnum,
sum umboðar Føroyar í
kappingini.
25
prosent
skulu fara til feløgini, sum
hava sítt besta lið í næst-
bestu deildini, og fimm
prosent skulu fara til feløg-
ini, sum hava sítt besta lið í
3. deild ella í lægri deildum
enn so.
Talan er um ikki so lítlar
upphæddir. Í fjør var talan
um fyri føroyskan fótbólt
tilsaman 272.700 sveisiskar
frankar
ella
1.280.000
krónur. Skipanin hevur ver-
ið galdandi í fýra ár, men á
heysti í 2002 broytti UEFA
ásetingarnar soleiðis, at tað
nú bara er meistaraliðið,
sum ikki kann fáa burturav
pengunum.
UEFA hevur ásett treytir
til feløgini, sum tey skulu
lúka fyri at fáa lut í hesum
pengunum. Ein er, at felag-
ið ikki skal taka lut í
europeisku meistarakapp-
ingini hetta árið, og ein
onnur er, at feløgini fyri at
fáa lut í pengunum skulu
hava egna ungdómsvenj-
araætlan fyri allar aldurs-
bólkar frá 12 ára aldri og
uppeftir.
Sambært UEFA er tað
upp til FSF at gera av, um
gjaldast skal til øll feløg
ella bert til feløg við liði í
1. deild. Um øll feløg skulu
hava eins stóran part ella
um útlutast skal eftir ávís-
um dygdarlykli er eisini
upp til FSF at avgera. Tað
er eisini upp til FSF at gera
av, um reglur skulu gerast
fyri at tryggja, at peningur-
in verður brúktur, sum tað
er ætlað.
Treytirnar
Sum omanfyri nevnt, so
hevur FSF nevndin gjørt av,
at níggju 1. deildarfeløg
skulu eiga 70 prosent, 2.
deildarfeløgini 25 prosent
og onnur feløg fimm pros-
ent.
Í sambandi við samtykt-
ina um, hvussu pengarnir
skulu býtast, hevur FSF
nevndin ásett treytir, sum
feløgini skulu ganga undir,
um tey yvirhøvur skulu
vera við í býtinum. Ein er,
at felagið hevur eina skriv-
aða og útgreinaða ung-
dómsmenningarætlan. Ein
onnur er, at felagið hetta
ávísa kappingarárið luttek-
ur við liðum í minst trimum
av hesum deildunum: pilt-
ar, gentur 10–12 ár, smá-
dreingir,
smágentur,
dreingir, gentur og ungling-
ar. Tað ber eisini til at
uppfylla hetta kravið við at
hava skrivaða avtalu við
annað felag um samstarv
um ávísa deild.
Triðja kravið, sum FSF
setur, er, at útreiðslurnar til
ungdómsdeildina í felagn-
um verða útgreinaðar og
settar fyri seg í roknskapin-
um og vístar sum nota í
roknskapinum saman við
inntøkuni frá europeisku
meistarakappingini.
FSF setur eisini sum
treyt, at Fótbóltssamband-
ið, um tað hevur áhuga fyri
tí, skal fáa innlit í ella avrit
av øllum útreiðsluskjølum,
sum eru hildnar sambært
triðju treytini. Síðsta treytin
er, at útreiðslurnar til ung-
dómsdeildina hjá felagnum
hækka samsvarandi upp-
hæddini, sum fæst í UEFA
pengum, og at hesar ongan-
tíð eru minni enn tað dup-
ulta at UEFA meistara-
pengunum.
Burtusæð frá HB, sum er
meistari, og sum fær meiri
enn eina millión krónur fyri
at taka lut í Europa Cup fyri
meistarar, fáa hini níggju
feløgini í 1. deild eins nógv
burturúr nevndu pengun-
um. Upphæddin verður
99.555 krónur. Harafturat
fáa feløgini, sum taka lut í
UEFA Cup og Intertoto
Cup, eisini pengar.
Tólv milliónir til eina fótbóltshøll
Dryppar á allar deildirnar
Í framtíðini
verður tað
helst møguligt
hjá føroyskum
feløgum at
leika sínar
altjoða dystir
innandura
Savnsmynd
Í løtuni er ein norskur áloypari og royndarvenur við
KÍ stendur at lesa á heimasíðuni hjá Norðlýsinum.
Talan er um 26 ára gamla Stig Edvin Aksnes, sum
seinasta kappingarár skeyt ikki færri enn 21 mál fyri
felag sítt Norheimsund í 2.deild í Noreg.
Við Norðlýsið sigur Aksnes, at hann er sera spentur
upp á royndarvenjingarnar, sum komu í lag, eftir at
KÍ hevði vent sær til ein norskan agent, við teirri vón
at tað skuldi eydnast at finna teimum ein málslúkara
á norska marknaðinum.
tn
Tað gongur framá hjá Toda Jónsson. Á heimasíðu hjá
Toda www.todi.fo stóð at lesa mánakvøldið, at Todi
og liðfelagar hansara eru komnir fram til Suðurafrika
á venjingarlegu.
Todi letur væl at bæði umstøðum og veðrinum í
Suðurafrika, og somuleiðis eru góð tíðindi at frætta
viðvíkjandi skaðatrupulleikunum hjá honum. Síðstu
dagarnar hevur tað verið dagamunur, skrivar Todi, og
hann roknar við, at tað ikki ganga nógvir dagar, áðr-
enn hann fær vant aftur á jøvnum fóti við liðfeløgun-
um.
tn
Norrmaður
royndarvenur við KÍ
Todi í Suðurafrika
C
M
Y
K
22