Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Seinnapartin mánadagin hin 14. november skipaði Før­oya Fiskimannafelag fyri mót­ tøku í samband við, at felagið júst henda dag hevði 100 ár á baki. Felagið er stovnað í 1911, og tað var Símun Pauli úr Kunoy úr Gøtu, sum gjørdist fyrsti formaður felagsins. Ras­mus Rasmussen – kendur sum Rasmus á Háskúlanum - gjørdist fyrsti skrivari í fe­ lagnum. Tað sermerkta er, at báðir vóru lærarar. Væl av fólki var til mót­ tøk­una, har felagsfor­mað­ urin, Jan Højgaard, beyð væl­komin. Eyðstein Djurhuus, for­ maður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag, nýtti eisini høvi at siga nøkur orð. Føroya Fiskimannafelag fekk blómur og gávur og ymiskar heilsanir á 100 ára degnum. Vælnøgdur formaður Tað var matstovan Muntra í Fuglafirði við Poul Rustin, sum stóð fyri matinum, ið borðreitt varð við og felags­ formaðurin, Jan Højgaard, sigur, at Poul eigur stórt rós uppborið fyri góðan mat og góða tænastu við mót­ tøkuna. – Vit eru stak væl nøgd við, at so mong stukku inn á gólvið at heilsa felagnum á føðingardegnum. Móttøkan hjá okkum var um somu tíð, sum móttøka var í Tinganesi, tá nýggja landsstýrið varð valt. Kortini var rættiliga nógv fólk inni á gólvinum í løtum, og tilsamans høvdu vit nógv vitandi teir tríggjar tímarnar, sum móttøkan vardi, sigur Jan Højgaard. Føðingardagsveitsla Hin 16. desember fer Føroya Fiskimannafelag at halda føðingardagsveitslu á Hotel Føroyum, har limir við mak­ um eru vælkomnir. FF sigur, at tilmelding til veitsluna fer fram á tlf. 311569 ella við telduposti: fo- fisk@olivant.fo í seinasta lagi hin 30. november 2011. Vit kunnu leggja aftrat, at landsfundur felagsins, sum í fleiri ár hevur verið hildin millum jól og nýggjárs, tá flestu fiskimenn eru heima, í ár verður hildin saman dag, sum føðingardagsveitslan verður. Jan Højgaard sigur, at árið í ár er eitt undantak í so máta, og at felagið hevur gjørt av at halda landsfundin sama dag, sum veitslan verður. – Landsfundurin byrjar so­leiðis á Hotel Føroyum klokk­an 10 hin 16. desember, sigur Jan Højgaard, felags­for­ maður. Bók um felagið Í løtuni verður bók skrivað um 100 ára søgu felagsins, og tað er Marsanna Petersen, sum ger hetta arbeiðið. Jan Højgaard sigur, at felagið náddi ikki at koma út við bókini til sjálvan 100 ára føðingardagin, men gongst sum ætlað kemur bókin út tíðliga í komandi ári. vilmund@sosialurin.f0 Fiskimannafelagið helt mót - Vit eru stak væl nøgd við, at so mong stukku inn á gólvið at heilsa felagnum. Móttøkan hjá okkum var um somu tíð, sum móttøka var í Tinganesi, tá nýggja landsstýrið varð valt. Kortini var rættiliga nógv fólk inni á gólvinum í løtum, og tilsamans høvdu vit nógv vitandi, sigur Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag Jan Højgaard saman við konuni, May og dóttrini, Mariu Muntra og Poul Rustin tóku sær av mati og tænastu Gunnvør Balle, løgtingskvinna, var við til móttøkuna Sniálvur Røvilsberg, sýsluformaður og Grímur Hammer, skrivstovumaður Olivur Joensen á Norðlýsinum og Poul Rustin á Muntra