Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-11-16, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 16. november 2011 · Nr. 133 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen s- Hetta verður í hvussu er ein stór avbjóðing, og eg eri spent­ur at fara í gongd við hana. Eg vóni eisini, at tað fer at ganga væl. Vit hava eina avbjóðing í at fáa hallið á fíggjarlógini burtur, og hátt­urin vit hava valt at gera tað upp á er at vísa afturhald í almennum útreiðslum, men sam­stund­is at fremja ein poli­tikk, sum skapar vøkstur í sam­felagnum, sigur Jørgen Nicla­sen. Og tann vøksturin skal skatta-, fiskivinnu- og vinnu­ politikk­urin syrgja fyri. - Vit hava gjørt ein poli­ tikk, sum kann føra okkum fram til málið, nevniliga at fáa javnvág aftur á fíggj­a­r­ lóg­ina, sigur Jørgen Nicla­sen. Fólkaflokkurin fór til val upp á at fáa sett eina flatskattaskipan í verk, og tað hevur flokkurin fingið við í samgonguskjalið. Nú verð­u­r tað so eisini formaður floks­ins, sum skal umsita skatta­mál. - Tað er sjálvandi nøktandi, at fáa flatskattaskipanina við í samgonguskjalið. Tað var hetta, sum flokkurin bjóð­aði veljarunum, og sum veljar­in eisini tók undir við. At vit nú fáa uppgávuna at gjøgn­um­føra hann, ger tað jú bara meira spennandi, sigur Jørg­en Niclasen. Og farið verður undir upp­gávuna beinanvegin. - Vit hava sett okkum sum mál at klára uppgávuna longu nú til 1. januar, og longu fyrsta arbeiðsdagin fara vit at hyggja at teknisku møgu­ leiku­num at fáa framt hesa broyt­ingina, um tað ber til at klára tað áðrenn 1. januar, sigur Jørgen Niclasen. Men málið er púra greitt at klára tað til ásetta tíð. Eitt annað mál, sum er tengt at skattauppskotinum í ein mun, er málið um endur­ gjald fyri skattin, sum før­ oysk­ir útisiglarar, sum sigla undir DIS, rinda. Hetta skal fíggjar­málaráðharrin sam­ ráð­ast við donsku stjórnina um. - Eg tori illa at siga nakað um einar samráðingar, áðr­ enn tær byrja, men í hvussu er er talan um mistar skatta­ inn­tøk­ur, sum danska stjórn­ in hevur gjørt av skal fara til onnur. Tí halda vit tað vera rímiligt, at danska stjórn­ in letur okkum fáa í hvussu er ein part av hesum peng­ um, sum føroyingar í veru­ leikanum rinda í DIS-skipan­ ini, sigur Jørgen Niclasen. Sum nýggjur fíggj­ar­mála­ ráðharri setir Jørgen Nicla­ sen seg sjálvan í miðdepilin, tá tað ræður um at fáa javn­ vág á fíggjarlogina í 2016. - Tað verður strævið, og til tíðir kann tað eisini koma ávís­ur kritikkur, tí hendan tíðin frameftir vil merkja aftur­hald. Politikarar mugu nú gevast við at brúka fleiri pengar, enn vit hava. Tað gera vit við einum stór­um halli, so eg síggi av­bjóð­ing­ar­ nar stórar, men samstundis eisini spennandi. Eg vóni, at vit kunnu lyfta í felag, tí hetta verða tyngstu byrð­ar­ nar at lyfta síðani kreppu­na fyrst í 90-árunum, sigur Jør­ gen Niclasen, fíggjar­mála­ ráð­harri. Tyngstu byrðarnar síðani kreppuna At fáa búskapin aftur á beint er fremsta avbjóðingin hjá nýggja landsstýrinum, og at standa á odda fyri hesum er nýggi fíggjarmálaráðharrin, Jørgen Niclasen nýggja samgongan Fólkaskúlin fyllir nógv Leo Poulsen Í staðin fyri Rósu Samuelsen varð Bjørn Kalsø valdur fram um, men tað var semja um hetta í flokkinum. - Eg veit ikki um eg varð vald­ur fram um nakran, men nú fingu vit so mentamál at umsita, og vit vóru rímiliga samd um, at eg skuldi verða tann, ið skuldi umboða flokk­ in í mentamálum, sigur Bjørn Kalsø. ­Fólkaskúlin og PISA- kann­ingar hava fylt nógv í al­menna kjakinum, og tað er eisini eitt øki, sum Bjørn Kalsø skal umsita. - Fólkaskúlin er ein ógvu­ liga týdningarmikil part­u­r í okkara samfelag, og tað er týdn­ing­ar­mikið, at skúlin hev­ur góðar karmar at virka undir. Eg fari at seta meg væl inn í viðurskiftini á økinum, og at virka fyri, at næm­ ingarnir fáa tær um­støð­ur og tær av­bjóð­ing­ar, sum kunnu lyfta skúlan á eitt støði, sum vit øll eru nøgd við, sigur Bjørn Kalsø. Eitt annað av mong­um økj­um undir Menta­mála­ráð­ num er ítrótturin, og hann skal sambært sam­gongu­ skjali­num fáa bestu karmar at virka undir. - Nú er alt so ógvuliga nýtt, so eg kann ikki koma inn á smálutir her og nú, men ítrótt­urin er ein ógvuliga stór­ur partur av okkara frí­ tíð­ar áhugamálum, og vit hava eisini nógv ógvuliga dugn­a­lig ítróttafólk, sum eru kom­in rættiliga langt. So tað er eitt mál, sum samgongan ætlar at raðfesta, sigur Bjørn Kalsø. Mentamál røkka breitt og um­fata bæði list, skúla, ítrótt og fólkakirkjan liggur eisini und­ir Mentamálaráðnum. - Samgonguskjalið gongur í stóran mun út upp á at fáa bú­skap­in aftur á beint, og tað inni­ber eisini, at mentanin skal hava bestu karmar at virka undir, tí mentanin skal eisini kunna byggja undir okkara inntøkumøguleikar fram­eftir, sigur Bjørn Kalsø. Hann sigur, at fíggjarligu kar­mar­nir sjálvandi eru avmark­að­ir, men nú verður far­ið undir at smíða nýggja fíggj­ar­lóg og so fer tað at vísa seg, hvussu nógv verður til mentanina. - Nú havi eg royndir frá lands­stýri­num, tó at tað var eitt annað málsøki. Men hóast tað, eru tær roynd­ir­ nar góðar at hava í við­føri­ num, nú eg aftur eri komin í landsstýrið, sigur Bjørn Kalsø. Bjørn Kalsø hevur áður umsitið fiskivinnumál, men verður nú landsstýrismaður í mentamálum Mynd: Álvur Haraldsen Eitt sindur óvæntað valdi Sambandsflokkurin bert at seta menn út í Tinganes, hóast Rósa Samuelsen hevur staðið seg sera væl sum almannamálaráðharri, ið sum kunnugt er størsta og tyngsta málsøkið Nýggi fíggjarmálaráðharrin stendur framman fyri stórum, men eisini spennandi avbjóðingum Mynd: Álvur Haraldsen